Fríu Føroyar - 12.12.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 12.12.1942, Blaðsíða 1
 !~* TÓRSHAVH NUMMAR 23 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 12. DESEMBER 1942. Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 3 $ 7 Tórshavn. 1. ÁRG. Føroyingar í hesum døgum vit nú hava eru Føroyingar fyri fyrstu ferð í iooo ár komnir so langt aftur til forria støðu, at vit kunna tala um sjálvdrátt. Søgan hevur sína døpru mynd um hesa longu tíð, sum nú er farin afturum. Ein mynd sum er syrgilig og ljót. Skammiliga hevur hetta gamla, góða, lítla fólk verið kúgað í føðilandinum'av teimum skyldfólkum, sum nú sjálv føla kúgan og harðræði. Men so góðir eru Føroyingar av náttúru, at vit, hóast vit fullvæl hava alt í minni um kugan teirra móti okk- um, vit sýna teimum tó gestablídni í hesum tíðum. Vit ikki bara gera tað, men vit vísa teimum okkara stóru megi sum kultur- og kristnaðfólk. Teir kunna liva hjá okkum í frið og náðum, bæði Danir og Norðmenn. ØU vita tað nú, at skula Danir og Norðmenn hava inni- vist, mat og klæðir í Føroyum í hesum døgum, tá kunna teir einans . takka okkum Føroyingum og góðvilja okkara fyri tað, Føroyingar hava við teimum vána líkindum, teir hava unnað fóikinum í F'øroyum, verið førir fyri i hesum tíðum at arbeiða so væí á sjógv og landi, at enn hevur Verið matur og klæðir og innivist eisini til gestir landsins, Óivað meira til teir yvir- høvur enn til okkum sjálvs, eftir fornmanna siði, Men fjákut er enn lívið her á landið., Tað hava seinastu dagar prógvað. Hin fyrsta desember fingu Føroyingar at vita um brot amtmannsins við danska ríkisstýrið. Hann' hevur tó samstundis viljað gjørt seg til »konga« í Føroyum á ein hátt, sum er fjákutur og frekur. - Á Føroya løgtingi varð brotsbræv hansara framlagt. Har sita, sum fólk vita, ij tænarar hansara, men bara 7 menn, sum verja Føroyatjóðina. Hesir 7 Føroyingar hava roynt á besta hátt at várt og styðja. Teir løgdu á tíngborðið soljóðandi svar hin 3. desember: „Greint uppskot í løgtingsmáli XI11-3/1942: Hini av amtmanninum og landsnevndini greiddu mál. Tey orð, sum harra Hilbert hevur kunngjørt fyri Føroya fólkavaldu tingmonnum tann I. desembir 1942, hava ógvuliga stóra ávirkan á Føroya lands støðu nú og í framtíðini, Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) má gjøgn- um tingmenn flokksins seta fram okkara sjónarmið um tað søguliga, sum her er farið fram. 9. mai 1946 skrivaði harra Hilbert undir eina stýrislóg, sum hann og 17 løgtingsmenn vóru komnir ásamt um. Henda stýrisskipan hevði bert ein einasta tráð knýttan til demokrat- iskar grunnreglur; tað var, at harra Hilbert var kallaður til amtmann í Føroyum og soleiðis hevði eitt klant band til ríkjs- stýriðí Danmark, Hetta ásannar harra Hilbert við síni noktan av at taka demokrátiska ábyrgd fyri nøkrum manni el]a monn- um í Føroyum, men einans vísir til at saflægge Regnskab for min Regering*. Um heystið 1940 varð ein skipan gjørd fyri peninga- viðurskiftum Føroya, soleiðis at hon skuldi hvíla á hesum orðum: »Udstedt paa Danmarks Nationalbanks Vegne«. — Okk- ara uppskot um at gera ein serstakan føroyskan seðilstovn varð felt. Eisini har var álitið og bandið einki uttan ein einasti tráður, sum —> soleiðis verður sagt, um tað so*er heilt ópiógvað — førdi til- ríkisstýrið í Danmark. Okkara støða í 1940 var greið. Vit vildu tá ásanna, at fullveldi Føroya var fallið aftur til Føroya fólk. Hareftir mátti fólkið kjósa 'sær menn til at leggja framtiðarleiðina. Vit hildu fram, at Føroyar kundu ikki verða stýrdar av eini ríkisstjórn undir týskum valdi. Týska hermaktin lievði tikið ræði í Danmark, so Danastjórn var ikki frí til at handla og virka. Týska stýrið .í Danmark kundi ikki ráða í Føroyum. Tíðín leið, og hetta varð ásannað av Føroya fólki, men ikki av teimum sjálvsettu stýrismonnum. Føroyar eru ikki í kríggj, og Føroya fólk ætlar óivað heldur ikki at fara bein- íeiðis uppí bardagan. Føro>ingar sótu tó ikki kvirrir sum áskoðarar. Okkara -fiskimenn komu út fyri stórum vanda, — men eingin bar seg undan. Frá fyrsta degi vóru fúsir menn tilreiðar at taka vandan, og gera sitt verk fyri at matvørur (fiskur) í stórst gjørligum nøgdum kom til Rretlands strendir. Føroyingurin sum heild vísti at- teirra vælvild hjá tí fólki sum bardist fyri fríheit og frælsi, eins og okkara fólk altíð hevur gjørt. Føroyinga støða var henda, ikki at fara beinleiðis í stríðið, men full vælvild og hjálp, sjálvboðin og uttan iva, fyri teim sameindu tjóðunum. Stýrismanna støða (meirilutin á tingi og harra Hilbert) vístu mesl gjørligt samhald við danska stýrið undir týskum hermannaveldi. Sum dømi kunnu nevnast, hvussu fjarrit fóru fram gjøgnum danska sendimannin í Stockhohn; hvussu frí- merkið vóru send tann langa veg frá Danmark um Geneve til Føroya og hvussu fast varð hildið uppá at eingin demokratisk ábyrgd tfíatti finnast uttan lann til Danastjórn undir týskum hermannaveldi. Nú vendir alt við. Nú sigur harra Hilbert frá, at »mm maa jeg slutte op i denne Protest* og gerast limur av einum felag »Frit Danmark« her ( Føroyum. Harvið hevur hann ásannað, at bondini, sum hildu stýrislagið og peningaviðurskiftir uppi, eru slitnaði. Hvar er nú ábyrgdin f)'ri »rnin Regering?« Hvussu kann peningur hvíla á »Danmarks NationalbankPt Alt hekk í einum einasta tráð og hann er nú slitnaður, so nú sveimar alt í leysari luft.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.