Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Side 7
fjarðbOgvin
SfDA 7
„EG SKAL VEITA
TYKKUM TROYST ”
Hóast ungt á aldri hevur ár-
ið 1973 verið okkara litlu og
fólkafátæku tjóð sera dýrt.
Við "sjóstjarnuni" mistu
vit fimm landsmenn, við
"Gamla Tummasi" tveir, við
"Prima Mærsk" ein og við
"Munkinum" ein, Sera lagnu-
tungt ár við byrjan.
Liv okkara her á landi er
eftir livikorum og -hátti so-
leiðis vorðið, at ein og hvdr
hevur í dldir verið noyddur
at troytt teir livsmøguleik-
ar, ið her unnast. Møguleik-
arnir liggja allir á havinum,
og hevur havið altíð verið
aðaltráðurin í livi føroy-
inga. Vit hava bæði sum ein-
staklingur og sum tjóð nógv
at takka havinum fyri. Tað
hevur givið okkum mangan
ríkan fongin. Tað er mong
gylt veiðan róð til lands íøld-
ir.
Men havið hevur ikki ein-
ans givið. Taðhevur sanniliga
eisini tikið aftur frá okkum.
Mangir av bestu s^jómonnum
okkara eru farnir a havinum,
og runt landið standa minnis-
varðar til minnis um hesar
menn, sum eru farnir mitt í
lfvsyrkinum. Tað skerst ikki
burtur, atfiskimaðurin rfiang-
an er í vanda. Havið við tess
veldigu náttúrukreftum er ikki
altíð eins vakurt og stilt at
líta at. Føroyingurin kennir
eins væl til skúmanđi brot
og tungar havaldur, sum
sveisarin kennir til høg fjøll
og grønar skógir.
Hóast hesar missir heldur
tjóðin áfram. Áræði hevur
altíð búð 1 hesum fámenta
fólki og sermerkt tað. Fis-
kimaðurin veit, at hann er
tann berandi stuðulin undir
tjóðini. Tað er ti neyðugt við
aræði og arbeiðsfýsni.
Hjá okkum øllum kenst ein
missur á havinum svárur.
Hann rakar alla tjóðina eins
meint, og vit syrgja øll. Líka
mikið hvussu veitslurámurin
er, tá frættist frá vanlukkuni,
so fellur hann avtíðindunum,
og vit koma i eina aðra legu
Vit lurta spent. Hví? Okkum
nýtist ikki at kenna teir, ið
eru saknaðir. Teir erufør-
oyskir sjómenn - landsmenn
okkara.
Tað vil so vera, at tey av-
varðandi hava ta tyngstu
sorgina at bera. Menniskjan
er veik, tá á stendur. Ikki
uttan ívanlukkum komamenn-
iskjansligu kenslurnar veru-
liga fram í veruleikan. Tá
kenna vit, hvussu veik vit
veruliga eru. Einoghvør sorg
nívir menniskjuna, men Gud
hevur sjálvur sagt, at hin
syrgjandi bert skal kasta
allar sorgir á Hann (Fyrra
bræv Pæturs, kap 5,7). Kær-
leiki Guds til okkum menn-
iskju er so ósigiliga stórur.
Hann sendi okkum sonin til
frelsu frá synd og neyð. Vit
avnoktaðu hann og krossfestu
hann. Men Gud visti enn ei-
naferð í verki, hvussu sterk-
ur Hann er: Hann reisti sonin
upp frá deyðum aftur til lívs.
Sonurin livir enn. Hann
troystar øll tey, ið syrgja.
Tey skulu fáa troyst hansara
(Matf. 5,5). Kærleikin er
sterkur, eisini menniskjans-
ligi kærleikin. Men kærleikin
Faðirsins til okkum er óslít-
andi og ófrágreiðandi. ^Gud
hevur við verki sinum prógv-
að kærleika sín til okkum.
Hann ikki bert elskar okkum,
men afturat kærleika sínum
gevur Hann okkum hesi vøk-
ru og veldigu rættindi: Biðið,
so skal tykkum verða givið;
leitið, so skulu tit finna; bank-
ið uppá, so skal verða latið
upp fyri tykkum. (Matt.7,7).
Vit hava frá Faðririnum fing-
ið hesi rættindi, og vit eiga
at nýta tey til fulnar. Eru het-
ta ikki stor rættindi?
Ein og hvør sorg er stór, og
ein og hvør sorg er tung at
bera. Men orð Harrans eru
størsta troystin. Søkiðtítroyst
og stuðul hjá Honum, sum
segði: Stýrið tí ikki fyri deg-
num í morgin; tf at morgin-
dagurin man stúra fyri sín-
um egna. Hvør dagur hevur
nóg mikið í sini plagu. (Matt.
6,34).
Friður Harrans verið yvir
minni teirra farnu ogtiltykk-
um eftirsitandi: Náði veri við
tykkum og friður frá Gudi,
faðir várum, og Harranum
Jesusi Kristi. (Filipbr. 1,2).
Árni S. F. Joensen
Og tá kom ræðsla á øll, ogtey
talaðu sfn ámillum og spurdu
hvør annan, "Hvater hettafyri
orð? Ti at við mátti og megi
býður hann teimum óreinu
andunum, og teir fara út!"
Luk. 4,36.
Hvar Jesus enn kom, var
hann hin sterkasti. Stilførur
og mildur, men veldugur og
tryggur gekk hann um mill-
um vinir og fíggindar,
{ synagoguni hevði hann
henda dagin tala máttug^orð,
sum høvdu borað seg inn í sál-
ir teirra. Tað vóru tey ikki
von við.
Mitt undir guðstænastuni
varð Jesus avbrotin av ein-
um manni við óreinum anda,
sum byrjaði at rópa so hart,
sum hann var mentur. Men
Jesus stóð líka tryggur og
máttugur, og hann talaði bert
hesi orð: "Tig, og far út úr
honum!" Og hin oreini andin
mátti lúta og fór úr honum.
^Tá guðstænastan var av,
fór Jesus heim við Pæturi.
Her lá vermóður Pæturs sjúk,
men Jesus fór yvir til henn-
ara, nam við hond hennara og
grøddi hana, og i stundini
fór hon upp og borðreiddi fy-
ri teimum.
Men tá ið sólin setti, og tað
gjørdist meira liviligt fyri
hita, komu tey til hansara við
øllum teim sjúku ígrannalag-
num', og hann legði hendurnar
á tey og grø ddi tey øll.
Hetta var av sonnum ein
hendingarríkur dagur, men
tað løgnasta tann daginog all-
ar plagar, er Jesu makt yvir
ti óreina andanum. Ja, hetta
er av sonnum hitt størsta.
Tað er stórt, at Jesus hev-
ur vald á nátturuni, soathann
kann ganga á vatninum og
leggja vindin. Tað er stórt, at
hann hevur megi til at grøða
likam okkara, ja, athannhev-
ur vunnið sjálvt á deyðanum.
Men størst av øllumm er
at hann hevur vald á anda okk-
ara, okkara óreina anda.
Ikki eru tað øll, ið vita, at
tey hava ein óreinan anda.
Men mong eru tey, ið vita
tað, og sum hava trega av t(,
meira enn nakar veit.
Jesus er mentur at hjálpa
tær. Hannhevur júlonguhjálpt
tær, hann hevur víst tær o-
reinsku tina, og gjørt hana
til ein trega fyri teg.
Men einastu ráo móti ó-
reina anda tínum eru hesi:
"Jesu Krists, ^Guds Sonar,
blóð reinsar frá allari synd."
KRAMBOÐIN
VIÐ Tí STORA ORVALINUM
Fuglafjarðaí Ke>rpssamtøka
tlf. 95
Har peningurin røkkur longst.
FØROYA
LÆRARASKÚLI
Nýggjur fyrireikingarflokkur byrjar mána-
dagin 20. aug. í ár.
Umsóknarbløð og gjøllari frágreiðing fæst
við at venda sær til skúlan.
Umsóknin má verða send skúlanum áðr-
enn 15. apríl.
FØROYA LÆRARASKULI
Framhald frá bls. 4
Uttanlandaferðin.....
at húsini á garðinum, sum
vóru ógvuliga smá, høvdu
ongan køk, og tá ið vit spurdu
leioara okkara, hvussu hetta
bar til, svaraði hann, at tá ið
tey her høvdu 320 sólskins-
dagar um árið, var tað ikki
neyðugt við einum køki^ og
gjørdu tey allanmatúti. Bónd-
in var serliga stoltur av ein-
um træi, sum tað var eydnast
honum at fáa 7 ymisk sløg av
fruktum at vaksa á. 'Áðrenn
vit fóru avstað, keyptu vit
okkum eitt sindur av frukt-
um, sum tey framleiddu.
Eitt annað kvøldið var far-
ið á grfsafest, har vit sóu,
hvussu teir slaktaðu j?ris og
steiktu hann heilan a einum
pinni uppiyvir einum báli,
aftaná var hann etin, og so
var dansur.hervar eitt sindur
trupult at halda skil á gent-
unum, men vit komuøll væltil
hús.
Nøkur av okkum vóru eitt
kvøldið til Flamjngo Dans, og
onnur fóru ein innkeypstúr til
Malaga. Olle var eisini ein
túr f Tunis, har hann upplivdi
mangt og hvat. 23. juliforu vit
til tarvafektan, og var taðeitt
upplivilsi fyri okkum av^tf,
at hetta hevur verið so nógv
samanlrknað við grindadrap,
men hildu vit, at hetta hevði
onki við hvørt annað at gera^
Tá ið vit høvdu verið her 1
17 dagar og upplivað nógv,
var aftur farið í flúgvara til
Danmarkar, her steðgaðu vit
nú. stutt, bert 3 dagar, og so
aftur við Prinsinum til Før-
oya.
Ein ógloymandi túrur var
lokin, og vit vilja hervið tak-
ka øllum, ið hjálptu okkum og
veittu okkum stuðul.
3. real A
Ibúðir í Spania
Hámarksgjøld
fyri
kóyring við lastvogni
Prísráðið hevur ásett hesi hámarksgjølđ fyri last-
vognar at galda frá ídag av:
Fyri lastvognar við ella uttan vippu, sum lasta:
pr. tíma:
2 tons ........
3 tons ........
4 tons ........
5 tons ........
6 tons ........
7 tons ........
8 tons ........
9 tons ........
10 tons og meira
kr. 36.00
kr. 40,00
kr. 44.00
kr. 48.00
kr. 54.00
kr. 60.00
kr. 66.00
kr. 72.00
kr. 78.00
Um krani verður nýttur er loyvt at taka kr. 6.C0
pr. tíma afturat omanfyrinevndu tímaprísum.
Um arbeitt verður yvirtíð kann leggjast afturat
tann yvirtíðarløn, sum bilførarin skal hava sambæx't
galdandi sáttmála.
Møgulig yvirtíðarløn skal framganga serskilt av
rokningini.
Tað er altíð loyvt at taka fyri minst M> tíma.
Tað eir loyvt at taka tímaløn fyri koyritíðina til
og frá arbeiði um arbeiðið varir minni enn 8 tímar.
Fyri koyring við sandi, gróti og skervi kann takast:
Um koyrt verðu frá staðnum: kr. pr. m»
0,5 km ................................... 4.00
1 km ..................................... 6.00
2 km....................................... 8.00
3 km....................................... 9.00
og herafturat kr. 1.00 pr. m3 fyri hvønn'fylgjandi km.
Tórshavn, tann 15.3. 1973.
PRISRÁÐ FØROYA