Fríu Føroyar - 09.05.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 09.05.1942, Blaðsíða 2
Nr. 2 FRÍU FØROYAR 1- árg, og Danir. Ognarrætturin til Føroyar er teirra, sum føðast og liva her, og tá tey anriast geva til synir og døtur føðilandið Føroyar, teir fingu frá fedrunum. Administrasjón og ognarrættur er hvørt sítt. Ognarrætt- urin og føðingarrætturin eru eins og er tað altíð fyrsti rættur børnum landsins. Administratiónin kann vera á hondum ann- ara landa tjóð, men tað kann ikki vera privatrættur og aldrin verða Fblkarættur. So leingi sum ognarar og administratorar — her Før- oyingar og Danir — liva í semjing, ella ognarin ynskir at hava administrator, kann hetta felagslív teirxra vara frá ættarliði til ættarlið, inntil ognarin sjálvur vil stýra búgvi sínum. Hevur -samlívið verið so gott, administrator verið so rættvísur, at einki er at trætast um, tá teir skulu skiljast, ja tá fer alt fram í sámuligheit og góðsemju, og vinskapur verður tá tjóðanna millum. Kemur trælumál fram, og hetta er so stórt, at semja ikki kann fáast,. tá verður hetta at frambera fyri fólkadómstól tjóð- arinnar til avgerðar. Náttúrligur rcettur. Náttúrligur rættur er, at hvør tjóð hevur egið flagg. Hetta merki tjóðanna er serstakt lógfest har sjómark er og sigling verður. Føroya skip hava Fóroya flagg, og eru tí Føroyingar javnlíkir teim tjóðum, ið skip hava siglandi á stórhøvunum. Landið Føroyar er avmarkað av Atlantshavinum, alt sum tað er, og er tí sjómark kring alt iandió. Um sjóreglur og sjómark tala av og á sjófarandi tjóðir sínámillum, og vera tí Føroyingar at koma til avgerðar um hesi mál saman við teimum, tá hesir fundar verða hildnir. Havið hevur frá vjkingadøgum og til dagin í dag verið innløguvegur Føroyinga, nærlendis og fjarlendis, og tað vil viðvarðandi verða soleiðis. Tí er tað um at gera, at Føroya- tjóðin vissar sær allan sóma á hesum veg, so gott sutp fáast kann. Her má til fullnar verða hildið í geyma: Har ein ikki er og ræður sjálvur, verður ein og rættur eins ikki meira enn hálvur. Føroyar og Danmark eru komnar í ógreitt felagslív. Sjálvt menn, sum Føroyingar hava valt sær inn á Løgting siga, at administrator forðar og fjalur. Men tá administrator ger tað torført hjá ognaranum at síggja. og vita, hvussu ognir hansara verða hagreiddar, tá er felagslívið vorðið so rangvørt og móti ødum rættvísi, at ognarin, Føroyatjóðin, eigur at taka alt ræði og gera Føroyar frítt land. 25. apríl 1942. Andrias J. Ziska. Alt elektrisk arbeið til hús og skip verður væl úr hondum greitt. 011, ið ynskja sær elektr- isk ljósanlegg í skip, bát- ar og hús, kunnu venda sær til Leif Mohr, aut. installatør. Telefon 220. Føroyar frítt land — (Skrivari: Andrias J. Ziska) (FYamhald) Av kjøti varð í 1935 innflutt 473.314 kilo, av feitti 12.032 kilo. Eisini vørðu 501.960 høsnaregg innflutt. Grønmatur fyri 105.000 kr., húðir, skinn og fóttoy fyri 337.000 kr. Árið 1935 má vera eftirkanningarárið, hóast tað bggur 7 ár afturi í tíðini. Seinri ár geva ikki so álítandi tøl at tala um, men fólkaøkingin síðani 1935 ti 1 nú kann vera leiðbein- ing afturat. Við nútíðarprísum er hesin innfluttningur øðiliga stórur. • f Føroyar mega gjalda tilsamans fyri henda innfluttning nu um 3.125.000 kr. Nógv yvir 3 mil. krónur árliga. Flest allir Føroyingar vita tó, at so stórar víddir finnast enn á flest øllum oyggjunum, ið kunnu gerast til gott græs- lendi, at slíkar vørur ikki áttu at verðið .innfluttar. Og verða hesar víddir ruddaðar og veltar til gott græslendi, tá kunnu tær ikki bara geva' nóg mikla grøði til framleiðslu av hesi innfluttu mongd av mjólk, smøri, osti, kjøti, feitti og eggum, grønmati, húðum o.s.fr., men marigar ferðir tað- Hetta er tí ein stórspurningur fyri Føroyar. At framleiða heima i landi okkara alt hvat kann framieiðast er fyrsta og størsta mál hjá einum fríum, sjálvráðandi fólki. Tað verður ikki her bara núlivandi Føroyingum, hetta gagnar. men hetta verður tá eisini fyri komandi ættarlið ein hin størsta gávan ella arvur, vit kunnu geva teimum; tí tað ger teimum møgu- ligt at fáa góðan føroyskan mat, fáa nóg nógv av mjólk til børnini, og ger lí.við tryggari hjá teimum át búgva her í Føroyum. At taka stórtak í hesum vil samstundis geva arbeið til nógvar Føroyingar, geva teimum inntøkumøguleikar, um so- leiðis verður skipað fyri, at tað innanfyri eitt stutt tíðarmark skal ruddast og veltast, fvrst so nógv sum kann geva sam- felagnum hesar landbúnaðarvørur, ið higar eru komnar frá útheiminum. Hetta stórtak vil beinanvegin tá geva, spara, Føroyingum henda stóra innfluttningspening — yvir 3 mil. kr. árliga — tá so mikið er blivið græslendi. Men eisini vil tað, meðan ar- beiðið fer fram, geva Føroyum so mikið størri virði, sum hetta »kultiveringsarbeið« til hvønn dag arbeið fer fram, er biivið meira vert, enn tá landið lá sum hagajørð. Hvat er stutt tíðarmark? Ja tað kann vera 5 ár, ella styltri. Men siga vit ein 5 ára-plan sum fyrsta verk, og verður innfluttningspeningurin árliga t. d. ein fyrimynd at rokna við sum gjald árliga til veltingarmenninar, tá verður at gjalda árliga væl 3 milliónir krónur til hetta. Hvussu stór daglønin til hesar arbeiðarar skal vera, vil tíðin og prístalió avgera. Siga vit at 1000 menn arbeiða dag- liga og lønin verður sum nútíðar tímaløn, vil hvør teirra fáa 3 — 4000 kr. árliga, og tað svarar til nærum hesar innfiuttu vørukostnaðar av landbúnaðarvørum, vit nú árliga mega gjalda. Tað kann kannast eftir og gjøllari ávísast, hvar bestu líkindi eru at byrja hesi arbeið, hvar peningurin skal takast frá til hetta uppbyggingararbeið, hvussu taðfall skal útvegast, hús og vegir byggjast, kálvar viðsetast, hvussu nógv skal gjaldast av tí almenna til viðsetingina o.s.fr. Eisini má spurningurin um, hvussu samarbeió festarar, ognarar og teir menn, sum samfelagið fær til at gera rudd- ingar-, veltingar- og byggingararbeiðini, skal fara fram. Alt hetta mega Føroyingar tala um og koma til semju um. Onkur kann halda tað vera ógjørligt at fáa Føroyingar í ein bólk jarðaspurninginum viðvíkjandi, at tað vilja koma so nógv tjakmál inn í hetta tiltak, at alt vil koma í stóra fløkju sum so mangan fyrr, men eg havi ta vón, at tiðin nú er inni til tess at fáa besta úrslic eisini her. .f»ii (Meira.)

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.