Føroya kunngerðasavn A og B - 14.06.1991, Blaðsíða 1
Kunngerðablaðið A
1991 Hefti 12
Nr.65 12.juni
KUNNGERÐ
um
gjald til trygdargrunnin fyri avreiðingar og iønir v.m.
Við heimild í § 7, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir
v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Skyldu til at rinda í grunnin hava allir arbeiðsgevarar í Føroyum, sum gjalda út A-inntøku.
§ 2. Gjaldið fyri 1991 er 2/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri 1990. Frá 1. januar 1992 verður
gjaldið 1,5/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri hvørt ár. Tað árliga gjaldið verður kravt inn við
rokning árið eftir, og skal verða goldið í seinasta lagi 1. apríl.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi frá og við fíggjarárinum 1991. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 12.
august 1988 um gjald til trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Føroya Landsstýri, 12. juni 1991
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)