Fríu Føroyar - 10.10.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 10.10.1942, Blaðsíða 3
Nr. 17 FRÍU FØROYAR 1. árg. Vit skunda okkum ikki. I nr. 14 av »Frfu Førovum* var ein lítil grein >Lívs- farligt*, har sagt varð'frá vandum, ið lúra á fólk sum ferðast framvið Havnará, tá myrkrið er ákomið. Vit nevndu har strekki frá Jógvan Jensen’s húsum og ■ iðan har Hammerby nú býr. Eisini nevndu vit fallholið undir hesum seinasta húsinum við útnyrðíngshornið. Hesum viðvíkjándi hava menn fyri fleiri árum síðani sent skriv inn til Tórshavnar býráð- Teir, surn búgva har í gøtuni — harrar Hendrik Rubbeksen, Miclial Jacobsen, Johan Johansen o. fl. — bóðu tá býráðíð fáa selt rekkverk ffam við ánni, ti teir vóru skølsettir av óhappum mániia, tá teir í myrkrið vóru dottnir har í Havnará. Henrik Rubbeksen hevur fleiri ferðir á náttartíð farið upp úr seingini, tí neyðarróp hava vak't hánn av fólki sum er dotti útav og niður í Flavnará. Teir fingu tá — hvør einstakur — eitl troystarsvar aftur frá býráðnum, at rekkverk skal gerast og setast har, tá so- vorðin arbeið koma fyri hjá býráðnum. Ar aftaná ár hava teir hopa uppá at hetta rekkverk skal koma, men cinki kernur. 011 mega tí frykta fyri, at vanlukka yerður, kanska fleiri, vegna býráðsins drálan við at gera skyldu sína móti okkum sum búgva í Havn og lcimum sum koma ferðandi til henda bý. Lat okkum nú vóna, at teir góðu menn antin fara undir at gera tað teir lovaðu fyri árum síðani, ella eisini, um van- lukka hendir, at tað tá verða teir sjálvir, ið detta har og sorla seg sundur og ikki tey, sum fegin vilja vera varðin, men ikki kunna verða t.ið vegna ólíkindum borgaranna umboðsmanna. GARDINTOY Dúndýnur. Hansine Johannesen Bryggjubakka. Bíblar danskar fáast nu aftur. HERLUF ARNASON, Tórshavn. Bókbindari. ^feíiiiF feeypasf. Til høgar prísir keypast aktiur í Ihorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik og í P.f. Sjóvinnubankanum. A. Ziska. Føroyar frítt land (Skrivari: Andrias J. Ziska) (Framhald) At skapa sjálvan heunapening. Meðan F’øroj'ingár á henda veg sjálvir kunua skapa sær heimapeningin, vil cin peningur uttanlanda altíð kunna fáast úr teimum vørum sum h’øroyingar avreiða, antin hesar vørur koma fram úr havinum ella úr landi okkara. Umráðandi er, at fólkið í Føroyum dugir at fata, nær peningur landsins fær gagna fullt og gott og nær hann kann gera skaða: Onkur kann siga, at peningur ikki kann vera til skaða, men bara til gagn. Her kann tó ávísast nær peningur ger gagn ella skaða fyri samfelagið. Tað raeður um, at seðilmongdin sum ■ kami koma út millum manna, hevur náttúrliga stødd sainbart fólkatalið og keyps og søluprísir landsins. Er seðilnlongdin i passandi stødd, vil alt arbeið fáa arbeiðsfólk nógnógv til at arbeiða, meðan ov lítil seðilmongd ikki orkar at skapa arbeiðsmøgiilidkar, og aftur vil tað virka á ke\ p og sølu og á gjaldsmøguleikarnar. Fletta hava Føroyingar, sum fyrr ávíst, havt syrgilig dømir uppá árini undan okkupatiónini. Tá var seðilmongdin í landinum so lítil. (Peningurin var tá uttanlands) at teir virkandi menn hcr ikki vóru mentir at dríva driftirnar, og teir vóru íkki mentir at seta nýggj virkir á stovn einsamallir. Hetta ringa skil kom á vegna tess, at her var ein »pemrigapumpa«, sum pumpaði út av landinum til fremmandar peningahandlar ov stóran avlopspening úr Føroy- um. Her var tá blivið so út av lagi sørt við peningi millum manna, at stórt arbeiðsloysi var kring alt landið. At ansa eftir slíkum og gera til samfelagið verjulógir móti stórum peninga- útfluttningi er tí nevðugt í flest øllum londum. Hesum við- víkjandi hava F'øroyingar ikki fingið Iserdóm í skúlum okkara. Meu tað tøtvar einum hvørjum fólkið at fáa lærdóm og kunnleika um peningar landsins, tí liann ávirkar alt lív ein- staklingsins eisini. Men okkupatiónin fekk eitt annað peningalív til at virka í Føroyum. Nú fingu Føroyingar nýggjar vinnu- vegir. Teir gomlu sjóvinuuvegir (saltfiskavinnan) steðgaði, meðan feskfiskasigling byrjaði við hinúm gomlu skipum F'ør- oyinga, sum meðan orrustan er kunna sigla fiskifarmar til av- reiðingar frá útróðraplássum. Henda nýggja sjóvinnan gevur stóran pening vegna kriggsprísirnar, sum eru høgir nú í vanda- tfðini fyji at farmar skulu kotna til avreiðingar. Henda sigling við hesum høgu prisum hevur kunna gjørt, at avlopspeningur er blivin hjá Føroyingum, sum hesar vinnur dríva. Avlopið er blivið enn størri vegna tess, at avreiðingslandið ikki hevur kunnað latið valuta (vørur) altur til Føroyingar til virði sarn- Svarandi avreiðingina. Á landinum er ’ner samstundis komin ein peningaflóð í nakran mun. Taó eru sett av fremmandum arbeiðir'á stovn viða hvar í F'øi oyum, sum hava givið støðugt arbeið til nógvar F'ørovingar. Men meðan ein fyri avreiðingini veit, hvussú nógv er eftir í avreiðingslandinum av. hesuin avreiðingspening- um, so er heima í Føroyum kotnin ein avrokningspeningur fram, síðani hesi arbeiðir byrjaðu, men tað eru okkara lands peningar og ikki peningur fremmandalandsins, sum her verða givnir úl til arbeiðararnar tá avrokiiað verður. Umfranu til F'øroyingar, verða hesir Føroyalands peningar nýttir ^til at av- roknað hermenn við her í Føróynm. Tað er soleiðis ein stór peningaiúgvá sum kemur út milhim manna hvønn ovroknings- dag og ferðast kring landið, so við og við hópa avlop seg tá upp, eisini í peningahandlum landsins. (Meira). STEINTOY, VERKTOY, BESLØG, POSTALIN. P.F. LUDVIG POULSEN, TLF. 13 TÓRSHAVN. TLF. 13

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.