Fríu Føroyar - 29.08.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 29.08.1942, Blaðsíða 1
NUMMAR 13 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 29. AUGUST 1942 Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. Gjald fyri hjálp til sjúklingar. Ein spurningur er tíverri biivin stórur i Føroyum, nevni- liga gjald fyri hjálp til sjúklingar. Mangar sjúkur herja Føroy ingar. Frá fyrr at vera eitt staksunt fblk, eru Føroyingar seinri mannaminnir blivnir veikir til heilsuna. Sjúkrahús og læknar eru nú kring alt landið, meðan fyrr bara var.eitt sjúkrahús í Føroyum, og ein ella tveir læknar kundu vera til hjálpar og ferðaðust kring landið. Nú er alt farið so illa fram her, at hitt gamla sunna lív Føroyinga hoyrur søguni til, meðan nýggj tíð og við henni nýggjur Tnatur og liviháttur hevur fíngið so stórt vald yvir fólkinum, at ein onnur tjóð noyddist at hjálpa Føroyingum úr neyðini peningaliga, mátti taka á seg at gjalda um '/í m'U' krónur fyri sjúklingaskuld Føroyinga. At hetta er ein skaðiligur yegilr at ganga, kann einhvør Føroyingur fata. Hetta er eisini ein skomm fyri Føroyatjóðina, og samstundis eru vit Føroyingar komnir soleiðis fyri, at maður nú ikki sleppur inn á sjúkrastovu, um hann so verður árendur, dettur niðurfyri ella knappliga gerst so sjúkur, at hann beinan vegin má fara á sjúkrahús, fyrr enn alt sgaranti- systemið* fyri gjaldið er prógvað tilfullnar. Soleiðis má hesin ólukku sjúklingur pínast óneyðugt leingi sum nú sjúkragjalds- >systemið« er fyriskipað. Viðvíkjandi medicinið, gevur orðaljóð >receptana« dømi um, at læknin má spara fyri sjúkrakassan gjald best møguligt. •Hesum viðvíkjandi varð soljóðandi br'aev sent inn til aðal- fund hin 30. mars 1942 : >Til Sjúkrakassan fyri Tórshavn pg Tórshavnar uttanbýggja sókn. Av og á hevur verið frammi ynski um at gera sjúkra- hjálpina í Føroyutn meira einfalda og rættvísa enn hon nú er gjøgnum sjúkrakassasystemið. Hetta ynski 'hevur vaksi seg størri ár eftir ár ikki minst av teirri grund, at her í Føroyum vóru blivin torfør líkindi yvirhøvur hjá kommunum og p.rivatum at fáa sjúkrakassapeningin fram í nógstórari mongd. Undan hesum veraldarbardaga var alt hetta gamla >system« farið at ridla av peningaveikleika. I 1937 t, d. var, sambart >Føroya Social-DemokraU, skuld kommunana til sjúkrakassar- nar í Føroyum 268000 kr., og sjúkrahúsini áttu samstundis øðiliga stóran pening hjá sjúkrakøssunum. Alt hetta sigir okkum, at her er nakað trúandi innkomið, ein stórur vandi fyri Føroya fólk. Sjúkrakassasystemið hóskar har betri hvar limirnir hava vissar ella fastar inntøkur, men ikki væl her, hvar størsti partur av limunum eru fiskarar við lágum, óvissum inntøkum. 011 sjúk menniskir í Føroyum mugu fáa hjálp straks tey føla seg sjúk, og millumliðið mi|lum sjúkling og hjálp má vera skjóttvirkandi og einfalt. Sjúklingurin fær ókeypis indirekta hjálp, sum verður goldin lækna ella sjúkrahúsi frá æntin kom- munu ella løgtingskassa. Tá sjúklingurin er raskur letur hann skatt direkta til kommunu ella løgting. Hann hevur soleiðis longu goldið fyri sjúkrahjálpina. Kommunukassin ella løgtings- kassin lønar lækntim og kostar sjúkrahúsini tilfullnar. Samlaði skattur verður ásettur nóg høgt til eisini hesar kostnaðar. Vit biðja sjúkrak»ssa okkara leggja hetta mál fram til umrøðu og viðgerðar. Virðingarfullt, Andrias Ziska*.. Sjúkrakassin hevur haft spurningin til viðgerðar og bræv er sent til >Centralforeningen for Sygekasser paa Færøerne*, sum vónandi vil senda málið inn til viðgerðar á Føroya løg- tingi fyrstkomandi. Soleiðis sum samfelagsskipan Førdya fólks hevur verið og enn er, vísir tað seg, at meðan IO°/0 av skattaborgarunum hava haft stórar ársinntøkur, hava hini 9O°/0 haft, størra fjøldin av hesum talinum, heilt smáar inntøkur, hóast teir hava haft tungt strev fyri at vinna teimum hesar ársinntøkur. Teirra samlaða ársinntøka hevur verið so Htil, at hon ikki kundi røkka til alt, kanska illa nokk hjá summum til mat og drekka. Hesir somu menn hava tó gjørt so stórt arbeið fyri sam- felagið og verið við til at fáa inn til einstakar, >Lykken's Pamfiliusser«, so nógvar pengar, at teirra ársinntøka er blivin heilt' stór, og ein stórur skattur kann ti Jættliga berast av teimum. Hinir við teim neyðars smáu inntøkunnm eru soleiðis >indirekta« partnarir í hesum skattum ríkmannsins, og natúr- ligast er tí, at t. d. gjald fyri hjálp til sjúklingar kemur úr skattapeninginum. Tá er tað lættari at fáa góða hjálp til tey sjúku, tí tá verður hugsunnarháttur broyttur 5'virhøvur fil tess, at gagn- ligast fynK øll verður, at hjálpa tilfullnar, ikki at spara har, men geva sjúklingunum besta mat og besta medisin, bestu legu og pleyu sum fáast kann til tess at her aftur skal liva eitt sterkt, sunt fólk i Føroyum. Tá verður gjaldið fyri hjálp til sjúklingar so við og við at minka tí tá verður sjúklingatalið minni enn sum nú er. Her kemur tá at liva eitt sunt og sterkt fólk, sum ikki tørvar so nógva læknahjálp. Ja, har vóru orðini! I seinasta >Føroya Social-Demokrati* er oddagrein, ið av øllum alvi roynir at siga javnaðarmenn leysar frá sambandinum við sambandsmenn og teirra ætlan skipabygging viðvíkjandi. 'Nei siga teir nú, vit vilja sanniliga ikki roknast í parti við teir sum goyma ..alla skipabygging til danskar skipasmiðjur og drála í við øllum innkeypinum inntil ófriðurin er lokin, og tað vilja framburðsfelagsmenn heldur ikki. Eingin veit betri enn teir sjálvir, sjálvsagt, hvat teir ið hesum vilja ella ikki vilja, men tíðin vil vísa Føroyingum tað nú skjótt, tí hetta er ein so stórur spurningur fyri Føroyar, at hann má loysast nu beinan vegin. At felagsskapur hevur verið millum flokkarnar, samband-, javnaðar og sjálvstýrið, landastýrinum viðvíkjandi, vita Føroy- ingar, Har hevur ræðið verið og teir, hesir 17 menn, hava tí

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.