Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 46
52
Heilsustandurin hjá børnum í Eiðis læknadømi
Axel Poulsen (8) hevur 239 ikki burturúrvald nýsmittað
tilkomin og børn, ið hóska væl til samanberingar. Av teim*
um høvdu 64°/o smittuhita, og 36°/o høvdu fingið pluss
Pirquet uttan minsta sjúkdómsbragd.
Smittuviðurskifti og sjúkugongd verða her umrødd við
fáum orðum. Yngsta av teim 32 smittaðu børnunum var
4 ára gl. genta, 14 vóru 5—9 ár og 17 meira enn 10 ára
gomul. Fimm av børnunum í 2. talvu høvdu verið á sjúkra*-
húsi ella bróstsjúkrahúsi. Nøkur høvdu verið í Røntgen,
og summar av sjúkuavgerðunum eru haðani. Tubbasteyrar
eru ikki vístir hjá nøkrum barni. Ein drongur, sum hevði
verið 14 ára gamal, tá ið heimbygd hansara varð kannað,
doyði brádliga 1 */2 ára gl. av miliær»tuberklum. Hann var
smittaður av pápa sínum, ið eisini smittaði ein annan son
sín; hann er ímillum tey 32.
Annað av teimum fyribils burturstøddu smittaðu børn«
unum hevði havt smittuhita, og at kalla samstundis honum
conjunctivitis phlyctænularis. Hitt barnið hevði neyvan havt
nakra tuberklasjúku. 011 34 børnini vóru frísk rannsóknar*
løtuna.
2. Hjartabrek og bróstmøði. Ein genta, 11 ára gomul,
hevði álvarsamt, viðføtt hjartabrek, og longu tá ið hon var
6 mánaðir gl„ var bringan avskapað, og hetta mentist við
og við til eyðkenda kjølbringu og djúpar Harrisons foyrur.
Ein onnur, 5 ára gomul genta hevði eisini álvarsamt hjarta*
brek, ið kann henda eisini var viðføtt. Men tað var ikki
ávíst, fyrr enn við reglubundnu rannsóknunum: Bringa
hennara sýndi tá somu broytingar sum hjá hinari gentuni,
men ikki so týðuligar.
2 gentur, 10 og 13 ára gamlar høvdu ella høvdu havt
bróstmøði. Fyrrnevnda var nakað kúlut í lendunum (ky<
phosi.s lumbalis). Hjá hinari var rættvorðna lendafettingin
(lordosis lumbalis) at kalla burtur.
J. Laurence—Moon—Biedl’s sjúka. Ein drongur, ið var
14 ára og 5 mánaðir gamal, hevði hesa sjúku við eyðkenn*
inum fiti (hann var 155 cm høgur og vá 87 kg), reti*