Fríu Føroyar - 23.05.1942, Blaðsíða 2
1. árg.
FRÍU FØROYAR
Nr. 3
Tað er ikki bará í Havn, at góðir menn finnast ið duga
at byggja bátar og skip, so kann byggitilfar fáast, eru nógvar
hendur tilreiðar at fara undir byggiarbeiðini.
Nógv før eru horvin, tí mega Føroyingar taka henda
spurning upp í størri álvara enn higartil.
Teir, sum forða, mega koyrast burtur, og teir sum vilja
hjájpa, mega vit styðja.
Vit biðja tí her Løgtingsins formann taka henda spurning
upp av nýggjum.
Seint er betri enn ovseint.
Hetta má gerast skjótast møguligt.
Kapitalistar og kapitalistar valdast.
Tá menn gerast knappliga ríkir peningaliga, vil tað síggjast
hvat dugur er í teim.
Her i Føroyum eru fleiri menn nú at kalla kapitalistar,
hava so nógvar pengar, at tað er teim møguligt at gera stór-
arbeiði á sjógv og á landi, um teir vilja vága pengarnar í
stóran mun.
í einum demokratiskum landi sum í Føroyurn er tað enn
loyriligt hjá einstaklingum at. liva frítt, hava privatvirki og
lata >privatinitiativið< hava frítt »flog«.
Her i Tórshavn finnast nakrir menn, ið hava stórar inn-
tøkur, og tveir teirra fingu í næstseinasta >Føroya Social-Demo-
kratic ábreiðslu. Men bara at høgga í menn í hesum døgum,
tí teir hava stórar inntøkur, er órættvíst, tá sama blað heldur
rimarfast uppá demokrati og onga aðra landaskipan vil hava,
tað er órímuligt. Ja, í seinasta »Føroya Social-Demokratic er
oddagrein, sum endar soleiðis:
»Fyri at eingin misskiljing skal fáast burtur úr hesi grein,
vilja vit undirstrika, at vit eru — og verða — demokratarc/
Tað kann ikki á nakran hátt vera loyviligt at gera seg
inn á menn við stórum inntøkum í einum demokratiskum
landi, bara tí teir hava nógv størri inntøkur enn fjøld, uttan
so er, at teir við inntøkum teirra gera skaða í samfelagnum.
Tað hava hesir menn ikki gjørt, halda vit. Báðir vága pening
teirra og royna at gagna eftir førimuni á sjógvi og landi, teir
eru tí tveir fyrigongumenn, men ikki bara tað. Teir eru báðir
tveir føðilandskærir menn, sum ynskja, at føðilandið Føroyar
skal gerast frítt land og Føroyingar eitt sjálvráðandi fólk. Ikki
mega vit fara illa við føðilandskærum monnum, tá teir, sum
hesir báðir, royna at gera {jagn við peningi teirra.
Annars tykist tað vera'xjin ógreið oddagrein, henda sein-
asta í blaðnum »Føroya Social-Demokratc, tí teir fløkja saman
tveir stýrisháttar, nevniliga kommunismu og demokrati.
Tað fer neyvan at bera væl til at halda rimarfast við
demokratiskan stýrishátt og samstundis siga: »Latum okkum
ognarleysu Føroyingar kenna okkara vitjunartíð og verða við
í tí stóra reyða liði, sum nú er farið til gongu og aldri kann
steðgast afturc. Hetta ljóðar av »frasum«, tí kommunisma er
kommunisma, men demokrati er nakað heilt annað.
í demokratiskum landi kunnu kapitalistar trívast.
Nýliga heimkomið.
Klædnastoff til kvinnur og menn.
Seymaðir klsdningar.
Stoutur — Lørift — Tvisttoy — Flonel.
Ullint og silki kjólatoy o. m. a.
Mavnavbazavuvin.
Føroyar frítt land —
(Skrivari: Andrias J. Ziska)
(Framhald)
At gera Føroyaland liviligt, soleiðis at øll fáa nógmikið
til matna, klædna, innivist, hita, hugnað og ásettu samfelags-
útreiðslur, má verða tað mið, Føroyingar stevna (mót, og tað
kann náast, tá Føroyar gerast frítt land og fólkið ræður.
Føroyingar kunna tá fara undir ein S-ára plan, har iooo
menn ella fleiri kunnu fáa arbeið á landi við rudding, velting,
vegbygging, húsabygging og øllum, ið kann hjálpa til at geva
samfelagnum ta mjølkamongd, kjøtmongd, smørmongd, feitt-
mongd, eggjamongd o. s. fr., ið tørvar, men má fáast, skal
fólkið verða sunt og sterkt og ikki gerast sjúkligt.
Størri og størri framleiðsla vil ikki bara geva samfelagnum
hesi líkindi og spara 3—4 milj. krónur árliga (so stórur pen-
ingur sum t. d. ein 31 /2^/0 rentuvirða av IOO milj. kr.), men
eisini tá samstundis stinna landsins keypievni í avreiðingslond-
um, gera Føroyar har hesar 3—4 milj. kr. meira verdar ár-
liga, um avreiðingspeningur landsins ikki minkar. Minking
nýtist ikki at koma, tí sum tíðirnar føra framá, broytast fiski-
og siglingsháttar, fiskiinntøkur og aðrar siglingsinntøkur land-
sins. Broyting er longu nú so stór, at bara um 1000 menn
eru við fiskiførum Føroya, meðan um 4000 vóru árini framan-
undan. Tá líkindi gerast góð aftur at fáa tilfar til skipabygg-
ing og at nøra um skipatalið, vil avreiðingspeningurin verða
tilsvarandi størri enn nú.
Umframt hetta vil ein størri og størri framleiðsla av
landbúnaðarvørum, í sama mun sum henda mongd økist ávirka
vøruprísirnar, so tað gerst møguligt hjá einum og hvørjum at
fáa nógmikið av hesum mati til lægri og lægri prísir, tá fram
líður.
Nú er hesin matur so dýrur, at hann bara er keypandi
av fólki vió stórum inntøkum, skal keypið vera hvønr.dags-
matur, og nú er so syrgiligt við nøgdum av hesum neyðsynj-
arvørum, at børn gráta, tí tey ikki fáa nógmikið av mjólk, og
sjúklingar fáa ikki nógmikið av kjøti, mjólk, eggum o. 0.
Hvussu peningurin til 5-ára plánin skal útvegast, hvar
hann skal koma frá, er nú næst at tala um og semjast um.
Fyrst skal nemast við núgaldandi peningar.
Heimapeningur landsins.
Heimapeningur er peningurin, sum er lógfestur gangbarur
peningur í Føroyum, men má umvekslast (il uttanlanda-pening
í teirri mongd, suin landaskipan og sáttmálar landanna millum
áseta.
Føroyingar hava 3 ferðir fingið heimapening síðani á
summri 1940. Fyrstu ferð var eitt kontroll-páboð, og tá vóru
allir danskir seðilpengar innsendir til ástemplingar: »Kuri
gyldig paa Færøernec. Allur hesin peningur varð tá gjørdur
heimapeningur F'øroya. Aðru ferð vórðu nýggir pengaseðlar
gjørdir her heima í Føroyum. Triðju ferð varð uppaftur størri
seðlanøgd til Føroyar prentað í útheiminum. Eisini eru smá-
pengar gjørdir til Føroyar, sum bara gangbarur heimapeningur
Føroya.
Á øllum hesum peningum er frámerki: »Færø Amt og
Danmarks Nationalbankc, og hevur henda nýggja seðilmongdin,
ið prentað er til Føroyar, givið ein stóran grunnpening. Um
tað er eitt lán frá Føroyum til Danmarks Nationalbank, ella
hetta er ætlað at vera ein gáva, vita vit ikki enn. Tó vita
Føroyingar, at henda nýggja seðilmongd var fleiri mill. krónur,
og tað hevur Føroyatjóðin sanniliga ikki ráð til at lata fara
fyri skeyti. Hesin grunnpeningur eigur at gerast Føroya-
lands ogn.
Um henda spurning og allar peningaspurningar fara Før-
oyingar og Danir at tala saman, tá Føroyar skulu gerast frítt
land, eins og øll peningaskifti frá Føroyum til Danmarkar og