Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1996, Blaðsíða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1996, Blaðsíða 11
479 Nr. 148 Løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og 2002: kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: 2003 og seinni: 30. desember 42% 40% § 1. Rætt til rentustuðul eftir hesi lóg hevur ein og hvør persónur, sum 1) er skrásettur í landsfólkayvirlitinum sum búgv- andi í Føroyum, 2) er fult skattskyldugur í Føroyum, og 3) hevur rentur av lánum, sum nevnd eru í § 2 í hesi lóg. Stk. 2. Landsstýrið kann í ávísum føri játta rentu- stuðul til persónar, sum ikki lúka treytirnar í stk. 1, nr. 1 og nr. 2. Landsstýrið ásetur nærri reglur hesum viðvíkjandi. § 2. Rentustuðul verður veittur fyri rentur 1) av lánum, sum eru avtalað áðrenn 18. januar 1991, og 2) av lánum, sum eru avtalað 18. januar 1991 ella seinni, og sum eru tikin til: a) keyp ella bygging, umvæling ella umbygging av egnum bústaði, b) útbúgving, c) gjalding av ábyrgd sambært § 33, nr. 2 í løgt- ingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt við seinni broytingum, um so er, at ábyrgdin er avtalað áðrenn 3. des- ember 1994. § 3. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 1, verður rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av samlaðu rentuútreiðslunum. Stk. 2. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, verð- ur rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av kr. 60.000, - skattskyldugum hjúnum, sum búgva saman, tó í mesta lagi við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av samanløgdum kr. 120.000 fyri hvørt ár. Stk. 3. Landsstýrið kann eftir umsókn, og tá serligar umstøður eru, játta persóni, sum er stakur, hægri rentustuðul fyri eitt ár, tó ikki hægri enn kr. 120.000. § 4. Rentustuðul verður veittur fyri rentuútreiðslur sambært uppgerð frá viðkomandi peningastovni. Stk. 2. Tá talan er um lestrarlán, verður veittur rentu- stuðul fyri rentu, ið samansavnað er í tíðini, áðrenn afturgjalding byrjar, og fyri rentu, ið tilskrivað verð- ur í afturgjaldstíðini. § 5. Tann árliga prosentupphæddin verður í 1997-2000: 48% 2001: 44% § 6. Landið rindar rentustuðulin. Stk. 2. Rentustuðulin verður útgoldin primo í hvørj- um mánaði, fyrstu ferð í februar 1997. Stk. 3. Stuðul. nevndur í stk. 1, verður sum niðanfyri tilskilað, samanborið við § 5, býttur millum kommu- nu og land: Al landið kommunan 1997- 2000: 33% 15% 2001: 31% 13% 2002: 29% 13% 2003 og seinni: 27% 13% Stk. 4. Útreiðslumar av rentustuðlinum hevur tann kommuna, har viðkomandi er tilmeldaður, tá stuðu- lin verður útgoldin. Um rentustuðul verður játtaður sambært § 1, stk. 2 ber fráflytingarkommunan út- reiðslumar. Stk. 5. Kommununar partur av rentustuðlinum verð- ur mótroknaður í teirri skattaupphædd, sum útgoldin verður kommununi hvønn mánaða. Mótrokningin verður gjørd í útgjaldinum í tí mánaði, sum kemur beint aftaná mánaðan, tá rentustuðulin er útgoldin. § 7. Rentustuðul verður bert veittur eftir umsókn. Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um rentustuðul. Stk. 3. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug em fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til rentustuðul. § 8. Fær ein persónur endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til rentustuðul eftir hesi lóg. Stk. 2. Landsstýrið ásetur nærri reglur um, hvør ið ikki hevur rætt til rentustuðul eftir hesi lóg. § 9. Viðvíkjandi upplýsingarskyldu í samband við lán verður kapittul 12, um skyldu at geva upplýsing- ar um lønir o.a. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, tilsvarandi galdandi. § 10. Rentustuðul kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er út- gjaldaranum óviðkomandi. § 11. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997. Tórshavn, 30. december 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Anfinn Kallsberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.