Fríu Føroyar - 08.08.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 08.08.1942, Blaðsíða 3
Nr. 11 FRÍU FØROYAH 1 árg. kann fáa intøkur Hetta kann gerast, tá liugur og hegni er hjá teim stýrandi. Tað hevur verið sagt ( »Føroya Social-Demokratf, at eitt skip sum »Vón< v.il kusta ]jz mill. kr. at bj’psja nú. Eg veitt ikki um hetta er ovnógv ella kanska ovlítið, men siga vit at hetta er nær rættan prís, tá má kannasl eftir besta veg til at fremja bvggingina, so at đriftin ovtólmað jsann vera og til gagn Føroyinga. Tað verður neyðugt at minnast til hesa skiftatidi prístals- tíð, vit nú liva í, sum er samstundis ein skiftandi tíð til virðis- metan. Roknar ein við virðislækkan, og tað tná gerast, vil natúrligast vera^ straks at taka á almenningin tá skip er bygt, ta virðislækkan sum neyðug verðtir til tess at driftin natúrliga kann berast av teimum, sum skipini fáa undir hond. Peningavirðan nú má tí ikki av tí almenna roknast sum normalpeningavirða, rnen lá skip er bygt fyri almenna rokning Og t. d. kostar '/2 mill. tá tað er bygt, má virðislækkan tá samstundis setast á skipið í tann mun sutn roknast má til at driftin natúrliga skal kunna bera seg. Ur almenna inntøkunum má setast inn ein partur, ið skal kunna regulera henda prísmunin til eina hvørja tíð, soleiðis at okkara høvuðsvinna verður stimbrað og lív Føroyinga á henda veg gersts so góð sum møguligt. Skipabyggingin í Føroyum. At skipabygging her í F'øroyum kann fáast til at verða ein góður vinnuvegur og stuðil, ivast eingin í sum veit, hvat virði fyri lond, skipabygging kann vera. Sutn nú er vilja, um farið verður undir at byggja 20 skip árliga, ikki bara einir 200 smióir vera direkta um skipabygg- ingina, men eisini vilja tá jarnsmiðir, seglmakarar, málarar, vognmenn og arbeiðarar á mangan hátt fáa støðugt arbeið. So við og við verður tá skipabygging í F'øro>um at fara fratn til eisini at bvggja jarnskip, seinri tá jarntilfar kann keypast lagaligari og kønir menti kunna koma higat at arbeiða saman við F'øroyingum hesi skip. Tá vil skipabyggingin eisini umfata farmaskipa-bygging. Meti lat okkum nú leggja dojðin á at fáa bøtt um tann miss, ið verið hevur, atvoldað av krtgnum. Skipabygging kann ikki drálast við inntil kríggið einaferð er at enda. Vit mega sjálvir byggja okkara skip. Byggipeningurin. Sum nú er fyriskipað peningaliga, er tað sjálvsagt gjørt fiøkt fyri Føroyingar at menna seg til bygging av einum skipa- flota. Alt er í einum so fløktum og fjaldum skili við hesunt stongda garantbankanum aftanfvri hitt føroyska vinnulfvið, at fáur ella eingiti F'øroyingur kann vísa á natúrliga leið. Vilja F'øroyingar gera Føroyar til frítt land, tá kunna leiðir leggjast av nýggjum, soleiðis sum fyrr er her ávíst. Føroyingar kunna tá fáa sær ein seðil- og valutabanka, og teir kunna fáa sáttmála við Bretland um tørvandi valuta í Amerika. Tá F'øroya Løgting eigur seðil- og valutabankan, katin Løgtingið, hitt almenna, antin einsamalt ella eisini saman við privatmonnum fara undir keypið av byggitilfarinum, motorum og øllum sum kej past skal frá útheimi. Men tá hitt almenna átekur sær at nøra um skipatalið og at endurnýggja hin før- oyska skipaflotan, verður eisini ein lættari og tó ein nýggjur, men natúrligur vegur lagdur til.tess at útvega A rbeiðsløn-pen ingin. ’F'øroyingar hava í, tvey ár havt heimapening, sum er ástemplaður at vera einans gangbarur í F'ørovum. Men hesin peningur er góður peningur her í F'øroj um, tá eingin ger sær iva um og hevur tanka fyri garantiinum. Føroyingar \ita, at tað ber til at keypa fyri hesar føroysku seðlar allastaðni 1 Føroyum,ja enntá kunna teir gera tað møguligt at keypa jørð, hús, fiskalastir her o. m. a. Ikki vilja tí Føroyingar nú ivast um, at tað verður enn betri og tryggari at hava heimapening, tá Løgtingið, F'øroya fólk, garanterar peningavirðina, sum tá verður løgd á grøði landsins, tað Gud letur vaksn her, og tað hann letur Før- oyingar fáa, tá teir søkja havið. (Meira.) Sii* SGigwIicg bófe. Harri Robert Joetisen, Klakksvík, hevur skrivað eina bók: *Klakksvíkar b\-gd í søgut. Hann nevnir hesa bók eisini so- leiðis: »Ein stutt frágreiðing frá upphavi til 1900 við mesta denti á 19. øld«. Tað kann sigast, at henda bók er ein partur av søgu F'øroya. Hon vísur á, hvussu menniskjuni hava livað lív sítt har norðuri i høvuðsbygd Norðut oyinga. Samstundis verða ættarliðini nevnd, tey gomlu, hvørs nøvn liva enn í nógvum bygdum — ikki bara í Klakksvík og bj-gdunum í Norðuroyum, men eisini her í Havn og mangastaðni í F'ørovum. I einum so litlum samfelag sum hinum føroj’ska vil tað so vera, at tev ávarandi kunna vita betri at greiða frá ættar- søgu enn skrivarin sjálvur, men vit halda tó, at harra Robert Joensen er greiður og hevur dugað væl at handfara hetta søgu- liga ævnið, tí nógv er ikki at finna og vísa á F'øroya søgu viðvíkjandi. Tað verður tí hiu munnliga søgan frá manni til mann og frá ætt til ætt, okkara søguskrivarar fáá til brúks. Ummæli manns kann tí gerast órættvíst á henda hátt, og mega tí føroyskir søguskrivarar vera varnir, tá teir taka tað fram. F'øroya søga hevur longu frarnmanundan nóg so nógv av slík- ari mannminkan, ið kastar eitt 1 ítisvert, ódámligt skin afiur á Føroyatjóðina. Um Klakksvíkskingar er tó at siga, at har hevur livað eitt nærlagt og arbeiðshugað fólk. Henda bj'gd er tí í eitt stutt tíðarskeið farin risalop fram í øllum virki, og sjóvinnan hevur har við hesum dugnafólki gjørt fátækar menn ríkar og gjørt innflytingina øðiliga stóra — frá 158 fólk árið 1801 til 1916 árið 1941. Minnist til at vissa tykkum Van Harding skjúrtur og flippur meðctn feer enn tánsl 1 ALLIR SANNIR FØROYINGAR EIBA AT HALDA „FRÍU FØROYAR"!

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.