Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Síða 10

Fjarðbúgvin - 23.09.1971, Síða 10
í HÓSDAGUR 23. SEPTEMBER 1971 SÍÐA 10 SHAKESPEARE ILENINGRAD Á sjónleikarhúsunum f Lenih- dramatisku leikpøllunum eru grad hevur Shakespeare verið "Henry IV", "Hamlet" og nummar eitt f snmmar. Á "Much Ado about nothing". Sum balettir ganga "Othello" og "Anthony and Cleopatra". Dukkuteatrio spælir eisini Shakespeare. Her er tað "Merry Wives og Windsor", sum stuttleika tørnum og vaksnum. FREÐAÐIR MAMUTTAR Stjórnin i teirri sjálvstýrandi jakutisku sovjetrepublikkini í Eystursibir hevur friðað 100 kilometra langt dki út móti Laptev - sundinum. Her er teir størstu "memutt-kirkju- garðarnir" f Sovjetsamvelđ- inum. Frammanundan hevur stjórnin friðað^ trý øki^ har hesi útdeyðu stórdyr ístórum tali liggja fryst f tundruni. Orsøkin til friðingina er, at djórafrøðingar og aðrir vís- indamenn vilja ikki verða ó- rógvaðir av okønum. GOMLU BYGDIRNAR HVØRVA Sovjetiskir arkitektar hava gjørt reglur fyri umskipan av 700.000 bygdum og smabygd- um til meira tíoarhóskanđi og^ býarlíknandi bústaðir. Nýggju húsini verða í 240 ymsum støddum^ og sløgum og fólk fara sjálvi at kunna velja. Verður henda ætlan gjøgnumførd, fer tað at bera við 'sær, at meir enn 4/5 av teimum gomlu bygdunum hvørva. í stuttum \ LUMUMBA- UNIVERSITETINUM fingu í summar 625 student- ar úr næstan øllum heimsins londum prógv. Fyrstu kandi- datarnir komu ut f 1965, og síðan tá hevur hesin sovjetski læristovnur fyri fólk úr til- afturskomnum londum klakt yvir 3500 serfrøðingar, sum eftir lesnaðin eru farnirheim at arheiða. UNDIRVATNSBATUR SUM RANNSOKNAR- SKEP Nýggjasti sovjetski rannsókn- ar undirvatnsbáturin "Sever 2" hevur verið royndartúr við góðum úrsliti. Báturin kann kava 1 kilometur niður. Ætl- anin er, at "Sever 2" skal arbeiða saman við móður- skipinum "Odissej" hjá Pol- arstovninum f Murmamsk. "Sever 2" hevur alla rann- sóknarútgerð, film- og sjón- varpstól, tøkuarman og goymslurúm fyri lutir av botninum. FORMANSSKAPURIN r ilo Nýggjur formaður er settur í stjórnarráði ILOs-alheims- arbeiðsstovninum. Hann er umboðsmaðurin hjálndonesiu f Geneve, Umarjadi Njotowi- jono, ambassadørur, ið vaLlur er í formanssessin fyri 1971/ 72. Hann kemur aftaná S.O. Koku úr Nigeria. K O N A Vit sóknast eftir konu til at gera reint 3 đagar um vikuna. P/f Poul Hansen tlf. 7461 Glyvrar FOROYINGAR Tá ið annar heimsbardagi var av, huldist eftirmaður ográð- gevari Hitlers, Martin Bor- mann, knappliga í ein gátu- føran mjørka. Var hann deyð- ur? Ella var hann kropin sær í smog? Ongin tóktist kenna svárið. SonurBormann’s, Ad- olf Martin Bormann, er eisini við at vera farin, - tó her er tað rom antikkurin, ið er sigin saman um. Tann fjørutieitt ára gamli Bormann, suni gjørdistprest- ur 1958, hevur latið ordanim Heilaga hjarta Jesusar frá sær til tess at giftast. Bor- mann bíðar eftir endaligum loyvi úr Vatikaninum atsleppa at giftast eini fyrrv. domini- kanskari nunnu. STØRSTA VEIÐA í 15 AR Fiskimenn í tí lítlu japansku bygdini Igarashinhama vóru ovurfegnir, tá teir ein morg- unin tiðliga komu fram á stór- ar sardintorvur stutt frá lan- di. Umleið 15 bátar luttóku í veiðuni, og teir glaðu fiski- menninir søgdu^ at hetta var størsta veiða í 15 ár. Sar- dinurnar harumleiðir hvurvu aftan á seinra heimsbardaga,' uttan at nakar kundi siga hvi. Menn vóna, at tað, sum er fingið í ár, er tað fyrsta tek- ini um, at sardinurnar eruvið at venda aftur. BLAÐHALD Fjarðbúgvln kemur út annan hvønn hosdag. Nýggir haldarar kunnu tek- na blaðhald á posthúslnum. ÚTSOLAN Týsdagin 28. september, selja vithesar vørur til nióursettar prísir: Harraskógvar barnaskógvar buksudraktir til gentir niðurdeilar troyggir • tógv o.a.m. P/f Højgaards Handilsvirki Deild C Saltangará ICHILE Heimsmeistarakappingin f spjótfiskiskapi fór fram i Iqu- ique f Chile f døgunum 1.- 6. september f ár. Tjúgu lond luttóku, og var hetta væl minni enn vanligt. Føroyar vóru einasta norðan- land, ið luttók. Føroysku luttakararnir vo- ru: Bergtóra Hanussardóttir, liðleiðari, Bogi Hansen og Knút Bjørk. Hetta var bert hálv manning, og hugsingur var ikki um at faa plasering, tf at kalla bert bestu londini vóru við. Heimsmeistarar gjørdust Chilenarar, nr. 2 varo USA, 3 Italia, 4 Peru og 5 Spania. Tað primera við hesum kappingum hevur ongantíð verið tað at vinna, men at vera við, og burtursæð frá heimsmeistarunum, sigst at føroyska liðið var hitt mest populera, júst tf at teir høvdu ferðast so langan veg ogkomu frá einum so gott sum okend- um landi. FJARÐBÚGVIN: Hans J. Sigvardsen, blaóstj. tlf. 7292 Monrad Holm, avgreiðsla, tlf. 7398. Prent: Blaðstarv. Framh. frá bls.9 Hvussu kennist tað nú at skula leggja frá sær? Nico- lina brosar: Eg eri so heppin at tað vónandi verður Petur, sonur mfn, sum kemur attaka við starvinum aftan á meg. Og so statt komi eg ikki at kenna meg fremmandanher. Hetta varð kall mftt. Hetta var lívsstarv mftt. Og Harrin glørdi tað, athettakom atfylla liv mftt. - Vit ynskja Nicolinu hjarta- liga til lukku við tøkk ogynski um, at tað hóast tey sjeytiár- inL enn má eydnast henni at laða onkran steinin aftrat verndargarðinum um børnini her heima á landi. Chr. Høj ELNA SEYMIMASKINUR Umvæling av eins væl hond- sum el-maskinum veróur gjørd á verkstaði mínum. Erling Pedersen aut. reparatør tlf. 196 Miðvágur Vit hava allar vanligar MATVØRUR o. a. m. til lágar prísir. Vit koyra vøarur út hvønn dag. Latið ordrar inn áðrenn miðdag. Hjá MARIN tlf. 7314, Skála.

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.