Føroya kunngerðasavn A og B - 14.09.1991, Blaðsíða 1
Kunngerðablaðið A
1991 Hefti 16
Nr. 82 ll.september
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um fyribyrging av ridluskriða.
§1.
Á kunngerð nr. 141 frá 10. desember 1990 um fyribyrging av ridluskriða verða gjørdar hesar broytingar:
1) Á § 1 verður sett sum nýtt stk. 3:
»Húsdjóranevndin kann eftir umsókn og eftir nærri ásettum treytum í serligum føri geva hagastýrum og
bøndrum undantaksloyvi frá ásetingini í stk. 1.«
2) Á § 2, stk. 1 verða orðini »livandi seyð og geitir úr:« broytt til: »livandi seyð og geitir uttan til dráps úr:«.
§2.
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 11. september 1991
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Hansen (sign.)