Føroya kunngerðasavn A og B - 11.06.1991, Blaðsíða 2
Nr. 62
3. juni
KUNNGERÐ
um
treytir fyri sølu av ávísum fiskasløgum ið fara á uppboðssølu uttanfyri Føroyar.
Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 15 frá 15. september 1948 um inn- og útflutning, viðgerð og virkan av fiski
og fiskaúrdrátti o.ø. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ikki er loyvt at selja síl ella laks, sum er aldur í Føroyum á uppboðssølu undir ávísum minstaprísi.
Stk. 2. Minstaprísurin verður ásettur av landsstýrínum og lýstur í tjølmiðlunum hvønn mánað.
§ 2. Um útflytari ikki heldur § 1, kann landsstýrið nokta hesum at útflyta tey í § 1 nevndu fiskasløg.
§ 3. Brot móti hesi kunngerð verða sektað eftir § 4 í løgtingslógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 13 frá 27. mars 1991 um forboð móti sølu av ávísum
fiskasløgum á uppboðssølu uttanfyri Føroyar.
Føroya Landsstýri, 3. juni 1991
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)