Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Page 9
fjarðbúgvin
SIÐA 9
CHRISTJAN A
FLðTTI FARIN
Hóast lívsfarið var viknað, og
árini vóru komin, so var mær
kortini sera dátt við at frætta
boðini, at Kristian, farbróðir,
var farin, ti tað fyrikemur
mær, at við Kristiani er so
mangt horvið. - Tað er burt-
ur við alla, og kenst tf eftir-
sjónin so nívandi mein.
Tað kunđi so mangt verið
at sagt um Kristian, ið nú er
farin um sfn seinastastreym-
tanga inn f ta kvirruna, haoani
eingin slóðin gongur aftur.
So mangtkundiveriðattriv-
ið 1 um henda vinsæla og hug-
naliga_ mannin, sum f mann-
dómsárum sfnum var lýsandi
fyrimyndin hjá ungdómi og
sam- og avbygdamonnum sin-
um bæoi 1 reystleika og sum
skipari 1 eina fjórðungsøld 1
slupptfðini.
Men eg veit, at slðct hevði
ikki hóvað honum. Fyrihonum
var alt so náttúrligt. Tað, sum
búði fhonum, leitaoi ikki nakr-
ar skákvegir til tess at vella
fram f verki og talu.
Og eg hugsi, at júst hetta
eyðkennir so mangan rættan
mannin.
Kri^tian var borin f heim
við Gjógv, 24. januar, 1892
og hevði sostatt rundað tey
áttati um nakrar mánaðar.
Foreldrini vóru, Petur Jákup
á Fløtti, skipari, og Anna Ka-
frina úr Jákupsstovu, ið doyði,
tá Kristian var tvey árajjamal.
Kristian vaks upp hjaomm-
uni á Fløtti, Katrinu Mariu,
ið sat einkja. Maðurin, Krist-
ian á Fløtti, fórst við "Sam-
løguni", seinna skaðadagin,
20/3, 1884.
1 slikum umstøðum sleit
Kristian sfnar bamaskógvar
har norðuri f heimbygdini,
meðan yngri sambróðirin, Ak-
sel, aldist f aðrari bygd.
"Fátt er sum faoir; einki
sum móðir." Og stórt djúp-
ari skør enn hon stakk hesum
piltunum báðum, lutar lagnan
neyvan
Men tæri var gott f teim-
um; - tað prógvaðu^ báðir.
Tá Kristian var tólv ára
gamal, førdi faðirin "Janu".
Petur Jákup tók tá sonin við
særjog vandi hann við teykor,
ið vóru eittans fyri hálvari øld
síðan.
Mær er sagt, at tá Kristi-
an var komin til fermingar-
aldurs og skuldi ganga til,
læt faðirin, sum rfmuligt var,
Kristian vera heima ein túr.
Havið átti tó allanhughans-
ara. Tá skipið kom vestur-
fyri, fór Kristian sær niðan á
Ovara Nasa, haðani frftt út-
sýni er yvir markleysa havið.
^Meðan skipið helt sfna ó-
tálmaðu kós eftir Børmunum,
sat Kristian á eggjartromini
og græt.
Slfkt ger bert hann, iðborin
er at sigla'.
f 1914 tók Kristian skip-
araprógvið, og harvið byrj-
aði hansara manndómsverk.
f hesum minnisorðum skal
ikki vera nomið við tannpart-
in av æviskeiði hansara, tf
hann er vorðin varðveittur f
"Siglingarsøguni" tilkomandi
ættir.
Lat meg kortini steðga við
árið 1920. Tá hevði yngri
bróðirin, Aksel, keypt slupp-
ina "Kristinu" samanviðKjøl-
bro. Aksel førdi hana hetta
forløgstunga várið. "Kristina"
hvarv eina ódnamátt seinast f
februar her við oyggjarnar
ella uppi á Suðurlandinum, og
Kristian misti sfnar kæru:
faðir. bróður og hálvbróður.
Slíkir snuddir bæði bloyta
og^ herða. Og júst úr hesum
mótganginum, tá hann stóð at
kalla einsamallur eftir, tók
hann við stýrisvølinum av álv-
ara og slepti honum ikki, fyrr
enn hann hevði ognað sær ein
heiðurspall f sjófarandi søgu
okkara.
Sum so mangur annar veit
um at siga, so var Suðurland-
ið ikki altíð tespuligt.
Eina ferð var Kristian ser-
liga illa staddur við "Ørving-
inum". Teir vóru við at fara
a land yviri áMedellandsbukt-
ini. Kristian lovaði tá burtur
ta olmussu, at helt stórseglið,
so skuldi ein fátækkona,Mar-
in inni f Stovu, við Gjógv, fáa
Chr. á Fløtti
eina ávfsa peningahædd. Stór-
seglið helt, og Kristian sveik
ikki lyftið.
Kristian var skila- og álit-
ismaður á havinum, og manga
dýra veiðuna hevur hann ført
tÚ lands.
Mangan havi eg hoyrt, at
hann kundi vera stúrsin und-
an óveðri. Men tá ódnin leikti
um, sást tú ongan djárvari á
skipabunka.
Eisini lutur mfn var atvera
saman við honum á skipa-
dekki. Minniðum hannfráhes-
um avskeðstúri hansara eins
og minnið um henda dámliga
bygdamannin varðveiti eg við
hávirðiskenslu f barmi.
Hansara sjógvur er rógvin.
f landnyrðingshorninupi fGjá-
ar kirkjugaroi, horvandi móti
Norðhavsins veldi, hvílabein-
ini av mæta sjómanninum,
Kristiani á_ Fløtti ella Kristi-
ani við Gjógv, sum hann var
nevndur sfna stoltastu tíð.
Ja, Andrea. Víst er nútóm-
ligt og bert á rókini. Soleiðis
er felagslagna okkara . Men
góð minni kunnu linna á lfvs-
ins døpru stundum.
Eg veit, at tygum sita eftir
við ríkastu minnum um mann
tygara, ið sobrádligavar tikin
fra tygum 8. september. Og
somu minnir hava øll átta
bøm tykkaraum einfaðir, sum
aldri spardi seg at inna eitt
fyrimyndarligt verk í trúgv og
trúfesti f lfvsins harða stríði.
Vit takka og lýsa frið yvir
minnið.
Hans Jacob
SJÚTI SKIP HORVIN
Lloyds sigur frá, at 2.776
skip eru burturgingin sein-
astu 10 árinL Av hesum sjúti
eru sjúti sum farin undir heilt.
Um tað seinastahorvnaskriv-
ar viðskiftarmaðurin hjá
"Vestkysten" f London soleio-
is:
Tað snýr segum 3.750 tons-
arin "Kiki" úr Farmagusta á
Cypern, sum erhorvinfNorð-
sjonum. "Kiki" fór úr Emden
tÚ Dugirat f Jugoslavia 2L
januar. Skipið er ongantíð
komið hagar, og eingin veit,
hvat ið er viðurfarist tf.
Ein hálendsk radiostøð
loftaði 3. februar einum neyð-
arkalli frá skipinum, - tó utt-
an tilskilan um positiónina.
Hóast nógv hevur verið leitað,
so sæst eingin farvegur til
nakað.
Tá hugsað verður um tær
nýmótans skipskonstruktión-
imar og teir heimsfevnandi
samferðslumøguleikarnar, so
akuldi aki kunnað hildTð, at
tað var ógjørligt á okkara
døgum, at eitt skip soleiðis
fullkomiliga hvarv. Kortini
kenna vit sjuti dømihesi sein-
ast 10 arini. Hesi skip eru øll
burturgingin, uttan at nakar
farvegur er sæddur til teirra.
Storur partur av hesum tali
eru fiskiskip, sum erukoppað,
og straks farin til botns í
ringum sjógvi. Nøkur hava
kanska rent á ein fsflaka, og
eru soleiðis farin f spønir.
Føroyingar vita at siga um
fleiri skip,_ ið farin eru við
mann og mús. Tey ginguburt-
ur, men hvussu og hvar, tey
fórust, verður aldri greitt.
f Danmørk og væl saktans
eisini her á landi stendur gátu-
føra hendingin við skúlaskip-
inum "København" , iðsoleio-
is hvarv f Suður Atlantshav-
inum onkunstaðni við Tristan
da Cunha, fyrst f tjúgunum
allivandi f minninum.
Slik dulsmál endurtaka seg
á okkara døgum. 10.000 tons-
arin "Milton Latiridis"fórvið
plátuolju og kali úr New Or-
leans til Cape Town. Skip-
inum var álagt at geva boð
frá sær 4. hvønn dag. Men
onki er spurt frá tíð síðan.
«7.426 tonsarin "Ithaca Is-
land" fór úr Norfolk f Vir-
ginia við eini komlast til
Manchester. Tað spurdist
heldur ikki aftur f aftur. Fyri
trimum mánaðum síðanihvarv
"Iligan Bay" ávegis úr Am-
sterdam til Manila. Út fyri
norðursponsku strondini boð-
aði skipið, at veðriðvarvána-
ligt, og at tað hevði fingið
onkran sjógv. Annars var
einki, ið bendi á, atnakaðálv-
arlsigt var ámannafatt. Kort-
ini var hetta seinasta røddfrá
skipinum, 2 mánaðar eftir,
at tað átti at verið komið tií
Manila, mátti Lloyds boðað
skipið at vera horvið, og teir
fjøruti menninir, ið við vóru,
at vera sjólætnar.
NICOLINA
H SIMONSEN
70 ÁR
Hósdagin, 7. oktober, verður
Nicolina Højgaard Simonsen,
fyristøðukvinna áFøroyaBar-
naheimi, sjeyti ár.
Navnið Nicolina er bundið
saman við barnaheimsmálið
her heima á landi, og tað er
næst Harranum henni fyri at
takka, at málið er komið so
langt fram f dag. Tað er ikki
av tilvild, at so er. Longu sum
4-5 á±a gomul smágenta fór
hugur hennara at snúgvast tann
vegin, longu tá fór lívsstarv
hennara at birtast fyri henni.
Nicolina er fødd og upp-
vaksin f Rituvík, hon má sig-
ast at vera av góðum bergi
brotin; ágrýtni og íðinskapur
sermerkti ættina. Abbi henn-
ara, Per, var fyrsti maður,
sum búsettist f Rituvík, og
morbróður hennara var eisini
fyrstur at búsetast f Æðuvík.
Ætt hennara var eisini nær
knýtt til havið, og ikki færri
enn fimm morbrøður henn-
ara gjørdust skiparar ogfimm
av faOirættini.
Tá ið Nicolina var um at
vera tilkomin, kom hinkristi-
liga vekingin til bygd henn-
ara:, hon kom viðnyggjum lfvi,
býggjum hugsjónum, og bæði
Nicolina og vinkonur hennara
vóru tiknar av henni. Og tað
var, sum alt gjørdist nýtt. Og
tær høvdu hetta ikki fyri seg
sjálvan:, tær bóru logan long-
ur fram:, øll tey eldru her um
leiðir, munnu huga "Rituviks-
genturnar"} sum tær vóru
nevndar, tl ið tær bóru vitn-
isburðin fram.
Nicolina hevði møtt Krist-
usi, og hon hevði givið lfv
sftt í hansara hendur.
Hugsjónin og dreymurin frá
bamaárunum at kunna gera
okkurt fyri teimum smáuvaks
og mentist f hesum árum, og
við lojyvi frá foreldrum sfn-
um tok hon tey fyrstu trý
børnini til sfn f heimið fRitu-
vlk.
Og so var byrjanin gjørd.
Nicolina fekk sfna útbúgv-
ing til starv sftt fyri ein part
f Danmark og síðan á hospi-
talinum f Havn, og tá ið hon
giftist við Johan Hans Simon-
sen, trúboðara, og flutti til
Vestmanna, kom heimið, sum
hann hevði bygt, atgerastfyr-
sta rættiliga bamaheim fFØr-
oyum. Hugsjónin frá barna-
árunum var nú vorðin veru-
leiki.
f 28 ár starvaðist hon so f
Vestmanna, og so løgið tað
ljóðar, so hevoi hon ikki altíð
blíðan byr:, ymsastaðni frá
varð hon møtt við misskiljing
og forðan, av teimum, sum
togaðu ímóti:, men Nicoliní.
hevði sett sftt álit á hin liv-
andi Gud, og tf kundi einki
forða henni.
Men hon fekk eisini viður-
kenning. Aftaná at hava fingið
førtjenastumedaljuna frá kon-
gi fekk hon riddarakrossin og
man vera tann fyrsta føroy-
ska kvinnan, ið hevur fingið
hesa viðurkenning.
Tað fór skjótt at kennast; at
tað fór at gerast ov trongligt
á barnaheiminum fVestman-
na; húsini vóru einans 10 x 13
alin, og hóast tey vóru vaks-
in bæði eina og tvær ferðir,
var plásstrotið har støðugt.
Tað mátti fáast eitt nytt
( \
á r «?
Nicolina Højgaard Simonsen
uamaheim - og helst á øðrum
staði, tf hetta lá ov nær hav-
naøkinum, og tað er einki stað
fyri børn.
So fóm Nicolina og maður
hennara aftur at stríðast fyri
hesum máli.
Og tað var ikki sum at siga
tað.
Tað var áheitan til stovn
aftaná stovn - stovnar f Dan-
mark, stovnar Merheima, fet
fyri fet gekk tað framá, og 1.
juni 1955 varð hetta nýggja,
stásisliga heimið vlgt f Havn-
ini.
Tað var ein stórur dagur
- eisini fyri Nicolinu; men tá
ið eg tosi við hana um hetta,
sigur hon: "Einans Gud skal
hava heiðurin". Og hon leggur
aftrat: "So skyldi /eg øllum
teimum nógvu kring Føroya
land, ið hava veitt mær stuo-
ul f arbeiðinum bæði á ein og
annan hátt, mfna hjartaligastu
tøkk."
Nú kundu vit siga at Nico-
lina var komin á mál.
^"Tað er eitt orð úr Halgu-
bók, sigur hon, ið hevurhjalpt
mær sovæl, hjálpt.táiðmenn-
iskju løgdu steinar á vegin,
hjálpt, ta ið viðurskiftini tokt-
ust rangvørg og fløkt, og tað
var orðið: "Harrin skal strfða
fyri tykkum, og tit, tit skulu
tiga."
Eg legði málið f hansara
hendur, og so tók hann sær av
viðurskiftum mfnum, so fløkt
og rangvørg tey so tóktust
at vera. -
Enn tykist Nicolina kortini
ikki at vera komin á máL
Arbeiðið veksur støðugt.
Starvsfólkini á bamaheimi-
num eru noydd at flyta út og
fáa sær høli f býnum.ogbørn-
ini hava nú rúm teirra:, eini
hús nærhenđis barnaheimi-
num er fingið til innivist hjá
dreingjunum, sum standa f
læru og eitt annað heim har
nærhendis er hennara vnski at
fáa gjørt til hølifyrinýføðing-
um.
Tað er lfv og virkan bæði
tíðliga og seint. -
Fyri mær, ið ofta kom inn á
barnaheimið f Vestmanna, oa
sum enn av og á vitji inn a
barnaheimið f Havn, er mun-
urin alstórur - og eg frætti,
at heim ið skal gerast enn stør-
rL
Eg hitti Nicolinu á máli.
Framh. á bls. 10.