Fríu Føroyar - 08.09.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 08.09.1942, Blaðsíða 1
Er J. H. Danbjørg tor- næmur og gloymskur? Taff er einstøkum menniskjum viðføtt at verða tornom, men eitt sovorðið menniskja kann kortini vera eitt gott menn- iskja, og alloftast er tað so bøtt uppá hetta viðfødda brek, at tá eitt tornæmt menniskja fær ein tolnan lærara, sum roynir at siga upp í saman mangar ferðir og á lagaligum veg tað ið fatast skal, vil hetla tornæma menniskja at endanum fáa lær- dómin at sita.so væi í minninum, at hann verður sitandi har með alla, fer ikki úr aftur minninum. Vit hava rokna harra J. H. Danbjørg fyri eitt gott menn- iskja, kanska nakað tornænmr, men eitt menniskja, sum roynir at vera sannført og ræltvíst. Ja sum vit søgdu um hann : sein reinlinjaður maður«. Seinasta grein hansara til ok):um er tó eitt dømi urn, at hann ikki bara er tornæmur, men má sigast at vera gloymskur eisini, og tá er ilt við at gera, tá er nyttuleyst at hava langan orðadrátt við hann. Tá ger minnisloysi hansara at hann førur seg inn í so stóra orðafiøkju, at hann ikki fær greitt seg úr aftur, men endin hjá honum verður óndskapsfullur. Hann veit sær einki betur, enn óndskapsfullur at rokna meg milkim kapitaiistar, og »Fríu Føroyarc kallar hann nú fyri kapitalistablað. Heldur hann seg vera »proletar«-, og heldur hann meg verða ein kapitalist, nei, tað hvørki trýr hann ella nakar her í Føroyum, og hvørki hann ella blað hansara hevur rO)*nt af funnið hollari vegir fyri arbeiðsfólkinum í Føroyum enn teir, sum vit royna at vísa framá í »Fríu Føroyumc. Skal nakar av okkum báðum kunna roknast fyri kapitalist, ja, tá verður tað heldur hann enn eg Á ein góðkendan og natúrligan veg cr harra J. H. Danbjørg fyri rnongum áruni síðani blivin kapitalistur, hann var enntá blivin ein p r i v i 1 i- g e r a ð u r kapitalistur. Meðan hann ger seg inn á meg soleiðis, vil tað vera mær loyviligt at minna lasararnar á — hann sjálvur er so gloymskur, tlverri — at hann fvri stuttum tók til eina grein okkara í »Fríu Føroyum«, hin 13. juni, har ávíst varð hvussu skattainntøkur Føroya fólks vóru undan krígnum. At stóra skattaborgaratalið hevði heilt smáar inntøkur, meðan nakrir fáir høvdu bróðurpartin. Men, harra J. H. Danbjørg var tá ein teirra sum fekk bróðurpartin, ja, enntá ein priviligeraðan bróðurpart; men tað tykist hann ikki vita sjálvur, ella eisini heldur hann at fólk ikki hugsar so langt ella lesur og hugsar so gjølla, at tey vita hvussu hatin hevur haft ein stóran fyrimun sum kapitalistur hesi ár Føro)-atjóðin hevur ligið á knøunum vegna peninga- veikleika. ímóti monnum hvørs skattainntøka bata var 380 kr. (hetta var gjøgnumsnits-skattainntøkan tá hjá 72,5°/o av Føroya skattaborgarum) vil ársinntøka harta J. H. Danbjørgs, ið tclur 10 til 20 ferðir so stóran pening árliga, kunna kallast ein 1. ÁRG. — kapitalistainntøka, sum skattaborgararnir hava privilegerað hann við. Føroya skattaborgarar tá, og hann sigur sjálvar, at tað er ikki inatari forholdsvís nú hjá stóru fjøld av teimum, vóru illa fyrikontnir. Hinir einastu sum høvdu sítt »á ti turra* vóru J. H. Danbjørg og hansara kallsbrøður og so teir ið altíð hava stórstu itintøkuna tá samfelagið »liggur á devðastrá«. Hjá øllum hinum var alt so ússaligt tá, at skipini ) virhøvur ikki kundu fara út, uttan tey fingu statshjálp, og s;i litið var ársútslit teirra, snm fiskaðu, at teir ikki høvdu størri ársinn- tøku at skatta av enn frá 180 kr. til /00 kr. gjøgnumsnitliga. Utpanting var tí kring alt latidið, tá skattur skuldi gjaldast, og nógv búgv fóru tá undir hamarin. Kommunur komu í skuld til sjúkrakassar, til spárikassar og til Føroya løgting. Sjúkrakassarnir vóru ikki mentír at gjalda til sjúkrahús o. s. fr. Meðan fólkið var so illa statt, vóru teir, harra J. H. Danbjørg og kallsbrøður hansara so væl privilegeraðir av hesum fátæka samfelag teirra, at teir óttaleysir kuncju liva, tí teirra ársinntøka var so stór og var vissa teimum til avrokn- ing ásettar dagar, at teir við henni fingu nokk til mat og drekka, Idæðir, hita og tað teimum kravdi,, eisini til skat, sjúkrakassa o. tl. Umframt vissaði samfelagið teimum og konum teirra eina 10 ferðir so stóra ellisrentu sum tey óprivi- legeraðu kundu vænta sær, um tey livdu upp teirra ellisár. Fensión H. J. Danbjørgs var vissa honum í so rnongum túsund krónum, sum hinum var vissað í hundrað krónum. Bankar, partafeløg, sparikassar o. tl. støð har kapitalistar (rentierar) vanliga goyma kapital leirra, kunnu fara umkoll, falitt, og hesir menn kunnu soleiðis missa alt, men harra J. H. Dattbjørgs ársinntøka er sikrað honum bæði í manndómsárum og ellisárum. Hevur hann t. d. eina ársinntøku uppá 5000 kr., so rná ein rentier, ein av teimum, hann kallar fyri kapitalistar, hava í sparikassa ein renluberandi kapital uppá 125000 kr., skal hann t. d. fáa eina líka stóra ársinntøku, sum hesar 5000 kr. Her í Føroyum vóru fáir rentierar við størru inntøkum undan • krígnum. So væl privilegeraður peningaliga er harra Danbjørg, at hann fær sína ársinntøku kortini óskerda og trygt, um alt hitt samfelagið ikki fær mat í munn. um ein so má siga. Men harri J. H. Danbjørg er tíverri so tornæmur (vit hava fleiri ferðir sagt honum at allir Føroyingar mugu koma í ein bólk at gera Føroyar til frítt land. Vit hava takka hon- um, og tað var hann glaður fyri, men nú vit takkáðu J. Pat- ursson, bleiv harri Danbjørg firtin), at vit megu óivað skriva nógvar ávísingargreinir til hansara um hetta evnið, skal hann fafa tað, men hvussu skjótt hann glovmir tað aftur, tað er fryktandi fyri. So gloymskur hevur hann tfverri verið, at hann longu 22. august hevði gloytnt hvat hann skrivaði hin 8. august. Haun orðfløkttt seg tí aftur í eini ósannari oddagrein, og vit noyddist tí at minna hatin á tey orð, hann skrivaði hin 8. august, soleiðis sum ávíst i greinini her »Ja, har vóru orðinic. Vit hava hug at skriva nieira utn hetta evni seinni, tí tað er best at fáa »sminkuna av«, at fáa sannleikan fram og ikki liva longur í hini gomlu »frasuverð« teirra social-demo-

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.