Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.03.1996, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.03.1996, Blaðsíða 4
64 nettoinnihaldið í tí einstaka pakkanum er lætt at síggja uttanífrá, í hvussu er á einum pakka. § 24. Tilskilan av nettoinnihaldi er ikki neyðug: 1) á matvørum, har innihaldið er minni enn 5 gramm ella 5 ml, tó ikki galdandi fyri krydd og kryddurtir. 2) á sukurvørum í pakkum lættari enn 50 gramm. 7. kapittul Eftirlit, umsjón § 25. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingamar í hesi kunngerð verða hildnar. Hetta eftirlit verður at fremja fyri kommununnar rokning, og gjaldið verður eftir gjaldskránni hjá Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni. § 26. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann geva tey boð ella forboð, sum eru neyðug fyri at tryggja, at kunngerðin verður hildin. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan kann eisini gera av, at hald skal verða lagt á vørur, sum ikki lúka krøvini í kunngerðini, at bein- ast skal fyri vørunum, at vørumar kunnu endur- nýtast á ein hvønn hátt, sum Heilsufrøðiliga Starvs- stovan ásetur, og at virki skulu taka matvøramar úr aftur smásølunum. § 27. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann gera leið- beiningar um útinning av hesi kunngerð og sýnis- tøkur í hesum sambandi. 8. kapittul Undantaksloyvi § 28. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann, um serlig viðurskifti tala fyri tí, geva undantaksloyvi í áseting- unum f hesi kunngerð. 9. kapittul Revsing, gildiskoma § 29. Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót, hefting ella fongsul upp í 1 ár. § 30. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Bannað er at selja matvømr, sum ikki lúka krøvini í hesi kunngerð, frá 1. apríl 1997. FØROYA LANDSSTÝRI, 26. mars 1996 Axel H. Nolsøe (sign.) landsstýrismaður / Tommy Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.