Fríu Føroyar - 25.04.1942, Qupperneq 2

Fríu Føroyar - 25.04.1942, Qupperneq 2
Nr. 1 FRlU FØROYAR 1. árg. MÍN TØKK TIL SKIPAFELAGIÐ FØROYAR Til tykkum partaeigarar Skipafelag Føroyar’s, suin seinasta summar vildu gleða ineg og sendu hetta bræv: Tórshavn, 29. juli 1941. »Harra Andrias Ziska, keypmaður, her. ídag (Óla\søkudag) eru runnin 25 ár, síðan lygum sum f)'rsti maður setti fratn uppskot um at stovna før- oyskt farmasiglingarfelag, og harvið legði grundaisteinin undir tað arbeiðið, sum so fór frarn í hesum fyri okkara land og fólk so týdningarmikla máli. Sambart samtykt á aðalfundi í Skipafelagnum Før- oyar 29. mai í ár loyvir nevndin sær felagsins vegna at bera tygum okkara bestu tøkk fy'ri tygara ídna og grund- leggjandi starv í hesum máli. Við heiisu og hávirðing n. v. Edw. Mitens. Jens Pauli í Dali. Z. Hcinesen.i. vil eg her senda mína hjartans tøkk. Heita bræv tvkkara voldi mær stóra gleði. Eg vil eisini her frambera tað ynski og ta vón, at hesin annar veraldarbardagin skal geva okkurn so stóra sam- eining og styrki, at vit fáa farmasigling at vera ein høvuðs- vinning fyri Føroyar, soleiðis sum tilætlað var tyri 25 árum síðani. Lfkindini skuldu verið av teim bestu, bara Førovingar semjast. Her er góður stýriinannaskúli, her eru longu nógvir farmasiglingsinenn, og verður rætt atborið, kunnu Føroyar eiga fieiri góð farmasiglingsskip; tá bardagin kernur at enda, tí stórur er longu tann peningur, Føroyingar eiga hjá Onglandi. Ein partur av teirn fer neyvan hentari enn til bygging har av farmaskipmn til Føroyar. Føroyingar kunna tá eins og aðrir sigla kring heimin við vørufarmi. Tórshavn, 6. februar 1942. Við heilsu og hávirðing Andrias Ziska. STERKARI og HALD- GÓDARI ENN NÓGV- AR VANLIGAR SKJÚRTUR Spyr handils- mann tín. Døm sjálvur. Gjørdar úr avgjørt gavntódnaðum tyrsta flokks poplin I hvlt- um og litaðum sløg- um fyri at svara tll VAN HEUSEN flippur. Hóskandi flippur fáast altíð. VAN HARÐING SKJÚRTAN er út- gjørd við „van Heusen" hálslíning, ið als ikki tódnar og hálvstívum man- sjettum úr »Van Heusen« tilíari. Tað er trygd fyri at skjúrtan situr væl, er vøkur og haldgóð frá hálslíning, sum er vovin eftir skapilsinum av hálsin- um, til mansjetturnar, ið ikki fara av falding, og sum vara nógv longri enn tann vanliga iina mansjettan. VAN HARDING Shirts made by Hardine;, Tilton & Hartley, Ltd. London & Taunton, England. Føroyar frítt land — (Skrivari: Andrias J. Ziska) Eitt t;ið vakrasta land, Gud hevur skapt, eru Førojar. Soleiðis siga menniskju, sum hava ferðast víða um helmin, og fyri okkum Føroyingar vilja Føro\-ar sjálvsagt altíð kennast vakrar, vera okkara dýrasta, tryggasta heim. Gud, skaparin, hevur unuað Føroyingum at' liva so nógv árhundrað, at vit hava lingið egið móðurmál. Forfedranna Norrønamál o. a. er gjøgnum øldir uinskapað til Føroyatungu, lil okkara kæra, vakra móðurmál, Føroyamál. Frá vøggu til grøv er Føroya tnál, okkara rnál, tað kær- asta vit hoyra her á foldmn. Og oyggjarnar Føroyar er kær- asta land hjá okkum Føroyingum. Her vilja vit liva, og her vilja vit hvíla tá eygu slókna, inntil skaparin tekur okkum heim. Á hes um lítla oyggjalandi funnu kristnir menn — munkar — frið og hvíld í ottandi øld. Her funnu heidnir menn bústað í tíggjandi øld. Tá gjørdist Føroyar heiðið land, tá vóru Før- oyingar víkingar. Teir fóru lá herjancfí' á onnur fólk og ránaði frá teimuin fólk og fæ, tá vóru Føroyingar manndrápatar. Men tá P'øroyar aftur vóru kristnaðar, hendi tað undur í Føroyum, mótsatt flest ølíum londum, at tá vendi fólkið sær burtur frá leirri fyrru natúru at drepa fóik. Her gjørdist til- fullnar á henda hált eitt kristi fólk, eitt friðafólk. At drepa fólk og samsiundis kalla seg kristi fólk, heldur Føroyafólk vera mótsigandi grmidreglum kristnilæru, boðum Guds. Á donskum máli er 5ta boð soljóðandi : »Du skal ilcke slaa ihjel.« Hesum boð iiava ið hvøit fall Føroyingar viljað veiið lýdnir síðaui Føroynr vórðu kristnaðar, og so fer nú erinhvør onnur tjóð at standa lil svars j-virfyri Gudi hvussu I1011 hevtir verið lýðin hesum boð. Soleiðis er henda andiliga støða Føroya fólks í dag, og nú verður at royna at finna bestu leiðir og vegir hjá Føroy- ingum at ganga og liva sum frítt sjálvráðaridi fólk, soleiðis sum okkum stendur i boði sambart *The Atlantic Charter* 3 og 4 part soljóðatidi: 3. They respect the right of all peoples to choose the form of Government under vvhich they wiH ',vel and they wish to see .sovereign rights and self goverri' ment restored to those who have been forcibly depi" ecj of them. 4. Theý vvill endeávour, witli due respect for their exist. ing obligations, lo lurther enjoyment by all States^ grcat or small, victor or vanquished, of access, on equal terms, to the trade and to tlie raw materials of the world which are needed for their economíc pr0. speritv. Her verður sagt okkum, at eisini eitt so lítið fólh surn Føroyingar hava fingið tilboð <it vera eitt frítt fólk og hann sjálvt avgera, hvussu skipan landsins skal vera, at eisihi vjt skulu hava part í ráevnum heimsins á sama hátt og javnbjóðis stórlondini, so inikið sum okkum tørvar til økoriomiskan framburð. Tað er soleiðis vissa okkum Føroj'ingum, at vit kunno teljast millum fríar tjóóir, um vit sjalvir vilja tað. Vit kunnu t( longu nú taka upp arbeið at kanna eftir og harvið ætla uiti, hvat broytast má f\ri at fáa landið so liviligt sum møgt'hfít. Landið sjálvt gav forfedrum okkara munagott rneiri enn nú, eftir tólkatalinum. Til dømis vóru í 1801 her í landinurn 5265 menniskju, og av hesum livdu um 80°/0 av jarðabrúkin- um. í 1850 var fólkatalið 8137, men tá livdu bara 3513 av jarðabrúkinum. í 1901 var fólkatalið 15230, herav vóru 6119, ið livdu av jarðabrúki. í 1911 var fólkatalið 18000, men nú vóru 2031, ið livdu av jarðabrúki.

x

Fríu Føroyar

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.