Fróðskaparrit - 01.01.1958, Blaðsíða 92
98
Atlantssiðir — Atlantsorð
At navnið á Alaria (ella parti av Alaria) er eitt atlants*
orð, hugsi eg ikki, at nakar, sum kannar formarnar, úr
Orknoyggjum í ísland, fær seg at ivast í. Hesir formarnir
hanga onkursvegna saman — og eingin teirra er funnin á
tí norska meginlandinum. Har hava menn heldur ikki, tað
nakar veit, etið hetta taraslagið, soleiðis sum siður hevur
verið hjá fólki fyri vestan hav, úr írlandi í ísland. Hin
spurningurin er verri at greiða: var navnið av fyrstu tíð
norrønt ella geliskt? Utsjóndin er meira ella minni ónorrøn:
mirkyal(s) í Orknoyggjum og í Hjaltlandi, mirkjalli í Før*
oyum og myrikjarni og murukjarni í íslandi. íslendski
formurin mavikjarni (marinkjarni er óivað ungt snið) hevur
verið hildin at vera fullnorrønur í útsjónd og samanseting.
Men er hann tað? Um henda formin tekur Alexander
Jóhannesson (Islándisches Etymologisches Wórterbuch,
1956, bls. 357) so til orðanna: «zu marr «meer» (vgl. zus.
setzungen wie z. b. norw. dial. maribakke), got. marei, gen.
mareins». Eg tori lítið at siga um tann norska dialektformin
av norrøna orðinum marbakki (eis. mararbakki), tí í norsk*
um hevur hetta orðið so mong sniðini, men at styðja seg
í hesum føri við slíkan form, ber ikki til. Harumframt eitur
í øllum skriftformum, sum vit kenna, marr í samansetingum
ongantíð annað enn mar= ella marar=. Beinari haldi eg tað
vera at hugsa so: marikjarni er formur, sum helst er ávirk*
aður áv orðinum marr, men hann er ongantíð heilt losn=
aður frá tí upphavssniðinum, sum báðir formarnir myri=
kjarni og murukjarni eru sprotnir av. Sum áður er víst á,
er tað líkt til, at tann seinni formurin (murukjarni) er komin
av tí fyrra; her kann plantunavnið mura, f., Potentilla ans=
erina, sum er navn á vøkstri, sum veksur oman ímóti sjón=
um, og sum fólk stundum ótu rótina av, hava verið uppi
í til at skapa formin (muru= av *murb). So statt fáa allir
íslendskir nútíðarformar komið av forminum myrikjarni,
sum Bjórn Halldórsson nevnir í 1783. Nú haldi eg okkum
hava funnið eitt íslendskt frumsnið, sum í hvussu er í fyrra
parti illa fær verið norrønt. Eingin undrist tá, um eg ivist