Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 3

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 3
HIN HEILAGI LOGIN 7 ast. Konfirmatiónin breiddi seg og sprongdi mark bæði innan fyri politikk og vinnulív. Fakfeløg sóu dagsins ljós. „So bregði ei heldur tú úr ætt, men rúk á føtur og krev tín rætt“. Henda kollveltingin hendi ikki við ein brest sum ofta aðrastaðni. Tað var ein skriða, sum í fyrstuni bert skreið avstað, men steðgast kundi hon ikki, tvørturímóti tók hon alt meira ferð á seg. Ur tí fræi, ið sáað var, spratt skapanargleðin, undranin um at liva og vera til. Medvitanin um, at tú livdi r eini tjóð, ið hevði sítt egna mál, sína egnu mentan og sína egnu søgu. Medvitanin um, at tú hevði høvi til og skyldu at geva øllum tí, sum í tær býr og bilgist, lív og skap á ymsan hátt, tað veri í skaldskapi, list, tónlist, handverki og annars øllum tí, ið lívið hevur at bjóða - alt samalt út frá tínum egnu møguleikum og fyritreytum. „Ver stór mín sál í dagsins royndarstund". Tað ber valla til at geva jólafundinum æruna fyri alt hetta, hann var bert skumpið, ið skuldi til at fáa gongd á. Helst var tað so, at jørðildi var har frammanundan og lá og beyð okkum at „loysa seg úr fjøtrum“. Gera vit okkum ta hugsanarroynd, at vit einki jørðildi høvdu at seta lív í og einki fræ at sáa, hvussu hevði so sæð út? Hevði okkara lagna tá verið Hetlands? Høvdu vit í dag tosað eina danska dialekt, ongar egnar sang- ir sungið, ongar bøkur skrivað, einki yrkt, einki skapað? Høvdu vit ongan Hans Andri- as Djurhuus havt, ongan Martin Joensen, ongan Heðin Brú, ongan Chr. Matras, einki av øllum hesum, sum vit eru so errin av og so góð við? Hevði undirritaði tá - tí at hann ongantíð hevði kent nakran elddóp, ongan heilagan loga, onga medvitan og onga skap- anargleði - hevði hann tá bert havt tómar bókhillar at víst á og bert av og á kroyst burtur úr sær onkran veitslusang og onkra konfirmatiónssøgu á eini danskari dialekt? Høvdu vit einki Fróðskaparsetur havt, einki Norðurlandahús, einki egið sjónleikarhús, einki útvarp, einki sjónvarp, ongan egnan skúla, einki listasavn, einki merki at víst á heimsins høvum og ítróttavøllum? Høvdu vit tá bara fallið í fátt og einans ant í eini aðrari tjóð? Ja, hvussu hevði endamáls- greinin frá jólafundinum sæð út? Vit kenna ikki svarið, men eg fari at loyva mær at svara, ja, eg frykti fyri, at soleiðis hevði tað sæð út. „Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu, ert tú ein deyður maður“. Men undrið hendi. Málið hevur ongantíð verið ríkari enn í dag, skapanargleðin ong- antíð størri, tjóðin ongantíð meira livandi. Tað vellir og grør um alla leið sum ongantíð fyrr. Barndómurin, tann langi og strangi, er farin aftur um bak, og ungdómstíðin, tann bragdliga og óttaleysa, hevur tikið við. Tann mishátti dunnuungin er ein strálandi svana- ungi. Sjálvsagt veit eg, at vit ikki eru komin á mál. Nær verða vit tað. Sjálvsagt veit eg, at mangt er at fýlast á. Tað verður tað altíð. Men sett upp ímóti jólafundinum fyri hundr- að árum síðani er myndin her omanfyri - eftir mínari áskoðan - als ikki á skeivari leið. Men um hundrað ár, hvussu sær tá út? Eins lítið tey á jólafundinum kendu svarið, eins lítið kenna vit tað. Tað blæsur í vindi- num. Stendur skrivað í sandi.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.