Fríu Føroyar - 27.07.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 27.07.1942, Blaðsíða 1
*9 NUMMAR 10 Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. mmsmmmmmmssm 1. ÁRG. ÓLAVSØKAN 194 Aftur er ár runnið. Ólavsøkudagur er í ovurmorgin, og Føroyingar hittast her í Havn nakrat hátíðardagar sum teir hava gjørt í árhundraðir. Ein framum vøkut hátíð hevur ÓJavsøkan altíð verið, og vónandi fara Førdyingar at halda Ólavsøku í ár í frið og øllum góðum, hóast mangt hóttandi er nú á døgum. I ár verður umframt hitt vanliga Ólavsøkustarv ein minningartíð um okkara merkismann Nblsoyar Páll. Vit fara nú aftur at minnast hansara starv fyri føðilandinum og royna at taka upp aftur tað. avbeiói, suvti l'edrar okkara og vit fyri 33 árum síðani tóku okkuin saman um, at savna inn peníng til ein minnisvarða. Innbjóðing var tá send til allar Føroyingar soljóðandi: »Vit Føroyingar hava altíð verið eitt fáment fólk. Latidið vit búgva í, hevur so lítið øki, at ikki fcr vón til, at vit skulu hava verið mannsterkir; men tó vit hava verið so fáir í-tali, hava Føroyar kortini fostrað nakrar tiltiknar merkismenn, sum vit kunnu minnast við æru og sum vit kunnu gleða okkum yvir og erpa okkum av, at teir vóru av sama berginum brotnir, suni vit eru. 1 Ein hin ýtarsti av okkara merkismonnum var NÓLSOYAR PÁLL. Abbi hansara var slektaður innan av Skála, hann æt Jógvan og var sonur Skála Pál. . Hesin sami Jógvan giftist til Nólsoyar, elsti sonur Jógvans æt Páll. Páll hesin átti sjey synir, og fjórði elsti sonurin var Nólsoyar Páll, sum føddur var í árinum 1766. Nólsoyar Páll gekk burtur á siglingsferð í 1808, tá ið Danmark var í kríggj við Ángland, og var soleiðis ikki eldri enn 42 ár, tá ið hann doyði. I hesum bjóðisbrævi er ikki plássið til at reikna upp alt tað nógva, hann avrikaði, ta stuttu tíð, hann var á lívi. Her skulu tí einans framførast nøkur fá orð um, hvat maður hann var og hvat ið hann vildi. A Nólsoyar Pálls døgum vóru Føroyingar í fleiri lutum eitt fólk, sum var heft við tvingandi bondum. Tað var t. d. yvirhøvur forboðið fólki at fara til útlondini, og tað var for- boðið, og strangar bøtur lagdar á, al handla við nakran annan enn tann konguliga handilin. Eingin var lærdómurin, tí latín- skúlin í Havn var tá komin á fallandi fót. Nólsoyar Páll, sum av natúrini var ein frálíka vittigur maður, hevði á sínum to áta ferðum í útlondum bitið merki í mangt og ivaleyst verið sterkt hugtikín av tí frísinnislrevm, sum um tað bilið fløddi út yvir øll mentaði lond. Tá ið hann kom heim aftur og reiðiliga fór at ansa eftir, hvussu syrgiliga landsmenn sínir vóru havdir í bondum, tá vaknaði hjá honum ein brennandi hugur eftir at loysa teir sterku knútar og gera viðurskiftini livuligari hjá fólkinum. Vegurin, hann vildi ganga, var tann,- at menna teir til sjálvar at taka róður í hond. Sjálvir skuldu teir sigla síni skip, hvar teir vildu, og sjálvir skuldu teir eiga sín handil. Hann gekk sjálvur á odda: Bygdi sær skip. silgdi út við tí og tók Føroyingar við sær at venja til skipsmenn; hann handlaði við varum, sum ikki tann konguligi handil hevði einarætt lil, og hann fekk avgerðir í lag við krónprinsin (Fríðrik 6ta) friheitini í P'øroyum til frama. Væl eydnaðist honum fyritøkurnar, tó at handilsdirektiónin við øllum sínum brøgdum royndi at forða hansara verki. I krígsárunum, meðan Føroyingar liðu hungur og svølt, royndi hann av øllum alvi at bjarga teimum breyðið í munnin. Tað var á eini slíkari neyðsendar ferð fyri landsmenn sínar, at hann ikki bar boðini aftúr. Tað skal víða leitast eftir einum slíkum vala manni, sum Nólsoyar Páll var. Hann var ein dugandi bóndi — tað kongl. danska landhússelskap hevði ætlað hontim eina medalju fyri dugandi bóndaskap, men hann doyði, áðrenn hann fekk hana —; hann var bæði bátasmiður og skipasmiður, smíðaói sjálvur sítt skip; hann var sjómaður hin besti, silgdi í mong ár sum kapteinur frá Amerika og síðani hiðan ífrá; hann hevði ógvuliga gott hegni til handil; hann gjørdi eitt bragd í lekjukynstri, sum enn á døgum millum vísmenn verður nevnt við miklari æru, sum var, tá ið hann førdi pokuvágin (kokoppevaksinen) til Føroyar; hann dugdi fleiri tungumál og var sera væltalandi á sínum egna Føroyska máli; hann v'ar av okkara allar bestu yrkjarum, soleiðis sum »Fuglak\ ;eði« hansara og »Jákup á Møn« og F'runtatátturin bera vitnisburð um; hann var av bestu kvøðarum og hevði eitt fráskila vakurt og vælklingatidi mál. Hann dugdi eina yvirhonds rúgvti av kvæðum og hevði skrivað tey upp, hvat nærum var ókent í teirri líðini. Tá ið ein maður sum Nólsoyar Páll, við sínum góðu evnum og sínum góða hegni, royndi at brtika st'nar gávur til at hjálpa landsmonnum sínum upp á føtur, so er ikki undur í, um vit Føroyingar, hansara eftirkomarar, bera hansára navn í virðisfullum minni. »Men eyguni vilja eisini hava nakað«, sigir orðtakt'ð, og tað hevttr tí leingi ligið á Ijóði at reisa eitt sjónligt merki til minnis um henda merkismann okkara. Tað er helst ikki at ivast um, at nógvir eru teir Føroy- ingar, sum gjarna vilja taka undir vio at fáa hetta verkið í lag. Tað er sjalvvaldi, at tess fleiri pengar vit fá.a skotið saman, tess prýðiligan' kann minnismerkið gerast, so helst skuldu vit roynt at koma upp í einar 10,000 kr. Men um .tað skuldi verið minni, kann væl koma burtttr.úr; eina mest ræður um, at#tað verður javnliga givið, at tað av røttum kann sigast, at Føroyingar reistu Nólsoyar Páli hetta minni.« »Fn'u P'øros'arc. er etit av teimum bløðunum sunt vil taka móti peningum til minnisvarðan og siga lesarunum frá, h\ ussu nógvan pening P'øroyingar nú senda inn til minnis- varða Nólsoyar Pál's.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.