Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 142
148
Talið á ófullførum fólki í Føroyum.
krevst skjót og góð viðgerð, men sjúkralega teirra er van*
liga — hon kann vera meir og minni drúgv — heldur stutt,
so tað, at teir noyðast í onnur lond og eitt skifti koma
at sakna næstingar og vinfólk, hevur lítið uppá seg, vigað
upp ímóti tí, at besta nútíðar viðgerð stendur teimum í
boði.
Heilt øðrvísi liggur alt fyri, venda vit okkum móti teim*
um av landum okkara, sum sjúkur og brek hava (t. d.
mong av teimum sinnissjúku), ið taka seg uppaftur ferð
eftir ferð hjá sama fólki, ella sum uttan íslit at kalla frá
fyrsta degi, sjúkan tekur seg upp, halda á alt livið, ja,
viðhvørt (hugsað verður her um tey ófullføru1)) vanliga
merkja tey frá tí, tey síggja dagsins ljós, og til gravar*
bakkan. í hesum førutn ber ikki til — hóast so hevur verið
gjørt leingi — bert at hugsa um tær viðgerðar* og røkt<
ingarvánir, sum okkum standa í boði í øðrum londum,
men vit noyðast øll (bæði fólkavaldir menn, læknar og
onnur, sum vald hava í hesum føri) samstundis og ikki
í minni mun at hugsa okkum til og kenna á okkum,
hvørjum vit sjálv høvdu tráað eftir, vóru vit tey, ið her
!) 1 hesi ritgerð verða nýtt og annars skotin upp til læknaliga nýtslu
hesi frøðiheiti: ófullføri fyri oligophrenia, og fyri tey trý ófullføris*
stigini: fávitskut (debilitas), hálvbýtt (imbecillitas) og býtt (idiotia). Lítið
er at ivast í, at henda málnýtsla í fyrstu syftu fer at bjóða summum,
eina mest teimum, sum varða av hjá teimum brekaðu, ímóti, og at
skotin verða upp og kanska nýtt onnur heiti, ið fólk halda hava
ikki mannminkandi dám. Tá er vert at hava í huga, at somu trupub
leikar hava verið øllum málum fyri, og at royndirnar at føra inn
onnur og linari orð nú allastaðni eru um at detta fyri bakka. Tí
nýggju orðini vísa seg eftir fáum árum at fáa sama mannminkandi
virði og verða tá einki mætari enn tey gomlu og upprunaligu í máb
inum. Teimum ófullføru lætta vit einki við slíkum fagurlæti, heldur
eiga vit (sum tikið verður til t. d. í danska Betænkning om aands-
svageforsorgen, nr. 204, Kphvn. 1958, bls. 39) at skapa virðing fyri
hesum heitum og hvørki smæðast ella krógva burtur tey ella tey
brekaðu, men leggja okkum eina við at hjálpa og stuðla hesum fólkum
og veita teimum so góð og sámulig kor, sum vánir eru til.