Fjarðbúgvin - 09.05.1972, Blaðsíða 9
TÝSDAGUR, 9. MAI 1972
SfÐA 8
ELNA
SEYMI-
MASKINUR
Umvæling av eins væl hond- sum el-maskinum
veróur gjørd á verkstaði mfnum.
Erling Petersen
aut. reparatør
tlf. 196 Mióvágur
GRENAA DIESELMOTORAR
Frá 165 til 600 HK v. 500 umdr. við og uttan reduktión. •
•fr Long livitíð
■fr Bíligir í drift
•fa Góð service
Umboð:
PF. MEKANIK
tlf. 7425 - 7184 - 7191
FÓROYA
SPARIKASSI
Við sínum 16 deildum runt landið er spari-
kassin nú førur fyri at veita,fólki mangan
betri servise enn áður.
Um tygum ynskja, at vit tygara vegna skulu
gjalda t.d. skatt eina feró um mánaóin, far-
ið so bert í sparikassan. Hetta og annaó slíkt
gera vit uttan at taó kostar tygum nakaó.
Hava tygum pening til avlops, farið tá í spari-
kassan við hesum peningi, tí hjá okkum inni-
stenđur hesin tryggur, tygum uppnáa hægstu
rentu m.a. av tí at vit framvegis tilskrivað
rentu tvær ferðir árliga (hetta hava vit altíó
gjørt).
Tann, sum eigur pening í sparikassanum, hev-
ur harvið fyrimun vióvíkjandi lánimøguleik-
um. Hann ella hon kann tá fáa bíligu lánini við
teirri lóngu fráđráttartíðini.
Setió tygum eins og mong onnur hýruna og løn-
ina inn í sparikassan, fólksins peningastovn,
sum harvió eisini er tygara peningastovnur.
Vió heilsu
FØROYA SPARIKASSI
FØROYSKT VITA
VITA margarine og VITA plantu-
margarine fáa tygum í øllum mat-
vøruhandlum.
A/S Torshavns Mælkeforsyning
& Margarinefabrik
SUMMAR-
GESTIR
Góða og ódýra gisting fáa tii á Ferðamanna-
heiminum FRÁHALD.
GISTING fyri limir við ferðakorti í iagi kr.
10,- um dagin fyri hvønn, - gestir við ong-
um ferðakorti mugu gjalda kr. 15,- um dag-
in fyri hvønn.
SEINGJARLlN. Fyri at fáa ódýrastu prfsir,
eiga gestirnir at hava seingjarlín ( lak, dýnu-
ver og koddaver) við sær.
TJALDING (Camping) eystanfyri Hoyvíkstjørn
og uttanfyri feroamannaheimið kostar kr. 5,-
um dagin fy.ri hvønn. Gestirnir, sum búgva í
tjøldum fáa atgongd til drykkjuvatn og W.C.
a ferðamannaheiminum.
FAMILJU-KÓMUR. Á ferðamannahelminum eru
nú 15 familjukømur (frá 2 til 6 sengur í hvørj- ■
um kamari).
SKÚLAR. Lærarafólk sum ætla at koma cil
okkara isummar við skúlabørnum biðjast^
vinarliga at siga frá f góðari tfð. (Frá 15.
til 24. juni eru longu allar sengurnar búagd-
ar).
GESTAKØKUR. Atgongd til gestakøkin, íroknað
gass, heitt vatn og servicu kostar kr. 2,- um
dagin fvri hvønn. Tað er loyvt at hava mat við
heimanífrá. Annars er eisini stórur matvøru-
handil minni enn 100 metur frá ferðamanna-
heiminum.
REGLURNAR eru tær somu, sum galda i
alheimsfelagsskapinum fyri vandriheim (The
International Youth Hostel Federation) og verð-
ur serligur dentur lagdur á fráhald og náttar-
frið.
Ferðamannaheimió FRAHALD
vió Hoyvíkstjørn, Tórshavn
Tlf. 1 3414
Tú ert galileumaður.'
Túsundtals prædikur hava
verið hildnar upp ígjøgnum
tíðirnar við Paeturi sum keldu
og høvuðspersóni tann dagin,
taið hann sat og vermdi seg
við koleldin úti í høvuðs-
prestagarði. í flestu førum
verður hann úmtalaður sum
tann, ið var veikur, ræddur
og omansligur, sum fyri ein-
ari gentu royndi at skáka sær
undan við at siga: "Eg kenni
ikki tað menniskja". Og aftur
at hann ikki var í fylgi við
Jesusi. Triðju ferð bannar
hann um, at hann ikki kendi
Jesus. í sannheit: veikur
maður ta løtuna. Men lat okk-
um við tað sama síggja Pætur
sum veldugan kappa fyri Guðs
ríki í framtíðini.
At hann sveik, at hann var
ræddur, at hann fornoktaði,
at hann bannaði í hesum mikla
striði, ja, hetta hava vithoyrt
og kanska lisið so oftani.
Avmáldur sum ein av okk-
um sum altíð eru veik, av-
máldur viðmenniskjansmáli-
stokki. Lat okkum hugsa okk-
um tær umstøður, sumhendan
dagin rádđu um hesar leiðir,
táið Guds vreiðidómur f all
yvir alla menniskjans synd.
Satans makt og veldi var
líkasum giviðleyst. Allurónd-
skapur so leysur og pærgang-
andi. Vit síggja Pætur henda
dagin: nivdur og^ píndur heilt
inn at sálini. TáioJesus var
drigin inn til hetta forhoyrið,
sigur Pætur við seg sjalvan:
Eg skal álíkavæl vera honum
so nær, sum tað er giørligt.
Og so fer hann inn í garo-
in, inn í hitt harða stríðið.
Kanska kostaj hetta lfv og
limir. Táið nú alt hetta gekk
honum so nær og átrokandi:
inn at klæðunum og heilt inn
at holdinum, so kundu vit sagt,
at tá var nógmikið, og at
hann eisinivistialtum.hvussu
vinur og meistari hansaravar
viðfarin. Meira fekk tannónda
m aktin ikki loyvi at nem a við.
Men hvat siggja vit? Tað
innasta og tað djúpasta f hes-
um likami, sum var Pætur,
tað var eisini viðgjørt og
rivið f avSatansmakt:Móður-
málið, talievnini, dialektin og
stemmubondini undir tungu
hansara, sum vóru tilvand av
kæru móðir hansara frá tf
degi, hann var føddur.
Málið, sum tú tosar,
sigur trá, hvaðani tú ert.
"Tú ert galileumaður".
So djúpgangandi var hetta
álop og hesin óndi ørvur frá
Satans boðastreingi, ið var
siktaður eftir Stemmubond-
unum, sum Pætur hevði fingið
frá móðirlívi, og hesin
Ørvur^ rakti. Men vermandi
og bróðurlig var hin elskaða
heilsan frá honum, sum sigrað
hevði yvir grøv og deyða:
"Maria, Heilsa Pætur":
Hils især dog Peter
som fornægted mig,
Sig ham i hans smerte,
Jesus elsker dig,
Sig jeg er opstanden
Skynd dig, Skynd dig bort.
Sig, jeg har forladt ham,
alt hvad han har gjort.
J. í J