Fjarðbúgvin - 09.05.1972, Blaðsíða 5
TÝSÐAGUR, 9. MAI 1972
SÍÐA 4
FJARÐBÚGVIN
Slt)A 9
SJÁLV-
MORÐ
Eru tygum í ferð við at gera
sjálvmorð? Sjálvanđi svara
tygum við einum avgjørđum:
Neil Tygum skuldu kanska
hugsað tvær reisuryvir henda
spurningin um tygum hoyratil
tann stóra bólkin, ið hevur
síni pund at dragast við.
Ein skal aldeilis ikki fara
eftir øllum, ein hoyrir. í
mongum førum er tað helst
beinleiðis skaðiligt ogheilsu-’
oyðandi at slota til og gera
eftir øllum, ið nú eina ferð
er uppi um vandar, ið sigast
kunnu leggja teg í grøvina,
langt áðrenn tim aglasið skuldi
verið runnið.
Men vit ditta okkum heldur
ikki til at leggja tygum tey
ráð at venda tað deyva oyrað
til mangt og hvat, ið kemur
fram í dag ella í komandi
døgum.
Ein royndur lutur er taðtó,
at mangt, ið hevur fingið
skaðiligt orð á seg. kemur til
æru aftur, tá ein tío er farin.
Lat okkum venda aftur til
sjálvmorðið.
Tað sigst m.a., at fyri
hvørt pundið, tygum hava í
ovurvekt, verður lív tygara
stytt við kanska einum pro-
senti.
Heldur hesin pástandurfyri
tygara viðkomandi, so kunnu
vit siga, at vóru tygum undir
vanligari lívsførslu unt eini
65 ár, og tygum í dag viga
eini 20 pund ov mikið, so
sketta tygum^ov litið um tey
13 árini av lívi tygara, sum
tianga í einfaldum hosnatráði.
3.632
mil j.
heims-
borg -
arar
t 1970 vóru vit tilsamans
3.632 miljónir á jørðini, með-
an tíggju ár herfyri einans
vóru 2.982 miljónir. Hetta
merkir eina øking í meðal
við tveimum prosentum hvørt
árið.
Meðan heim sfólkatalið vaks
við 650 miljónum fólkum hetta
tíggju-árið, vaks fólkatalið
t.d. í Noreg við 296.000 ella
einans 0,8 %.
Tølini viðvfkjandi fólk'a-
vøkstrinum í teimum einstøku
heimspørtum stava frá hag-
frøðisligu skrivstovu Sam-
eindu Tjóða. Mesti vøksturin
hevur verið í Suðuramerika
við 2,8 %, Asia við 2,3 % og
Norðuramerika við 1,9 %. í
Sovjet hevur økingin verið 1,3
% árliga.
Eftir upplýsingum Sam-
eindu Tjóoa var fólkatalið í
Afrika í árinum 1970 til-
samans 344 miljónir, t
Norðuramerika 321 mill., í
Suðuramerika 190 mill., í
Asia 2056 mill., Europa(utt-
an Sovjet) 462 mill., Oceania
(Australia) 19 mill., og Sov-
jet 243 mill.