Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 11.06.1991, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.06.1991, Blaðsíða 2
Nr. 62 3. juni KUNNGERÐ um treytir fyri sølu av ávísum fiskasløgum ið fara á uppboðssølu uttanfyri Føroyar. Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 15 frá 15. september 1948 um inn- og útflutning, viðgerð og virkan av fiski og fiskaúrdrátti o.ø. hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Ikki er loyvt at selja síl ella laks, sum er aldur í Føroyum á uppboðssølu undir ávísum minstaprísi. Stk. 2. Minstaprísurin verður ásettur av landsstýrínum og lýstur í tjølmiðlunum hvønn mánað. § 2. Um útflytari ikki heldur § 1, kann landsstýrið nokta hesum at útflyta tey í § 1 nevndu fiskasløg. § 3. Brot móti hesi kunngerð verða sektað eftir § 4 í løgtingslógini. § 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 13 frá 27. mars 1991 um forboð móti sølu av ávísum fiskasløgum á uppboðssølu uttanfyri Føroyar. Føroya Landsstýri, 3. juni 1991 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.