Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 14.10.1991, Qupperneq 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.10.1991, Qupperneq 2
Nr.87 4. oktober KUNNGERÐ um gjald til sjálvbodnu dagpeningatryggingina. Við heimild í § 24 í »Bekendtgørelse nr. 102 af 2. marts 1988 af lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel« hevur Føroya Landsstýri fyrisett: § 1. Gjaldið til sjálvbodnu dagpeningatryggingina sambært §§ 13 og 14 í lógini er ásett til kr. 4.680,- árliga fyri hvønn tryggjaðan. § 2. Landskassin rindar í studningi kr. 2.180,- árliga til hvørt gjaldið. § 3. Tryggingartakarin rindar kr. 2.500,- árliga til sjálvbodnu dagpeningatryggingina. Stk. 2. Gjaldið verður goldið 4 ferðir um árið, svarandi til kr. 625,- um ársfjórðingin. § 4. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1992. Føroya Landsstýri, 4. oktober 1991 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Johnny Winther Holbech (sign.) Nr. 88 4. oktober KUNNGERÐ um at tinglýsingarlógin og matrikuleringslógin fáa gildi fyri markatalsbygdirnar Hest og Tjørnuvík. Við heimild í § 54, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing og § 43, stk. 2 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. hevur landsstýrið fyrisett, nú freistin er úti, at skjóta eigindómsdómamar inn fyri hægri rætt, at hesar báðar lógimar fáa gildi fýri markatalsbygdimar Hest og Tjømuvík. Føroya Landsstýri, 4. oktober 1991 Jógvan Sundstein (sign.) landsstýrismaður / J. Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.