Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 11.06.1991, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.06.1991, Blaðsíða 1
Kunngerðablaðið A 1991 Heftill Nr. 61 29. mai REGLUGERÐ fyri Mentunargrunn Føroya Løgtings. § 1. Grunnurin er settur á stovn við 6. mai 1946,80 ára føðingardegi Jóannesar Paturssonar, sum stovning- ardegi. § 2. Endamál grunsins er at styðja starv, fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentunarmálum. § 3. Grunnurin verður stýrdur av nevnd við 5 limum. Føroya Løgting velur 3 limir, Føroya Landsstýri 1 lim, sum er formaður, og Listafólkasamband Føroya 1 lim. Limimir verða valdir, eftir at landsstýrið er skipað aftaná hvørt løgtingsval, fyri valskeiðið. Fyri hvønn limin skal verða valđur ein tiltakslimur. § 4. Sambært løgtingssamtykt tann 8. mai 1984 í løgtingsmáli nr. 143/1983 verða, til nýggj samtykt verður gjørd, í minsta lagi kr. 400.000,00 árliga avsettar á fíggjarløgtingslógini til grunnin, av hesum kr. 100.000,00 til stovnsfæið. Stovnsfæið má ikki verða skert og eigur at verða rentað á tryggan hátt. Stk. 2. Stýrið avger, hvussu inntøkur, sum gmnnurin fær frá løgtingi, rentuinntøkur og inntøkur av bókaút- gávum og øðmm skulu nýtast. § 5. í sambandi við útgávu í samsvar við endamál grunsins, samanber § 2, kann gmnnurin veita studning upp til 30% av útgávukostnaðinum. Starvsløn kann eftir umsókn verða latin rithøvundum og øðrum listafólkum, ið hava verk í gerð, og sum ynskja at fáa arbeiðsumstøður at gera verkið liðugt. Starvslønin kann verða latin í tveir mánaðir, tó kann stýrið, tá ið serligar umstøður tala fýri tí, leingja starvslønarskeiðið upp í 4 mánaðir. Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 131. § 6. Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið. Á hvøtjum ári sendir nevndin landsstýrinum grannskoðaðan roknskap til góðkenningar. § 7. Regiugerðin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi reglugerð nr. 25 frá 28. februar 1990 fyri Mentunargmnn Føroya Løgtings. Føroya Landsstýri, 29. mai 1991 Marita Petersen (sign.) landsstýriskona / Inger Christiansen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.