Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1991, Qupperneq 3
131
Nr. 79 1. august
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um trolveiðu á landleiðini.
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum, um fiskiveiðu á ytru landleiðini
og við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 77 frá 12. juni 1990 um fiskiveiðu á innaru landleiðini hevur Føroya
Landsstýri saman við Fiskivinnunevnd Løgtingsins fyrisett:
§1.
I § 1 í kunngerð um trolveiðu á landleiðini innanfyri 12 fjórðingar, nr. 25 frá 6. mai 1991, verða gjørdar
hesar broytingar:
1) I pettinum »Leiðir«, verður undirøki 1 og øki 2 »1. august 1991« broytt til »9. august 1991«. Undir øki
3 verður sett aftan á »30. juni 1991« »2. til 9. august 1991«, báðir dagar íroknaðir.
§2.
Henda kunngerð kemur í gildi 2. august 1991.
Føroya Landsstýri, 1. august 1991
John Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)
Nr. 80 l.august
KUNNGERÐ
um
veiting av næmingastudningi til næmingar á Húsarhaldsskúla Føroya.
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 47 frá 9. mai 1976 um stuðul til Húsarhaldsskúlar verður henda reglugerð
fyrisett.
§ 1. Stuðulsstovnurin umsitur næmingastudningar til næmingar á Húsarhaldsskúla Føroya.
§ 2. Studningurin verður veittur av teirri upphædd, sum á hvøijum ári verður avsett á løgtingsfíggjarlóg til
hetta endantál, undir húsarhaldsskúlar.
§ 3. Upphæddin, ið latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna.
§ 4. Studningurin er eins fyri allar næmingar - og kann í mesta lagi vera kr. 2.000,00 - um mánaðin.
§ 5. Studningurin verður útgoldin mánaðarliga eftir umsókn frá Húsarhaldsskúla Føroya. Umsóknin skal
vera undirskrivað av teimum næmingum, studningurin verður søktur til.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Føroya Landsstýri, 1. august 1991
Marita Petersen (sign.)
landsstýriskona
/ Jákup Thorsteinsson (sign.)