Føroya kunngerðasavn A og B

Útgáva

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.2002, Síða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.2002, Síða 1
65 Kunngerðablaðið A 2002 Hefti 9 ISSN 0907-905X Nr. 24 21. mars 2002 Kunngerð um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja Við heimild í §§ 7 og 8 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya hevur lands- stýrið ásett: § 1. Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutn- ings- ella ferðaendurgjald eftir reglum í hesi kunn- gerð til persónar, ið hava rætt til fríar veitingar sam- bært sjúkrahúslógini. Stk. 2. Flutnings- ella ferðaendurgjald verður veitt í samband við flutning millum bústað ella uppihalds- stað og viðgerðarstaðið. Stk. 3. Flutningur skal fara fram við tí eftir umstøð- unum bíligasta, fullgóða flutningsfari. § 2. Flutningur við sjúkrabili ella øðrum flutnings- fari verður veittur persónum, har støðan ger flutning neyðugan. Stk. 2. Val av flutningsfari skal gerast í samráð við sjúkrahúsverkið. § 3. Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri útreiðslur størri enn 800 kr. í einum kallendaraári. Stk. 2. Endurgjald verður veitt fyri ferðing við al- mennum flutningsfari ella samsvarandi upphædd. § 4. Heimild er at veita sjúklingum undir 18 ár end- urgjald fyri fylgjara eftir § 3. § 5. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrisstýrismannin innan 4 vikur aft- aná, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálastýrið, 21.mars 2002 Sámal Petur í Grund, (sign.) landsstýrismaður /Turid Arge, (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.