Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.2002, Blaðsíða 1
65
Kunngerðablaðið A
2002 Hefti 9
ISSN 0907-905X
Nr. 24 21. mars 2002
Kunngerð
um
flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja
Við heimild í §§ 7 og 8 í løgtingslóg nr. 89 frá 4.
juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya hevur lands-
stýrið ásett:
§ 1. Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutn-
ings- ella ferðaendurgjald eftir reglum í hesi kunn-
gerð til persónar, ið hava rætt til fríar veitingar sam-
bært sjúkrahúslógini.
Stk. 2. Flutnings- ella ferðaendurgjald verður veitt í
samband við flutning millum bústað ella uppihalds-
stað og viðgerðarstaðið.
Stk. 3. Flutningur skal fara fram við tí eftir umstøð-
unum bíligasta, fullgóða flutningsfari.
§ 2. Flutningur við sjúkrabili ella øðrum flutnings-
fari verður veittur persónum, har støðan ger flutning
neyðugan.
Stk. 2. Val av flutningsfari skal gerast í samráð við
sjúkrahúsverkið.
§ 3. Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri
útreiðslur størri enn 800 kr. í einum kallendaraári.
Stk. 2. Endurgjald verður veitt fyri ferðing við al-
mennum flutningsfari ella samsvarandi upphædd.
§ 4. Heimild er at veita sjúklingum undir 18 ár end-
urgjald fyri fylgjara eftir § 3.
§ 5. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu
kærast til landsstýrisstýrismannin innan 4 vikur aft-
aná, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálastýrið, 21.mars 2002
Sámal Petur í Grund, (sign.)
landsstýrismaður
/Turid Arge, (sign.)