Fríu Føroyar - 23.05.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 23.05.1942, Blaðsíða 3
Nr. 3 FRÍU FØROYAR Telefonstøðin. 1. árg, Slzóbúðin vzð ánrveg hevur nú aftur fingið nýggjar vørur. Stórt úrval av damu-, harra- og barnafóttoy. Gerið so væl at ganga inn á gólvið. Bygdaordrar avgreiðast við fyrsta posti. frá Danmark til Føroyar, meðan Danir. Norðmenn og Føroy- ingar vóru í sambandi og meðan Føroyingar og Danir hava haft samband, verða tá gjølla at granska og rættvíst at ávísa til semju ella til dómsmál. Ið hvussu so verður, vil aftur tá kunna gerast páboð til ástempling av øllum seðlum, ið nú bera frámerkið >Danmark*. Teir verða tá umvekslaðir við nýggjar pengar, nýggjár penga- seðlar, ið tá Føro)dngar einsamallir eiga. Henda gamla »dansk- føroyska* seðilmongd kann varðveitast her á landi, inntil av- gerð er komin hesum peningaspurningi viðvíkjandi, antin so Føroyingar og Danir koma á samt, ella dómstólur tjóðanna dømur partanna millum. Arbeið skapar peningavirði og pening. Hesi seinastu tvey árini hava Føroyingar fingið størri kunnleika um pening enn øll fyrru ár hava víst teimum. Fyrr var gullglæman stór. Tá var trygd peningamanna á bankana gulllagrum, sum vóru nevnd føtur pengaseðla- mongdana. Men hesir føtur vóru árini aftaná fjura veraldar- bardagan vorðnir so veikir, at stórlond noyddust at siga frá veikleikum gullfótsins, noyddust at lata seðilmongd ferðast uttan gullføtur. Tá fór tglansurin« av gullmum. So við og við fóru fólk at fata, at tað bar til at liva og virka uttan gull. í Føroyum er so umbroytt peningaliga, at meðan her við 1900-ársbyrjan so at siga bara sóust gull og silvurpengar, vóru hesir horvnir at kalla øll tey seinastu 20 árini. Nú sambandið við Danmark kvettist, og peningaspurn- ingur landsins kom inn á løgting, var har nógv umhugsað, hvussu trygd peninganna skuldi verða. 011 vita, at enn hvílur alt á tí gamla grundalagnum, men F'øroyingar hava talað nógv um henda spurning, og teir, sum hava nógvar pengar og hvørs inntøkur eru stórar, kenna alt heldur fjart. Eingin veit, hvat virði garantibankans er, og hvussu alt hetta fer at enda veit fjøldin enn ikki. Føroyalands avreiðingspeningur. Dugandi menn finnast nógvir í Føroyum, og øll mega veita teimum stóra tøkk. Miklan dugnaskap og stórt dirvi hava teir, nú ófriðurin herjar á. Tað eru teir menn, sum lívið hava vágað, sum hava siglt farmar frá Føroyum til avreiðingar hesi tvey ár, ið hava skapað Føroyum, F'øroyingum, stóran pen- ingagrunn í útheiminum, samstundis sum tó eru innfluttir nógvir vørufarmar. (Meira). Eini stór, nyggj handilsliús til sølu. Eini nýstoypt hús, við byggitilfari til skilarúm og við bryggjuplássi har stór skip kunnu koma at, tá brúgv er liðug gjørd, eru til sølu fyri lágan prís. Handilshúsini standa á besta plássi inni á Kongshavn. Nærri frágreiðing hjá Fyrr var tað almenn hugsan, at telefonverkið var gjørt fyri Føroyafólk, nú eru fólk farin at ivast, og summi spyrja, hvat ætlanin var, tí tað tyktist nú sum um tey, ið sita á tele- fonstøðum halda at hetta verk er gjørt til tey, ið verkið havá undir hond. Rangvørt er, og um fólk ynskja at fáa eitt betri tele- fonverk og betri telefonsamband er ikki løgið, tí tað er nú langt ífrá, at sambandið manna millum, bygda millum og oyggja millum er so skjótført, sum slíkt eigur at vera. Enda- mið telefonverksins skal verða, at talu- og telegramsending skal gerast so skjótvirkandi sum tað á nakran hátt kann verða gjørligt. Viðvíkjandi telegramsending hevur telefonstøðin í Havn vága sær.nú so langt, sum at taka ímóti telegrammi, seta frí- merki á og senda tað í postinum. Posturin leggur tað á hyll, har tað verður liggjandi, inntil onkur kemur at spyrja antin bræv er. Men slíkur atburður er so høpisleysur, at harðliga má átalast. Telefonverkið er ogn Føroyinga, og telefonstjórin er tænari Føroyafólks. Gloymur hann tað, ella kann hann ikki tæna fólkinum, er tað best at hann sigur seg frá starvinum. Alt kann ganga til eina tíð, men tað kann gerast so ringt og trupult, at samfelagið noyðist at finna sær annan fyristøðumann. Sc>klicn? 1 Silki eg mcpccriscraðir aokkav — „Kayser-8ondcr“ — táasl í Tcitít. 64. Scijpuhúsinum, Tóvmhavn. Beldams PILOT pakningslagir. Tórshavn — Føroyar. Telegr. »Veepilot«. Máltr. 60. (Hygg væl eftir, at navnið PILOT er merkt í flagginum (PILOT Flag Seal), annars er tað ikki hin við- gitni góði »Beldam’s PILOT« ekt- aði pakkningur). A. ZISKA, Tórshavn.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.