Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Blaðsíða 3
FJARÐBÚGVIN
SÍÐA 3
ÆW/Átw
Jw/W/W
fú
'fcji tmh
■ffá'a
lwWn\
V N&Jn///y
©& Bm/í ■/
rw s
i
»
i
i..
i*
EITT PRAT VIÐ
GOLDU MEIR
Tær stóru kanónirnar hjá
ísrael og Egyptalandi hava
verið tigandi fram við Suez-
veitina í meira enn eitt ár
nú.
Fvri umleið einum mánaða
síðani, tá ið vápnahvíldin, ið
hevði tryggjað ein vissan frið
a Suezleiðini, byrlaði sítt
næsta ár, hevði tíoindamað-
urin Marsh Clark eitt prát
við Goldu Meir á skrivstovu
hennara í Jerusalem um út-
litið fyri samráðingum og
mcTguleikunum fyri varandi
frioi. Henda samrdða fór
fram, áðrenn verjumálaráð-
harrin Moshe Dayan hevði
hildið fyri, at ísrael kundi
síggja seg sjálvt sum stjórn
fyri teim hersettu arabisku
dkinum frá 1967. Golda Meir
segði seg seinri ikki vera
samda við hesa áskoðan, men
sjálvt um hon gjdrdi hetta,
visti hon ógvuliga lítlan hug
til at broyta fsraels støðu til
spurningin um attaka seg aftur
uttan trygg ella føst landa-
mark. Oro hennara vfstu tíð-
uliga á, hvussu smá fram-
stigini eru, ið gjørd eru móti
einum varandi friði.
Sp: Frú Meir, hvussu halda
tygum útlitið vera fyri bar-
daga ella friði nú, eitt ár er
gingið, sfðan vápnahvíldin
varo fingin f lag?
Sv: Vapnahvíldin f sjálvum
sær er nakað, sum vit eru
glað fyri. Eitt og hvørt, sum
vil faa skjótingina at halda
uppat, er vælkomið. Men vit
vóna, at hin parturin eisini
fer at duga at virðismeta tann
verunleikan, at tað^ er betri
at halda áfram viðvápnahvíld-
ini, enn at endurnýggja hana,
aftan á at skjótingin er byrjað
aftur.
Sp: Hvussu við uppafturlat-
ingini av Suez-veitini, er
henda ætlanin enn livandi hjá
tykkum?
Sv: Hvat okkum viðvíkur, er
hetta enn ætlanin. Vit eru al-
tráir eftir at samráðingar-
nar um hetta m ál skulu eydn-
ast.
Sp: Hvat kemur at verða tað
grundleggjandi f eini slđcari
avtalu?
Sv: Høvuðstátturin f hesi av-
talu verður friður viðEgypta-
land. Herarnir eru har, og
teir eru skildir sundur av tf
ógvuliga týðandi Suez-veitini.
Nú, um uppafturlatingin av
veitini kemur at føra við sær,
at vit flyta frá veitini, so
kemur tao ikki at gera nakran
mun, hvussu langt vit fara,
og, legði hon afturat, vit fara
ikki ov langt, tf illa nokk vera
vit farnir, fyrr enn egyptiski
herurin kemur yvirum, og
hetta er láturligt og ólogiskt -
f staðin fyri at hava tvær
atskildar herdeildir, sum vit
hava nú, koma tær at standa
tættari hvør aðrari.
Sp: Hesin verður so høvuðs-
spurningurin, hvussu nógvir
og hvørjir egyptarar kunnu
kom a yvirum veitina?
Sv: Ikki hvussu nógvir, men
bert tað at fara yvirum við
hermegi.
Sp: Hvussu við sivilum?
Sv: Sjálvandi vilja vit loyva
so nógvum sum neyðugterfyri
at lata veitina upp og teim,
ið skulu passa hana, at koma
yvirum, tað sífeur seg sjálvt.
Men tað sleppa ongar her-
deildir yvirum veitina.
Sp: Er hatta høvuðstreytin?
Sv: Hatta er ein treytin. Ein
onnur týðandi treyt er, at tað
ikki verður skotið nakra-
staðni. Báðir partar • skulu
boða frá, at tað ikki verður
skotið nakra staðni longur.
Sp: Men tað hevur ikki verið
nøkur skjóting hetta árið.
Sv: Tao er rætt, men vit
ynskja ikki at fáa setta eina
tíðarfrest f heilum. Hvar
gjørdi Anwar Sadat forseti?
Hann oyðilegði øll positivele-
mentir f hesi ætlan. Fyrst
segði hann, at tær egyptisku
herdeildirnar skuldu farayvir
um veitina beinan vegin. Seinri
gav hann okkum eina vápna-
hvíld uppá seks m ánaðar. Hes-
ar seks mánaðarnar var tað
ætlan hansara at lata veitina
uppaftur. Harafturat var tað
ætlan hansara, at S.T.sendi-
harri Gunnar Jarring skuldi
nýta hesar seks mánaðarnar
til at útarbeiða eina ætlan eftir
hvørjari vit skuldu taka okkum
aftur til markið frá 1967.
Og um hetta ikkiverður gjørt,
so byrja teir at skjóta aftur.
Hvar byrja teir at skjóta?
Ikki meðan vit eru øðrumegin
Suez-veitina # og teir hinu-
megin, men tá ið báðir part-
ar eru á somu sfðu. Ella
kanska fer Sadat at siga, at
veitin hevur ongan tydning
Kosangas á goymslu
Johan Hammer
tlf. 7286
Runavík
Gaslutir útvegast.
er nakar møguleiki fyri sam-
ráðingum, fyribilsella á annan
hátt?
Sv: Vit hava einki hægriyns-
ki. Men vit krevja landamark,
sum vit halda vera trygg fyri
okkum sjálvar, landamark,
sum vit trúgva kunnu forða
fyri einum nýggjum krfggi.
Tað, vit ynskja, eru tvey ting.
Um og tá vit verða álopnir,
skulu markini vera voleiðis,
at vit koma athavafæst møgu-_
ligar missir. Og, hetta er enri"
meira týðandi, markini skulu
vera soleiðis, at einhvør ara-
biskur leiðari, sum ætlar at
leypa á okkum, skal hyggja
at teimum tyær ferðir og siga:
"Hatta ertorført,kanskaskulu
vit ikki gera hatta". Hetta er
longur, at tað einasta, hann
ynskir, er at fáa fsrael aftur
til 1967-markið. Hetta er júst
tað mest torføra viðmálinum.
Um fsrael avger at flyta seg
aftur um 1967-markið, nýtist
okkum ikki at gera tað í stig-
um. Um vit skuldu komið til
tað úrslitið, vildu vit pakka
saman og flutt aftur um mark-
ið. Og hann ger sum hann
vil, um hann reinsar veitina
ella ikki, vit hava onga á-
byrgd av tf. Spurningurin um,
hvar markið skuldi verið-tað
endaliga markið - er ein
spurningur, sum máverðaav-
gjørdur undir samráðingum
millum báðar partar. Vithava
altíð sagt: Eitt mark, sum
semja er um’.
Sp: Tygum hava júst nú givið
Golda Meir
eitt ógvuliga dapurt útlit fyri
framtioini, halda tygum,attað
sannleikin um støðuna.
Sp: Onkursvegna er fsrael
komið f tað orð, at tað er
ógvulia ringt at fáast við.
Sv: Sjálvsagt gera vit okkum
ómøguligar, tá vit verða sett-
ir í eina støðu, hvar Anwar
Sadat sigur "friður", men har
treytirnar fyri friði eru: ong-
ar sam ráðingar, og at vit skulu
fara heilt har aftur, sum vit
eru komnir frá. Tað er nakað,
annað, sum er heilt ósømu-
ligt, av tf at tað aldri er
hent fyrr f mannasøguni - og
tað er at tað ikki kann verða
góðtikið. at landaøki verður
tikið við hermegi. # Hvussu
nógvir av teim, io sóturundan
um borðið f Trygdarráðnum,
kundu verunliga reisa seg upp
og svørja uppa, at teir ongan-
tio hava hersett nakað annað
landaøkið?
Sp: Halda tygum, at ósemjan
f tf arabiska heiminum og tær
skiftandi arabisku leiðslurnar
forða fyri samráðingum?
Sv: Nei. Men eg haldi, at tað
styrkir okkara áskoðan um,
at vit eru noyddir til at gera
alt, vit eru førir fyri, fyri
at tryggja okkum, av tf at
vit ongantíð eru greiðir yvir,
hvat fer at henda hinumegin.
Eg haldi, at høvuðsmeinbogin
fyri friði f miðeystri er á-
virkanin av eini imperialist-
iskari magt á hesum leiðum.
Tað er Sovjetsamveldi. Tað
er mfn avgjørđa áskoðan, at
bardagin f 1967 hevði ikkifarið
fram, uttan hesa ávirkan frá
Sovjetsam veldinum.
Sp: J. Sisco var her og hevði
samráðingar við stjórn^ tyg-
ara, halda tygum, at útlitið
fyri verunligum samráðingum
gjørdust betri gjøgnum hes-
ar samráðingar?
Sv: Tað er altíð nakað po-
sitivt við samráðingum mill-
um vinir. Sjálvt tá menn eru
ósamdir. Og tað var tf, at
vit vóru ógvuliga vælnøgd við
samráðingarnar við J. Sisco
eins og við tær, vit høvdu
við Rogers fmaj mánaða. Vit
vóna, at hesar samráðingar
kunnu halda áfram.
Sp: Tygum tykjast at gerast
sterkari og trívast vio hesi
ábyrgd, tygum hava ætla tyg-
um at stilla tygum uppaftur?
Sv: Um eg stilli meg upp-
aftur til val aftur f 1973 verið
eg 75 ára gomul. Eg havi
fingið yvaleysa nokk. Børn
mfni hava verið her úr Tel
Aviv f trýggjar vikur og eg
havi ikki veríð ein heilan dag
saman við teimum. Eg sigi
altíð, at ein og hvør, sum ynsk-
ir at gerast forsætisráðharri
f fsrael, hevur tað uppiborið.
SERVITRICA
Servetrisa fær pláss, beinan vegin.
Løn eftir avtalu.
Runavíkar Sjómansheim
tlf. 7420
SKÚLAKOYRING
Koyringin av skúlabørnunum í ytra parti av Kommununi verður við
hesum lýst leys.
Tilboð ynskjast í tveimum pørtum soleiðis, at koyringin av ndðln-
ingunum ur 9. og 10. flokkunum til Tofta skúla verður fyri seg, og
koyringin Æðuvík- Rituvík - Glyvrar fyri seg.
Møgulig tilboð mega innan 1. oktober 1971 verða latin inn á komm-
unuskrivstovuna, har gjøllari upplýsingar eru at fáa.
Kommunustýrið skilar sær rætt til at velja millum tey innkomnu
tilboðini ella einki at taka.
Saltangará, Vann 21. sept. 1971
Runavíkar kommuna
_______________________/ __