Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 14.09.1991, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.09.1991, Blaðsíða 2
Nr.83 11. september REGLUGERÐ fyri Royndarstøðina í Kollafirði. § 1. Royndarstøðin í Kollafirði er stovnur undir Føroya landsstýri. Stk. 2. Endamál og uppgáva hjá Royndarstøðini er við tíðarhóskandi jarðarbrúki fyri eyga at kanna møguleikarnar fyri at økja um úrtøku, dygd og virkni, fyrst og fremst innan húsdjórahald og fóðurfram- leiðslu og at ráðgeva í bestu hættum hesum viðvíkjandi, men eisini at viðgera og svara spurningum, sum hava jarðarbrúkarans áhuga í dagliga arbeiði hansara. Høvuðsumráðini eru fylgjandi: 1) Húsdjórahald og fóðring, herundir seyðaráðgeving. 2) Vakstrarvelting (plantudyrking), heruppií vakstrarhúsroyndir. 3) Jarðarbrúkstekniskar kanningar og royndir. 4) Velting og jarðaruppdyrking. 5) Tænastuveitingar til landbúnað og myndugleikar, herundir ísáðing, neytaeftirlit, jørð- og fóðursundur- greiningar, jarðarbrúksbókasavn, bóndaavloysingarskipan og skeið- og eftirútbúgvingarvirksemi. 6) Vera ráðgevandi fyri at avmarka dálking frá landbúnaðinum og øðrum ídnaðarvirkjum við endurnýtslu fyri eyga. Stk. 3. Royndir verða serliga at útinna á teim lendum, sum liggja til royndarstøðina, standandi børoyndir, men kunnu eisini havast í øðrum bygdum einstøkum jarðarbrúkum til leiðbeiningar. § 2. Landsstýrið setir stjóra á Royndarstøðini, ið hevur leiðsluna av royndarstøðini, og hevur hann ábyrgd- ina av øllum rakstri royndarstøðarinnar, herundir at fíggjarætlan hennara verður hildin, og jørð og hús væl umsitin. Stk. 2. Landsstýrið setir og loysir úr starvi eftir tilmæli frá stjóranum fólk við embætisprógvi. Stk. 3. Stjórin setir og loysir úr starvi starvsfólk annars. Stk. 4. Talið á starvsfólki verður sett av landsstýrinum. Starvsfólkið verður lønt og starvast eftir sáttmálum og eftir reglum, settum av landsstýrinum, har ikki lógarreglur eru. § 3. Landsstýrið setir eina nevnd við 6 limum við umboðum frá hvøijum av hesum stovnum: Bóndafelagið 2 limir Garðyrkisfelagið 1 lim Jarðarráðið 1 lim Landbúnaðarráðgevarin og Landsdjóralæknin. Landsstýrið velur ein av hesum til formann. Nevndin situr 3 ár í senn. Nevndin hevur fund við stjóran minst eina ferð hvønn ársfjórðing. § 4. Allar ætlanir um útbygging, umskipan og nýskipan av støðini verða gjørdar av stjóranum í samráð við nevndina eftir § 3 og skulu góðkennast av landsstýrinum, áðrenn tær verða settar í verk. § 5. Stjórin saman við nevndini eftir § 3 ger uppskot til fýribils arbeiðsætlan fyri hvørt fíggjarár, sum m.a. inniheldur reglur fyri tilætlaðum royndum í árinum. Stk. 2. Stjórin saman við nevndini ger eina ætlan fyri fleiri ár fyri arbeiðinum á royndarstøðini. Henda arbeiðsætlan verður grundarlagið fýri virkseminum á royndarstøðini. Stk. 3. A regluligum fundum við stjóran skal nevndin vissast um, at arbeiðsætlanin verður fylgd. § 6. Avrit av øllum almennum kunngjørdum royndarúrslitum í lidna fíggjarárinum skulu sendast landsstýr- inum innan 1. juli á hvøijum ári til varðveitslu. Stjórin ger upp royndarúrslitini í einari stuttari frágreiðing, sum verður almannakunngjørd. § 7. Reglur fyri skeiðvirksemi, eftirútbúgving og møguliga búnaðarnæmingar verða gjørdar av royndar- stjóranum í samsvar við játtan á fíggjarlógini. § 8. Fíggjar-, rakstrar- og fløguætlan fýri royndarstøðina verður løgd av stjóranum saman við nevndini eftir § 3 á hvøijum ári og skal latast landsstýrinum til góðkenningar í seinasta lagi 1. juli.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.