Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 72
78
Atlantssiðir — Atlantsorð
delse, oc haffve derfore taget tang, huilcket de kallede Tare
af samme Afguds Nafn, oc samme Tare kastede de paa
ageren for grøde skyld: for dørene, for ildebrands afvends
else skyld: oc lagt den i fisckebaadene, for got fisckeries
skyld. oc derfore hannem ideligen haffve tilbedet.» Hetta
við at leggja tara í bát er til enn sumstaðni. A. Weihe
(Tjóðminni, Tórshavn 1938, bls. 81) tekur so til: «Tann,
ið vil fiska væl, skal leggja eitt tarablað í bátin jóansøku^
morgun.» I Suðuroy (í Fámjin og Sandvík) er sagt mær,
at menn har koyrdu «tara og tussing í bátarnar øskuóns*
dag» (Daniel Nolsøe). — Málsligt samband ímillum Tór
og tara er sjálvsagt einki.
Eina gamla trúgv, har tari kemur uppí, nevnir Adolf
Dahl sunnan úr Dali (Gomul trúgv úr Dali, Varðin XI,
47): «Eftirburður frá kúgv mátti altíð berast á sjógvin
(helst á kvøldi) og eingin síggja hann uttan tann, sum
við kúnna fekst. Hesi orð skuldu sigast, tá hann varð
burturkastaður: Hetta sendi kúgv mín tær! — Tríggir koyrlar
(t. e. tonglar) skuldu leggjast aftur í byttuna, sum eftirs
burðurin var borin í; teir skuldu berast aftur í fjósið, og
sigast skuldi við kúnna: Hetta sendi strandarkonan') tær!»
Eisini í sambandi við fiskivarðar er trúgv ella siður við
tara til. Adolf Dahl nevnir tað tó ikki. Hann sigur bert so
um slíkar varðar (Varðin XI, 50): «Teir gomlu høvdu fiskb
varðar. Tað vóru varðar, sum teir kastaðu grót í, hvørja
ferð fiskaloysi var, fyri at fáa fisk aftur á miðini. Slíkir
fiskivarðar finnast í føroyskum staðanøvnum.» Um Fiski=
varðan úti á Tarvheyggjum við Skálavík sigur Leifur Trónd*
arson hetta: «Varði. Gamalt er, at hann skal verða hildin
uppi, um væl skal vera vorðið við fiskiskapi í Skálavík.
Jóansøkumorgun (!) skuldi tú kasta stein aftur at varðan=
um og tongul í bátin. Tann, sum fyrstur kundi gera hetta
á morgni, skuldi verða bestur at fiska tað summarið.» í
eini aðrari frágreiðing um sama varða (báðar eru á Føroya
') Heðin Brú sigur mær, at hann hoyrdi tey siga: fjørukonan.