Fríu Føroyar - 31.10.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 31.10.1942, Blaðsíða 2
Nr. 19 FRÍU FØROYAR 1. árg. Síðani Jiavnin varð tikin í brúk í desember 1929, hevur bavnarkassin verið førur fyri at rinda rentur og avdrátt av statsláninum og øðrum lánum, sum havnin hevði, og hevur kortini havt munagóðan pening til avlops, tó at nógv er gjørt til umbøtan av brúgvum og lendingum við strondina inni í havnini. Eisini hevur havnin, hvørja ferð líkindi hava verið til tess, keypt areal frá privatum, soleiðis at havnin nú eigur at kalla alt lendið, ið er við strondina. Nettovinningurin hjá havnini hevur verið í árunum frá 1934 tii 1940 hesin: 1934 um 65,000 kr. 1935 — 60,000 — 1936 — 27,000 — *) 1937 — 20,000 — *) 1938 — 72,000 — 1939 — 61,000 — 1940 — 70,000 — Skuldin hjá havnini í dag er 225,000 kr. til statin og 14,000 kr., ið eftir eru at rinda fvri keypið av arealinum yviri í Trøð, tilsamans 239,000 kr. Havnin eigur í reiðupeningum í sparikassa og bankum um 330,000 kr. Eftir umbøn frá havnarnevndini gjørdi verkfrøðingurin. Fischer-Simonsen í 1933 eina ætlan um havnarbyggingina í Tórshavn, soleiðis áum hon fer at verða, tá ið hon er fu 11 - gjørd. (Sí hjáløgdu planar I og II og frágreiðing hansara við kóstnaðarætlan). Hesa byggingarætlan hevur løgtingsverkfrøð- ingurin Hans Ejrnæs eftir áheitan frá býráðnum kannað, og eftir haftsara frágreiðing, sum er hjáløgd hesi umsókn, ber tað væl til fyrst at fara undir byggingina av brimgarðinum frá Gula Kletti. Henda byggingin kann fara fram í deildum ella stigum, soleiðis at fyrsta stigið verður at bj-ggja grótgarðin frá botninum og upp í y-metra dýpið. Grótgarðurin, sum fer at liggja 7 metrar undir vatnflatanum, verður ikki vikaður av havalduni, tí einki grundbrot verður her. Næsta stigið verður ^)rggja betongkistur ella blokkar oman á garðin; hetta ar- beiði kann verða gjørt í deildum (í 50 metralongd, 100 o.s.fr.), alt eftir sum ráðini eru. Býráð og havnarnevnd eru samd um, at tað vil vera av størsta týdningi at farið verður sum skjótast undir byggingina av grótgarðinum. Tó at krígstíð er, ber væl til at byggja henda garðin, sum ikki kemur hægri upp enn til 7-metra dýpið. Tilfarið er grót, og mesti kostnaðurin er arbeiðsløn. Tað kann væl vera, at neyðugt verður til hesa bygging at hava arbeiðsfólk av bygd aftrat arbeiðsfólkinum í Havn. í trý tey seinastu árini hava soleiðis verið o. u. 250 arbeiðsmenn av bygd í Havn og havt arbeiði her. Eftir núgaldandi prísum fer garðurin at kosta um 2,300,000 kr., tá ið roknað verður við áeinastu prístalshækkan. Arbeiðið kann verða gjørt liðugt uppá 4—5 ár. Um so er, at Føroya løgting vil lata sum studning 1,000,000 kr, ella 200,000 kr. árliga í 5 ár til hesa bygging, halda vit, at Tórshavnar kom- muna og havn kann útvega hin peningin 1,300,000 kr. sum lán, soleiðis at rentu- og avđráttarpeningurin, o. u. 90,000 kr. árliga í hægsta lagi, verður at rinda við helvtini (45,000 kr.) úr havnarkassanum, og helvtini av skattainntøkuni hjá kom- mununi. A henda hátt verða reiðupeningarnir hjá havnar- kassanum ikki skerdir, men v«rða at vaksa, at døma eftir inn- tøkunum á undanfarnum árum. Tá ið garðurin er b)-gdur, og hetta arbeiði liðugt, kunnu vit rokna við, at havnarkassin hevur o. u. 1 /2 milj. kr. í reiðupeningum. Fyri hesa peninga- hædd verður havnin før fyri at byggja oman á garðin eina kistu- ella blokkalongd upp á 50—IOO metrar. Býráðið luyvir sær tí at biðja løgtingið veita nevnda studning upp á 1,000,000 kr. ella 200,000 kr. árliga í 5 ár til henda brimgarðin, soleiðis at Tórshavnar kommuna fær hin peningin (1,300,000 kr.) til vegar sum lán. At enda loyva vit okkum at upplýsa, at Tórshavnar býur hevur latið til løgtingið í árunum 1938—42 (í løgtingsskatti og til amtsgrunnin) eftirfylgjandi peningahæddir: *) f hesum árunum vórđu gjørd ymis eykaarbeiđi, t. đ. grótútkast, og í 1936 varct sett í partabrøvum 20,000 kr. í Tórshavnar Skipasmiđju. f lø'gtingsskatti: 1938 ....... 28,376 kr. 1939 ....... 31-544 — 1940 ....... 102,719 — 1941 ....... 541.636 — 1942. . . um 890,000 — Til amtsgrunnin: 1938.. . 31,500 kr. 1939-• • 3i.5oo “ 1940.. . 27,000 — 1941.. . 32,150 — 1942.. • 3f-5oo — Frá 1937—39 hevur Havnar kommuna fingið frá løgting- inum studning til Oyggjarvegin, tilsamans 29,836 kr. Hesin vegur, ið nú er gjørdur norður á Sundsháls, t. e. út um markið hjá Havnini, er sum kunnigt ein samferðsluvegur fyri alla Streymoy og fer at hava stóran týdning fyri hinar oyggjarnar (Vágar, Et’Sturoy o. s. fr.). Annars hevur kommúna’n borið allan kostnaðin av hinum vegunum, ið gjørdir eru í Ilavn sum uppdyrkingarvegir øll hesi seinastu árini. B. v. M. A. Jacobseu. Løgtingið má siga, at góð grund liggur fyri at samsýna tanri stuðul, tingið hevur fingið frá býráðtium. Meðan Tórs- havn hevur inngoldið til løgtingið í 5 ár um i3/., rnilj. kr., hevur býráðið bara fingið aftur frá løgtinginum í hesi ár um 30 túsund krónur. Um tingið nú sigur ja til at lata Havnina fáa 200,000 kr. árliga í 5 ár, so er tað heilt natúrligt, og tað væntar eisini alt Havnafólk at teir gera. Igjár var sakin til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Orða- drátturin var drúgvur. Kærleikin til Havnina var og verður ivaleyst heilt stórur. Sakin varð beind í fíggjarnevndina. Rationer ingstí ðir. »Gott er at hava tógvar sveinar, tá ein er iburtur, er annar heima«, sigur »Súsanna« í »Dimmu«. "Ja, tað man so vera, og hesi orð tykjast at verða sannleiksorð, hvat amts- veldinum viðvíkur, tá ein lesur »Dimmu« ella eitthvørt av hin- um sambandsbløðunum. Men har tykjast sveinarnir at vera fleiri enn 2 ‘ og 3ir, tó, ein veit ikki, tí ringt er at fáast við huldufólk. Teir skifta ham sigst, so helst kunna teir tá eisini skifta nøvn — sutn t. d. F. s. verður til Færing. »Det slculde vel aldrig være »fuldfæring«, Ondfæring eru slíkir í hvussu so er. Hvat ið enn er komið fram frá almenningsins síðu urn eitthvørt »offentligt« tiltak her á landi, so Ijóðar undan stein- um »dimma« huldumanna røddin, ið sigur: »Skósmiður verð hjá leisti tínum« — »IIúsmóður verð hjá grítum tínum*. Ja, kunngerða smíð tykist bert ein duga og tríggir sveinar saman við honum. Eingin má hugsa úm, at ikki all er so sára gott frá tí síðuni, heldur hon »Susanna« í »Dimmu«, og um tú hugsar, so skal tú ikki kunna verja teg. Streika *er forboðin við lóg. Hon sigur nøkur orð um rationeringstíðir. Eg læs tað, hóast tað var eitt »offentligt« privatbræv, og fara tygum »Susana« at halda mær til góðar, at eg leggi nøkur orð uppí. Tygum siga, at »tápuligt er samt og javnt at høgga í stýrislagið her á landi, sum kann hava tað trupult nokk«. Hvørjar trupulleikar hava teir? Er tað fjøldin, arbeiðsstatturin ið skapar teimum trupul? Nei, teir gera sær sjálvum og okk- um við trupul! Undan valgi siga teir seg at vera fólksins tænarar. Teir lova tá fjøldini gull og grønar skógur, um teir sleppa inn á ting, men eru teir tá sloppnir inn har, lá gera teir seg harrar okkara, og náði hann, ið tá torir mukka. Hann skal sleppa at krúpa til »Krossin«, sum L. Z. yndar at skriva, Hann hóttaði einaferð Havnar ungdóm við, at onkur annar fór at taka um endan. Hann hevur fingið fast í onkran enda — ella Hiplingsvel kanska. Men tá sigast skal hvat fyri eitt stýri vit hava her á landi, kann svarið einans verða: Embætis- mannavald I Tá tjgum »Susanna« sipa til, at menn ið sigla dýrka

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.