Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Síða 4

Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Síða 4
HÓSDAGUR 23. SEPTEMBER 1971 SH)A 4 EIÐIS KIRKJA NÍTI ÁR Á Eiði eru ongar sagnir um kirkjur, hálvkirkjur ella bøn- hús, men vit vita, at um ár 1700 var kirkja á Eiði. Henda kirkjan stóð, har sum tann gamli skúlin nústendur. Hesin skúlin vendir suður og norður, og landsynningshornio á hon- um kemur inn á tann gamla grevsturin. Sagt verður, at tá ið skúlin varð bygdur, vórðu beinaleivdir uppgrivnar o§ niðurgrivanr aftur eystari a sama kirkjugarði. Tanngamla kirkjan røkk væl eystur um nú- verandi koyriveg, sum gongur onam á kaina. { bókini "Kommisions- betænkninger" (1709 -10) stendur fylgjandi um ta gomlu kirkjuna á Eiði: Ejde kirki, lang 16 1/2 alen, koret deraf 5 1/2 alen, bred 6 1/2 alen 2 tommer, høj 61/2 alen, 9 mands-ogkvindestole, prædikestolen ved kvinde- stolene, et alter med et vin- due over, et dito ved præd- ikestolen, et lidet dito paa den anden side af kirken, en skriftestol. Ornamenterne ere: en fulđkommen søvlkalk og disk, zií forgyldtl, en stor aúaskes messehagel, en klosterlærreds messeskjorte, en hørlærreds aíterdug, 2 tin- lys^stager, et trætaarn med en fuldkommen klokke. Kir- ken inđvendigklædtmedbræd- der og udvendigmed stenmur omkring, tækket med næver og rioget halm, dog brdstfæl- dig, ellers kirken udi god hævd, Dens aarlige inđkomster i de bedste aaringer, 22 gyld- en. Ordinære udgifter lOgyld- en 5 skind. Har tilgode 17 gylden 2 skind. Frá teirri gomlu kirkjuni er hetta varðveitt: Eitt doypi- fat úr messingi, iðhevur m^nd av boðan Mariu, árstalið á tí skilst ikki longur. Ein kal- ikur og ein diskur, árstølini á hesum síggjast tíverri heldur ikki longur. Altar- talvan, ið sýnir hina heilagu kvøldmáltíðina, hongur ínni í sakrestinum í núverandi kirkju og er í ringum standi. Skuvlan til at kasta jørð á við er helst eisini frá hini gomlu kirkjuni. Ein partur av bygdarfólk- inum vildi hava hina nýggju kirkjuna bygda á grundina á hjá hini jjomlu. Men skilligt er, at plassið hevur verið ov trongt, og serliga var kirkju- garourin burtur av leið Ut- il. Har sum nýggja kirkjan stendur er og var rúmligt - og væl hóskandi til kirkju - bæði turt og djúplent. Kirk- jan tekur seg eisini væl út frá Norðurhavinum og fjørðinum. Sagt verður, at tað var V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, ið gjørdi av, hvar kirkján skuldi standa. Hon er bygd í 1880-81 í romantiskum bygningsstíli úr høgdum gróti av arkitekti H.C.Amberg, sum eisini hev- ur gjørt tekningina til amt- manshúsini íHavn, sumvórðu bygd úr somu tíð. Meginpart- urin av grótinum er brotið úr Korndalshamri - (nakað norðan fyri dansistovuna á Eiði), grótið var veikt og lætt at arbeiða. Hettakann vera ein orsøkin til, at menn kundu fáa seg til at sementpussa kirkj- una í 1887 (samb. sýnsproto- . kol). Restin av gróttiífarin- um er brotið uppi á G.rind (eystan fyri bygdina). Haðani er grótið til doypifontin eis- ini fingið, hann er tilhøgdur av Johannes Petersen ur Mikladali. Kirkjan er 18,9 m long og 10 m breið og verður søgd at vera ein tann vakrasta kirkj- an í Føroyum, serliga býtavit merki í tær vøkru utskering- arnar innan í kirkjuni. Steinhøggari, múrari og for maður voru danir. Eiðismenn laðaðu. Danir vildu hava eið- ismenn at arbeiða sunnudag- arnar eisini. Hesum noktaou teir, men vildu arbeiða^ 13 tímar dagliga í summarhálv- árinum. í landsynningshorn- inum á kirkjuni liggur grund- arsteinurin ogundirhonum ein silvurdós. I henni er: (Eitt 20 kr stk., eitt 100 kr. stk., eitt 5 kr. stk. - úr gulli). (Eitt 2 kr. stk., eitt 1 kr. stk., eitt 50 oyra, eitt 25 oyra, eitt 10 oyra - silvur). (Eitt 5 oyra, eitt 2 oyra, eitt 1 oyra - kopar.) Um tornið verður sagt, at tað varð laðað upp um heystið í kava og frosti. Tað var gjørt 1 m hægri, enn tað nú er, men var skeivt, tá íð tað kom upp. Mátti verða tikið niður aftur, og fekk á øðrum sinni ikki sína fullu (ætlaðu) hædd. Veingirnir, sum styðja tornið, vórðu tá gjørdir. Sagt verður, at Eiðis kirkja varð bygd so stór og prýðilig, av tí at kirkjutíggjundin var nógv tann størsta í presta- gjladinum (útróður) og bygd- in tann størsta. Sagt verður eisini, attekningin, sumkirkj- an er bygd eftir, ikki uppruna- liga var ætlaðtileinaføroyska bygdakirku bygdakirkju. Ið hvussu so er, so hevur Eiðis kirkja verið við, sum ein tann fyrsta, til at broyta tann gamla føroyska kirkjustílin. Kirkjan^ stendur o.u. 150 metrar frá sjónum. Sum fles- tar kirkjur vendir hon evstur og vestur. 5 stór vinaeygu eru á norðursíðuni og 5 á suður- síðuni. í forkirkjuni eru tvey loft, á niðara er orglið + org- ulblásari (10 ára gamla) + tveir beinkir, sum hvørrúmir 5 fólkum. Á ovara lofti eru 4 beinkir, sum hvør rúmar 5 fólkum. Við teimum, sum kunnu sita á loftinum, rúmar kirkjan gott og væl 300 fólk- um. Viðmerkjast kann, at tá ið altargangur er, er pláss fyri 19-20 altargestum í senn. Kirkjan varð vígd. 18. sept- ember í 1881. Um sjálvavígsl- una skrivar Dimmalætting 24. september sama fylgjandi ár: Indvielse af den nye sten- kirke paa Ejde fands sted efter bestemmelsen sidste søndag den 18de sept. Modfor- ventning var vejret rigtig smukt efter aarstiden med solskin og stille vejr. Denne højtidelighed havde derforog- saa samlet mange fremmede i bygden, hvilke flokkedes om kirken for ret at bese den, den tager sig nydelig ud, hvortil ogsaa beliggenheden bidrager ti, og den er i det store og hele en bygning, som gørbygmest- en ære. Selve inđvielsen fandt sted omtrent kl. 11, efter at man var gaaet i procession fra den gamle kirke over i den ný. Provst Sørensen indviede i .inderliga og smnkke ord denne bygning til at være et Gud hus, afsondrede det fra verdens larm og trængs- el og bad om, at der maatte blive velsignelse i det ord, sum skullu lyde her inde, slut- telig overgav han menigheden kirken til varetægt og værn, hertil sluttede sig nogle cere- monier, hvorefter den egent- lige indvielse var forbi. Sen- ere besteg provsten prædeki- stolen og holdt en kort præd- iken over dagens evangelium. Den smukke højtidelighed, der overværedes af amtmandFin- sen, præsterne Ewaldsen og Petersen, sysselmændene Ef- fersøe og Danielsen m.fL.va- rede omtrent et par timer. Indvendig er kirken liga saa smuk som tarvelig, men lidt mere udsmykning kan jo med tiden komme, dog det nød- vendiger er der, saa faar det ander at vente til tid og lejlighed, i. akustik hen- seende lader kirken intet tilbage at ønske. Leggjast kann afturat, at undir skrúðgonguni úr teirri gomlu kirkjuni í ta nýggju gingu forsangarar á odda, syngjandi Kingo. Kirkjan var ta tann størsta f oyggjunum og hildin at vera hin vakrasta. Inventar: nakrir trivaligir messingstakar. Ein stór klokka, sum hoyrist langt. Á henni stendur við stórum stav- um: Ovast: Bochumer Verein. Gusstahlfabrik 188L Um miðjuna: Givet - til - kirken - i - Eide- paa - Øs- terø - frá - Frimurere - í Kjøbenhavn. Himmalborgin, symbol fyri teir fýra evangelistarnar: menniskjan, ljónið, oksin og ørnin - og eitt forgylt krusi- fiks - givið av frímúrarunum í Keypmannahavn. Á doypi- funtinum, sum áður sagt er tilhøgdur av Jóh. Petersen úr Mikladali, stendur S H: Jes- us salvator hominum, tað merkir: Jesus frelsari menn- iskjanna. Doypifatið hevur mynd av boðan Mariu. Árs- talið^skilst ikki. Ljósakrúnurnar hevur kirkjufólkið givið kirkjunitætt frammanundan aldamótinum. 12 lampettir - óhvørjumegin- keyptar tætt aftaná fyrra heimsbardaga. Umleið 1913 kom harmonium í kirkjuna, avlagt í 1939 av einum pípu- orglið. Miðstøðuhitaverk varð lagt'i kirkjuna í 1935 - hetta varð útskift við el-hita í 1965. økt við elhitablásara í 1960, tá eisini orglið fekk el-hita- blásara. Á kórvegginum standa alfa og omega (fyrsti og siðsti bokstavirnir í tí grikska alf- abetinum). Skoytast kann, at Eiðis kirkja, to at hon jú ikki hevur nakað av ti skurðverki, sum tær gomlu kirkjurnar hava, hevur eitt sindur, sum minnir um tað. Á prædika- stólinum er ein skurður, ið minnir um lívstræið. Á vegg- junum er ein málningur, sum minnir um krossin, men har eru so teir fýra naglarnir komnir við. Hin málningurin kann vera forsjónin:^ So eru fýra málningar. Eiðis kirkia Eiðis kirkja innan Teir eru størri enn hinir og minna teir um Dagmarkrossin, ein sirkul er við, sum kanska skal merkja ævinleikin. Til innventar hoyra eisini ser- kalikar til altargangir. Teir komu í 1948 frá Dansk Para- menthandel í Keypmannahavn. Fukturin hevur frá fyrsta degi volt stóran skaða. Tað fyrsta takið var hopleyst og varð útskift longu -{ 1887 (sýnsprotokol), bg samtíðis var hon sementpussa uttan. Hetta bøtti um lekan, men ikki um vakurleikan. Roynt hevur eisini verið við asfalti innan og máling uttaná, men fukturin kom kortini ígjø^n- um. { 1961 vatð so ein mur- ur at lecasteini settur innan á báðum síðum við einum tumma frá kirkjuvegginum. Vindeygakarmar vórðu eisini klæddir við isolatiónstilfari. Kondensvatn varð síðan leitt gjøgnum plastikkrørr inn í steinin og kirkjuveggin. Eitt gott ár aftaná varð kirkjan so málað av málarameistara Jó- hannes Olsen úr Hósvik. Nú sæst einki til fukt, so vónandi er vunnið á honum. í 1963 vórðu steinrullam áttur ogtak- papp lagt oman á hválvið, og hevur hetta roynst væL 11961 fekk tornið kopartak sum kanska er tað fyrsta í Føroyum. Ringt verður, tá kistan fer úr heiminum og til hon kem- ur í kirkjuna. Somuleiðis tá hon fer úr kirkjuna út á kirkju- garðin. Tað er avlagt á Eiði at syngja fyrilikiúrheiminum og í kirkjugarðin. Taðerburt- urdotti uttan viðtøku umleið 1955. Fyri brúðarpari verður kimað - ikki longur skotið. Børn verða doypt undir guds- tænastuni - kirkjufólkið rýmir ikki. Kimað verður aftanabið- isløgini. Til kirkjugongđ vanligar sunnudagar verður ringt tríggjar ferðir: Kl. 9, 9.30 og 12. Eyka dýrabiðidag ogkvøldi undan høgtíðum. Fólk vita at siga, at J. -Brockmann hevur verið nýttur. Eisini Lars Lindarot Hans - Postille, týdd úr sven- skum (3. upplag 1881). Vel- helm Beck: Paa livets vej, 1-2 í einum bindi (1885). En lille skatkiste 1904, 2. uppl. Dr. T. Skat Rørdam: Naadens aar, til aðru tekstarrøð. T. Moe: De gamle stiger 1927 (en aargang prædekener). Tað hava eisini aðrar bøkur verið nýttar. Frá 1930unum hava mest "I lýsing” og "Meðan hildið verður heilagt" av J. Dahl verið nýttar lestrarbøk- ur. Kingo sálmabókin varð burturløgd um aldamótið (1900). Hanus í Garði sum tá var deknur, protesteraði við at siga seg frá. Eisini onnur vóru misnøgd, men nakað stríð kom ikki burturúr. Salmebog for kirke og Hjem varð so nýtt einsamøll til 1961. fteirri føroysku sálmabókini, sum liggur á altarinum, stendur 26/2-196L Frá hesum degi hevur einans henda sálmabok verið nýtt til gudstænastur í Eiðis kirkju sunnudagar. Til føstugudstænastur hevureins- takar ferðir donsk sálmabók verið nýtt. Síðan 1. november 1946 eru kirkjubøkurnar fEiðispresta- gjaldi førdar áføroyskum máli og attestri útskrivaðar á før- oyskúm. Donsk prædika hevur ikki verið hildin í Eiðis kirkju av føroyskum presti síðan 1947. Tvær versiónir um "Norsku Løvu" 1) Havnar kirkja lænti ti nýggju Eiðis kirkju hetta skip. Menn fukturin oyðilegði tað skjótt. Tað datt sundur og lá so ugpi á kirkjuloftinum í nøkur ar. So varð hetta skip sent suður til Havnar tilumvælingar. Tað kom ikki aftur, men kom at hanga^f Havnar kirkju. Henda versiónin styðjar seg til kirkjuráðsprotokollina íHavn. ") Skipið varð givið Eiðis kirkju ( summi siga, at Sør- ensen próstur gav kirkjuni Framh. á bls. 7

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.