Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 21.02.1997, Page 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.02.1997, Page 4
24 Stk. 3. Grunnurin kann veita stuðul til framleiðslu- menning (vørumenning, menning av nýggjum og broyttum framleiðslutólum og -hættum v.m.), sølu- og leiðslumennandi tiltøk, útbúgving og samstarv, gransking, royndir og kanningar. Stk. 4. Grunnurin skal í sínum virki stimbra samstar- vi millum virkir og føroyskar tænastu- og gransk- ingarstovnar, tí hetta kann elva til framhaldandi menning á hægri støði. Alment § 2. Fæ grunsins er játtanir á fíggjarløgtingslógini, og grunnurin virkar sum ekstemur grunnur. Stk. 2. Grunnurin kann veita stuðul til virki, stovnar ella einstaklingar. Stuðul kann bert verða veittur til verkætlanir ellar partar av verkætlanum, sum ikki eru settar í gongd, tá stuðulin verður søktur. Stk. 3. Stuðul úr grunninum verður veittur eftir regl- um, sum verða ásettar í stuðulsskipanum. Stk. 4. I hvøijari stuðulsskipan eiga endamálið, hvør kann fáa studning, á hvønn hátt studningur verður veittur, hvussu nógv kann verða veitt og treytir at verða lýst. Stk. 5. Til tess at fremja gmnsins virki, kann lands- stýrismaðurin í vinnumálum heimila stovum, stovn- um ella fyrisiting undir eftirliti, viðgerð og støðutak- an um játtan av umsóknum um stuðul úr grunninum. Við slíkari heimild eiga reglur um avmarkingar, frá- boðan og eftirlit at verða fyriskrivaðar. Umsiting § 3. Stuðul úr gmnninum verður játtaður av lands- stýrismanninum í vinnumálum, eftir at umsóknir em viðgjørdar sambært hesi kunngerð, og ummæli fyri- liggur. Stk. 2. Menningarstova Landsins er ummælandi stovnur og hevur ábyrgd av at tryggja, at verkætla- nir, sum verða sendar landsstýrismanninum við til- mæli um stuðul, hava best møguligar fortreytir fyri at verða fullførdar, og at neyðugt eftirlit við ætlan- unum verður tryggjað. Stk. 3. Við ársbyrjan verður ætlan løgd fyri virki gmnsins, har m.a. ásett verður, hvussu stórar upp- hæddir verða nýttar til tær einstøku stuðulsskipanir- nar. Umsóknir § 4. Umsóknir um stuðul verða sendar til Menningarstovu Landsins Postrúm 1287 110 Tórshavn Vanligar treytir § 5. Viðgerðin av einari umsókn krevur eina nágrei- niliga uppseting av verkætlanini, sum er í samsvari við kunngerðina og tær einstøku stuðulsskipanimar. Stk. 2. Umsøkjarin skal, umframt gjølliga lýsing av verkætlanini, eisini leggja fram tíðarætlan og fíggja- rætlan fyri verkætlanina, og annars vísa á, at neyð- ugur førleiki er til steðar, til at ætlanin kann verða framd. Stk. 3. Um serkøn hjálp er neyðug til eina verkætlan, skal henda, um møguligt, útvegast frá einum føroys- kum virki ella stovni. Stk. 4. Um verkætlanin er partur av størri verkætlan ella heild, skal samlaða ætlanin ella heildin verða lýst í umsóknini. Stk. 5. Stuðul er avmarkaður til tær mestujáttanir, ið em fyrisettar í stuðulsskipanunum, íroknað annan almennan stuðul. Umsøkjari skal upplýsa, hvørt annar almennur stuðul verður søktur/er veittur í sambandi við verkætlanina og til hvørjar útreiðslur. Viðgerð av umsóknum § 6. Umsóknir, ið ikki lúka treytimar fyri stuðuli, verða avgreiddar av Menningarstovuni. Stk. 2. Um ein umsókn verður burturvíst, kann um- søkjarin kæra til landsstýrismannin f vinnumálum, sum kann biðja um nýggja viðgerð av málinum. Stk. 3. I viðgerðini av eini umsókn skal metast um, hvørt ætlanin kann býtast sundur í stig, har avger- andi partar av ætlanini fyrst verða framdir, og miss- urin harvið gerst minni, um tað vísir seg, at ætlanin ikki kann gjøgnumførast. Játtanir § 7. Játtanir verða veittar sum studningur. Stk. 2. Studningur er treytaður av, at umsøkjarin fyl- gir egnum góðkendum ætlanum. Um fortreytimar fyri eini ætlan broytast munandi, kann gmnnurin gera av at afturhalda ikki útgoldnum tilsøgdum studningi, til umsøkjarin hevur prógvað, hvussu ætl- anin kann gjøgnumførast, sum uppmnaliga ætlað. Gildisreglur § 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 18. febmar 1997 Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Ami Poulsen (sign.) Hefti 3 ’Nr. 10-14 • Útgivið tann 21. februar 1997 Prent: Dimmala tting 11212

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.