Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 17.10.1997, Side 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 17.10.1997, Side 2
414 Nr. 145 16. oktober Kunngerð um stuðul til flutning av fiski Við heimild í løgtingslóg nr. 67 frá 13. juni 1995 um stuðul til flutning av fiski, sum broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 13.juni 1997, verður fyrisett: § 1. Til flutning av fiski frá uppboðssølu til virkingar í oyggjum, har ikki er koyrandi yvir fjørð ella sund, verður latin flutningsstuðul fyri tann partin av flutn- ingskostnaðinum, ið er omanfyri 10 oyru/kilo, upp til 25 oyru/kilo. § 2. Til flutning av fiski frá bátum og skipum úr bygdum, har eingin fiskakeypari er, verður latin upp til 15 oyru/kilo í flutningsstuðli til at flyta fiskin til nærmasta avreiðingarstað. Hetta er bert galdandi fyri bátar, ið eru heimahoyrandi á omanfyri nevndum plássum. § 3. Lønjavningargrunnurin umsitur skipanina við flutningsstuðli. Stuðulin verður útgoldin eftir um- sókn skjalprógvað við avreiðingarseðli og avriti av rokning frá flutningsfelag ella bilførara, sum eru MVG-skrásett. § 4. Henda kunngerð kemur í gildi 5 dagar eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 136 frá 20. august 1997. Fiskimálastýrið, 16. oktober 1997 John Petersen landsstýrismaður /Ulla S. Wang

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.