Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 14.06.1991, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.06.1991, Blaðsíða 1
Kunngerðablaðið A 1991 Hefti 12 Nr.65 12.juni KUNNGERÐ um gjald til trygdargrunnin fyri avreiðingar og iønir v.m. Við heimild í § 7, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Skyldu til at rinda í grunnin hava allir arbeiðsgevarar í Føroyum, sum gjalda út A-inntøku. § 2. Gjaldið fyri 1991 er 2/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri 1990. Frá 1. januar 1992 verður gjaldið 1,5/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri hvørt ár. Tað árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, og skal verða goldið í seinasta lagi 1. apríl. § 3. Henda kunngerð fær gildi frá og við fíggjarárinum 1991. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 12. august 1988 um gjald til trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. Føroya Landsstýri, 12. juni 1991 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.