Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 14.11.1991, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.11.1991, Blaðsíða 4
148 Nr.96 12. november KUNNGERÐ um sóttreinsan av lívrunnum burturkasti, skolivatni og blóðvatni frá alivinnuni. Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum hevur landsstýrið fýrisett: § 1. Reglumar í hesi kunngerð eru galdandi fyri sóttreinsan av laksa- og sflaslógvi, deyðum alifiski, blóðvatni og skolivatni frá sláturvirkjum, ali- og smoltstøðum o.ø. § 2. Á teimum í § 1 nevndu støðum skal góðkend sóttreinsingarskipan vera tøk innan 1. apríl 1992. § 3. Landsdjóralæknin skal í hvøijum einstøkum føri góðkenna sóttreinsingarskipanina og eftir tilmæli frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tryggja sær, at skipanin hevur minst møguligt árin á vistskipanina. § 4. Um møguligur avtakari ynskir ósóttreinsað slógv, kann landsdjóralæknin eftir umsókn geva undan- taksloyvi frá kravinum um sóttreinsingarskipan. § 5. Brot á § 2 verður revsað við bót sambært § 11 í lógini. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Føroya Landsstýri, 12. november 1991 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.) Hefti 18 • Nr. 93-96 • Útgivið tann 14. november 1991 Prent: Dimmalætting

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.