Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1997, Blaðsíða 2
Nr. 135 402 20. august Kunngerð um hroyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum Sl. í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum verður gjørd henda broyting: I § 4 verður sum nýtt stk. 3 sett: “Stk. 3. Á innaru landleiðini er beinleiðis veiða eftir sild, reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi loyvd við upp til 10 gømum fyri hvønn bát. Longdin á hvørjum gami má ikki fara upp um 30 favnar. Tó er ikki loyvt at seta gøm nærri landi enn 30 m, mált frá hægstu fjøm, við áarósa mugu tó ikki gøm setast nærri enn 100 m roknað frá ósamunnanum, mált frá hægstu fjøru. Eingin bátur má nýta sildagøm, har meskurin í nøkmm parti av gaminum fer upp um 70 mm. Eingin bátur má í veiðu eftir reyðsprøku, tungu, skmbbu og rognkelsi nýta gøm, har meskar- nir í nøkmm parti av gaminum fara ávikavist niður um 125 mm og upp um 135 mm. Viðvíkjandi meskamáting verður víst til § 3, stk. 5.” §2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 44 frá 24. mai 1988 um gamaveiðu eftir flatfiski innan- fyri 12 fjórðingar. Fiskivinnudeildin, 20. august 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Ulla Svarrer Wang (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.