Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Síða 9

Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Síða 9
fjarðbúgvin SIÐA 9 CHRISTJAN A FLðTTI FARIN Hóast lívsfarið var viknað, og árini vóru komin, so var mær kortini sera dátt við at frætta boðini, at Kristian, farbróðir, var farin, ti tað fyrikemur mær, at við Kristiani er so mangt horvið. - Tað er burt- ur við alla, og kenst tf eftir- sjónin so nívandi mein. Tað kunđi so mangt verið at sagt um Kristian, ið nú er farin um sfn seinastastreym- tanga inn f ta kvirruna, haoani eingin slóðin gongur aftur. So mangtkundiveriðattriv- ið 1 um henda vinsæla og hug- naliga_ mannin, sum f mann- dómsárum sfnum var lýsandi fyrimyndin hjá ungdómi og sam- og avbygdamonnum sin- um bæoi 1 reystleika og sum skipari 1 eina fjórðungsøld 1 slupptfðini. Men eg veit, at slðct hevði ikki hóvað honum. Fyrihonum var alt so náttúrligt. Tað, sum búði fhonum, leitaoi ikki nakr- ar skákvegir til tess at vella fram f verki og talu. Og eg hugsi, at júst hetta eyðkennir so mangan rættan mannin. Kri^tian var borin f heim við Gjógv, 24. januar, 1892 og hevði sostatt rundað tey áttati um nakrar mánaðar. Foreldrini vóru, Petur Jákup á Fløtti, skipari, og Anna Ka- frina úr Jákupsstovu, ið doyði, tá Kristian var tvey árajjamal. Kristian vaks upp hjaomm- uni á Fløtti, Katrinu Mariu, ið sat einkja. Maðurin, Krist- ian á Fløtti, fórst við "Sam- løguni", seinna skaðadagin, 20/3, 1884. 1 slikum umstøðum sleit Kristian sfnar bamaskógvar har norðuri f heimbygdini, meðan yngri sambróðirin, Ak- sel, aldist f aðrari bygd. "Fátt er sum faoir; einki sum móðir." Og stórt djúp- ari skør enn hon stakk hesum piltunum báðum, lutar lagnan neyvan Men tæri var gott f teim- um; - tað prógvaðu^ báðir. Tá Kristian var tólv ára gamal, førdi faðirin "Janu". Petur Jákup tók tá sonin við særjog vandi hann við teykor, ið vóru eittans fyri hálvari øld síðan. Mær er sagt, at tá Kristi- an var komin til fermingar- aldurs og skuldi ganga til, læt faðirin, sum rfmuligt var, Kristian vera heima ein túr. Havið átti tó allanhughans- ara. Tá skipið kom vestur- fyri, fór Kristian sær niðan á Ovara Nasa, haðani frftt út- sýni er yvir markleysa havið. ^Meðan skipið helt sfna ó- tálmaðu kós eftir Børmunum, sat Kristian á eggjartromini og græt. Slfkt ger bert hann, iðborin er at sigla'. f 1914 tók Kristian skip- araprógvið, og harvið byrj- aði hansara manndómsverk. f hesum minnisorðum skal ikki vera nomið við tannpart- in av æviskeiði hansara, tf hann er vorðin varðveittur f "Siglingarsøguni" tilkomandi ættir. Lat meg kortini steðga við árið 1920. Tá hevði yngri bróðirin, Aksel, keypt slupp- ina "Kristinu" samanviðKjøl- bro. Aksel førdi hana hetta forløgstunga várið. "Kristina" hvarv eina ódnamátt seinast f februar her við oyggjarnar ella uppi á Suðurlandinum, og Kristian misti sfnar kæru: faðir. bróður og hálvbróður. Slíkir snuddir bæði bloyta og^ herða. Og júst úr hesum mótganginum, tá hann stóð at kalla einsamallur eftir, tók hann við stýrisvølinum av álv- ara og slepti honum ikki, fyrr enn hann hevði ognað sær ein heiðurspall f sjófarandi søgu okkara. Sum so mangur annar veit um at siga, so var Suðurland- ið ikki altíð tespuligt. Eina ferð var Kristian ser- liga illa staddur við "Ørving- inum". Teir vóru við at fara a land yviri áMedellandsbukt- ini. Kristian lovaði tá burtur ta olmussu, at helt stórseglið, so skuldi ein fátækkona,Mar- in inni f Stovu, við Gjógv, fáa Chr. á Fløtti eina ávfsa peningahædd. Stór- seglið helt, og Kristian sveik ikki lyftið. Kristian var skila- og álit- ismaður á havinum, og manga dýra veiðuna hevur hann ført tÚ lands. Mangan havi eg hoyrt, at hann kundi vera stúrsin und- an óveðri. Men tá ódnin leikti um, sást tú ongan djárvari á skipabunka. Eisini lutur mfn var atvera saman við honum á skipa- dekki. Minniðum hannfráhes- um avskeðstúri hansara eins og minnið um henda dámliga bygdamannin varðveiti eg við hávirðiskenslu f barmi. Hansara sjógvur er rógvin. f landnyrðingshorninupi fGjá- ar kirkjugaroi, horvandi móti Norðhavsins veldi, hvílabein- ini av mæta sjómanninum, Kristiani á_ Fløtti ella Kristi- ani við Gjógv, sum hann var nevndur sfna stoltastu tíð. Ja, Andrea. Víst er nútóm- ligt og bert á rókini. Soleiðis er felagslagna okkara . Men góð minni kunnu linna á lfvs- ins døpru stundum. Eg veit, at tygum sita eftir við ríkastu minnum um mann tygara, ið sobrádligavar tikin fra tygum 8. september. Og somu minnir hava øll átta bøm tykkaraum einfaðir, sum aldri spardi seg at inna eitt fyrimyndarligt verk í trúgv og trúfesti f lfvsins harða stríði. Vit takka og lýsa frið yvir minnið. Hans Jacob SJÚTI SKIP HORVIN Lloyds sigur frá, at 2.776 skip eru burturgingin sein- astu 10 árinL Av hesum sjúti eru sjúti sum farin undir heilt. Um tað seinastahorvnaskriv- ar viðskiftarmaðurin hjá "Vestkysten" f London soleio- is: Tað snýr segum 3.750 tons- arin "Kiki" úr Farmagusta á Cypern, sum erhorvinfNorð- sjonum. "Kiki" fór úr Emden tÚ Dugirat f Jugoslavia 2L januar. Skipið er ongantíð komið hagar, og eingin veit, hvat ið er viðurfarist tf. Ein hálendsk radiostøð loftaði 3. februar einum neyð- arkalli frá skipinum, - tó utt- an tilskilan um positiónina. Hóast nógv hevur verið leitað, so sæst eingin farvegur til nakað. Tá hugsað verður um tær nýmótans skipskonstruktión- imar og teir heimsfevnandi samferðslumøguleikarnar, so akuldi aki kunnað hildTð, at tað var ógjørligt á okkara døgum, at eitt skip soleiðis fullkomiliga hvarv. Kortini kenna vit sjuti dømihesi sein- ast 10 arini. Hesi skip eru øll burturgingin, uttan at nakar farvegur er sæddur til teirra. Storur partur av hesum tali eru fiskiskip, sum erukoppað, og straks farin til botns í ringum sjógvi. Nøkur hava kanska rent á ein fsflaka, og eru soleiðis farin f spønir. Føroyingar vita at siga um fleiri skip,_ ið farin eru við mann og mús. Tey ginguburt- ur, men hvussu og hvar, tey fórust, verður aldri greitt. f Danmørk og væl saktans eisini her á landi stendur gátu- føra hendingin við skúlaskip- inum "København" , iðsoleio- is hvarv f Suður Atlantshav- inum onkunstaðni við Tristan da Cunha, fyrst f tjúgunum allivandi f minninum. Slik dulsmál endurtaka seg á okkara døgum. 10.000 tons- arin "Milton Latiridis"fórvið plátuolju og kali úr New Or- leans til Cape Town. Skip- inum var álagt at geva boð frá sær 4. hvønn dag. Men onki er spurt frá tíð síðan. «7.426 tonsarin "Ithaca Is- land" fór úr Norfolk f Vir- ginia við eini komlast til Manchester. Tað spurdist heldur ikki aftur f aftur. Fyri trimum mánaðum síðanihvarv "Iligan Bay" ávegis úr Am- sterdam til Manila. Út fyri norðursponsku strondini boð- aði skipið, at veðriðvarvána- ligt, og at tað hevði fingið onkran sjógv. Annars var einki, ið bendi á, atnakaðálv- arlsigt var ámannafatt. Kort- ini var hetta seinasta røddfrá skipinum, 2 mánaðar eftir, at tað átti at verið komið tií Manila, mátti Lloyds boðað skipið at vera horvið, og teir fjøruti menninir, ið við vóru, at vera sjólætnar. NICOLINA H SIMONSEN 70 ÁR Hósdagin, 7. oktober, verður Nicolina Højgaard Simonsen, fyristøðukvinna áFøroyaBar- naheimi, sjeyti ár. Navnið Nicolina er bundið saman við barnaheimsmálið her heima á landi, og tað er næst Harranum henni fyri at takka, at málið er komið so langt fram f dag. Tað er ikki av tilvild, at so er. Longu sum 4-5 á±a gomul smágenta fór hugur hennara at snúgvast tann vegin, longu tá fór lívsstarv hennara at birtast fyri henni. Nicolina er fødd og upp- vaksin f Rituvík, hon má sig- ast at vera av góðum bergi brotin; ágrýtni og íðinskapur sermerkti ættina. Abbi henn- ara, Per, var fyrsti maður, sum búsettist f Rituvík, og morbróður hennara var eisini fyrstur at búsetast f Æðuvík. Ætt hennara var eisini nær knýtt til havið, og ikki færri enn fimm morbrøður henn- ara gjørdust skiparar ogfimm av faOirættini. Tá ið Nicolina var um at vera tilkomin, kom hinkristi- liga vekingin til bygd henn- ara:, hon kom viðnyggjum lfvi, býggjum hugsjónum, og bæði Nicolina og vinkonur hennara vóru tiknar av henni. Og tað var, sum alt gjørdist nýtt. Og tær høvdu hetta ikki fyri seg sjálvan:, tær bóru logan long- ur fram:, øll tey eldru her um leiðir, munnu huga "Rituviks- genturnar"} sum tær vóru nevndar, tl ið tær bóru vitn- isburðin fram. Nicolina hevði møtt Krist- usi, og hon hevði givið lfv sftt í hansara hendur. Hugsjónin og dreymurin frá bamaárunum at kunna gera okkurt fyri teimum smáuvaks og mentist f hesum árum, og við lojyvi frá foreldrum sfn- um tok hon tey fyrstu trý børnini til sfn f heimið fRitu- vlk. Og so var byrjanin gjørd. Nicolina fekk sfna útbúgv- ing til starv sftt fyri ein part f Danmark og síðan á hospi- talinum f Havn, og tá ið hon giftist við Johan Hans Simon- sen, trúboðara, og flutti til Vestmanna, kom heimið, sum hann hevði bygt, atgerastfyr- sta rættiliga bamaheim fFØr- oyum. Hugsjónin frá barna- árunum var nú vorðin veru- leiki. f 28 ár starvaðist hon so f Vestmanna, og so løgið tað ljóðar, so hevoi hon ikki altíð blíðan byr:, ymsastaðni frá varð hon møtt við misskiljing og forðan, av teimum, sum togaðu ímóti:, men Nicoliní. hevði sett sftt álit á hin liv- andi Gud, og tf kundi einki forða henni. Men hon fekk eisini viður- kenning. Aftaná at hava fingið førtjenastumedaljuna frá kon- gi fekk hon riddarakrossin og man vera tann fyrsta føroy- ska kvinnan, ið hevur fingið hesa viðurkenning. Tað fór skjótt at kennast; at tað fór at gerast ov trongligt á barnaheiminum fVestman- na; húsini vóru einans 10 x 13 alin, og hóast tey vóru vaks- in bæði eina og tvær ferðir, var plásstrotið har støðugt. Tað mátti fáast eitt nytt ( \ á r «? Nicolina Højgaard Simonsen uamaheim - og helst á øðrum staði, tf hetta lá ov nær hav- naøkinum, og tað er einki stað fyri børn. So fóm Nicolina og maður hennara aftur at stríðast fyri hesum máli. Og tað var ikki sum at siga tað. Tað var áheitan til stovn aftaná stovn - stovnar f Dan- mark, stovnar Merheima, fet fyri fet gekk tað framá, og 1. juni 1955 varð hetta nýggja, stásisliga heimið vlgt f Havn- ini. Tað var ein stórur dagur - eisini fyri Nicolinu; men tá ið eg tosi við hana um hetta, sigur hon: "Einans Gud skal hava heiðurin". Og hon leggur aftrat: "So skyldi /eg øllum teimum nógvu kring Føroya land, ið hava veitt mær stuo- ul f arbeiðinum bæði á ein og annan hátt, mfna hjartaligastu tøkk." Nú kundu vit siga at Nico- lina var komin á mál. ^"Tað er eitt orð úr Halgu- bók, sigur hon, ið hevurhjalpt mær sovæl, hjálpt.táiðmenn- iskju løgdu steinar á vegin, hjálpt, ta ið viðurskiftini tokt- ust rangvørg og fløkt, og tað var orðið: "Harrin skal strfða fyri tykkum, og tit, tit skulu tiga." Eg legði málið f hansara hendur, og so tók hann sær av viðurskiftum mfnum, so fløkt og rangvørg tey so tóktust at vera. - Enn tykist Nicolina kortini ikki at vera komin á máL Arbeiðið veksur støðugt. Starvsfólkini á bamaheimi- num eru noydd at flyta út og fáa sær høli f býnum.ogbørn- ini hava nú rúm teirra:, eini hús nærhenđis barnaheimi- num er fingið til innivist hjá dreingjunum, sum standa f læru og eitt annað heim har nærhendis er hennara vnski at fáa gjørt til hølifyrinýføðing- um. Tað er lfv og virkan bæði tíðliga og seint. - Fyri mær, ið ofta kom inn á barnaheimið f Vestmanna, oa sum enn av og á vitji inn a barnaheimið f Havn, er mun- urin alstórur - og eg frætti, at heim ið skal gerast enn stør- rL Eg hitti Nicolinu á máli. Framh. á bls. 10.

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.