Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Qupperneq 7

Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Qupperneq 7
 fjarðbOgvin SfDA 7 „EG SKAL VEITA TYKKUM TROYST ” Hóast ungt á aldri hevur ár- ið 1973 verið okkara litlu og fólkafátæku tjóð sera dýrt. Við "sjóstjarnuni" mistu vit fimm landsmenn, við "Gamla Tummasi" tveir, við "Prima Mærsk" ein og við "Munkinum" ein, Sera lagnu- tungt ár við byrjan. Liv okkara her á landi er eftir livikorum og -hátti so- leiðis vorðið, at ein og hvdr hevur í dldir verið noyddur at troytt teir livsmøguleik- ar, ið her unnast. Møguleik- arnir liggja allir á havinum, og hevur havið altíð verið aðaltráðurin í livi føroy- inga. Vit hava bæði sum ein- staklingur og sum tjóð nógv at takka havinum fyri. Tað hevur givið okkum mangan ríkan fongin. Tað er mong gylt veiðan róð til lands íøld- ir. Men havið hevur ikki ein- ans givið. Taðhevur sanniliga eisini tikið aftur frá okkum. Mangir av bestu s^jómonnum okkara eru farnir a havinum, og runt landið standa minnis- varðar til minnis um hesar menn, sum eru farnir mitt í lfvsyrkinum. Tað skerst ikki burtur, atfiskimaðurin rfiang- an er í vanda. Havið við tess veldigu náttúrukreftum er ikki altíð eins vakurt og stilt at líta at. Føroyingurin kennir eins væl til skúmanđi brot og tungar havaldur, sum sveisarin kennir til høg fjøll og grønar skógir. Hóast hesar missir heldur tjóðin áfram. Áræði hevur altíð búð 1 hesum fámenta fólki og sermerkt tað. Fis- kimaðurin veit, at hann er tann berandi stuðulin undir tjóðini. Tað er ti neyðugt við aræði og arbeiðsfýsni. Hjá okkum øllum kenst ein missur á havinum svárur. Hann rakar alla tjóðina eins meint, og vit syrgja øll. Líka mikið hvussu veitslurámurin er, tá frættist frá vanlukkuni, so fellur hann avtíðindunum, og vit koma i eina aðra legu Vit lurta spent. Hví? Okkum nýtist ikki at kenna teir, ið eru saknaðir. Teir erufør- oyskir sjómenn - landsmenn okkara. Tað vil so vera, at tey av- varðandi hava ta tyngstu sorgina at bera. Menniskjan er veik, tá á stendur. Ikki uttan ívanlukkum komamenn- iskjansligu kenslurnar veru- liga fram í veruleikan. Tá kenna vit, hvussu veik vit veruliga eru. Einoghvør sorg nívir menniskjuna, men Gud hevur sjálvur sagt, at hin syrgjandi bert skal kasta allar sorgir á Hann (Fyrra bræv Pæturs, kap 5,7). Kær- leiki Guds til okkum menn- iskju er so ósigiliga stórur. Hann sendi okkum sonin til frelsu frá synd og neyð. Vit avnoktaðu hann og krossfestu hann. Men Gud visti enn ei- naferð í verki, hvussu sterk- ur Hann er: Hann reisti sonin upp frá deyðum aftur til lívs. Sonurin livir enn. Hann troystar øll tey, ið syrgja. Tey skulu fáa troyst hansara (Matf. 5,5). Kærleikin er sterkur, eisini menniskjans- ligi kærleikin. Men kærleikin Faðirsins til okkum er óslít- andi og ófrágreiðandi. ^Gud hevur við verki sinum prógv- að kærleika sín til okkum. Hann ikki bert elskar okkum, men afturat kærleika sínum gevur Hann okkum hesi vøk- ru og veldigu rættindi: Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bank- ið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. (Matt.7,7). Vit hava frá Faðririnum fing- ið hesi rættindi, og vit eiga at nýta tey til fulnar. Eru het- ta ikki stor rættindi? Ein og hvør sorg er stór, og ein og hvør sorg er tung at bera. Men orð Harrans eru størsta troystin. Søkiðtítroyst og stuðul hjá Honum, sum segði: Stýrið tí ikki fyri deg- num í morgin; tf at morgin- dagurin man stúra fyri sín- um egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í sini plagu. (Matt. 6,34). Friður Harrans verið yvir minni teirra farnu ogtiltykk- um eftirsitandi: Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi. (Filipbr. 1,2). Árni S. F. Joensen Og tá kom ræðsla á øll, ogtey talaðu sfn ámillum og spurdu hvør annan, "Hvater hettafyri orð? Ti at við mátti og megi býður hann teimum óreinu andunum, og teir fara út!" Luk. 4,36. Hvar Jesus enn kom, var hann hin sterkasti. Stilførur og mildur, men veldugur og tryggur gekk hann um mill- um vinir og fíggindar, { synagoguni hevði hann henda dagin tala máttug^orð, sum høvdu borað seg inn í sál- ir teirra. Tað vóru tey ikki von við. Mitt undir guðstænastuni varð Jesus avbrotin av ein- um manni við óreinum anda, sum byrjaði at rópa so hart, sum hann var mentur. Men Jesus stóð líka tryggur og máttugur, og hann talaði bert hesi orð: "Tig, og far út úr honum!" Og hin oreini andin mátti lúta og fór úr honum. ^Tá guðstænastan var av, fór Jesus heim við Pæturi. Her lá vermóður Pæturs sjúk, men Jesus fór yvir til henn- ara, nam við hond hennara og grøddi hana, og i stundini fór hon upp og borðreiddi fy- ri teimum. Men tá ið sólin setti, og tað gjørdist meira liviligt fyri hita, komu tey til hansara við øllum teim sjúku ígrannalag- num', og hann legði hendurnar á tey og grø ddi tey øll. Hetta var av sonnum ein hendingarríkur dagur, men tað løgnasta tann daginog all- ar plagar, er Jesu makt yvir ti óreina andanum. Ja, hetta er av sonnum hitt størsta. Tað er stórt, at Jesus hev- ur vald á nátturuni, soathann kann ganga á vatninum og leggja vindin. Tað er stórt, at hann hevur megi til at grøða likam okkara, ja, athannhev- ur vunnið sjálvt á deyðanum. Men størst av øllumm er at hann hevur vald á anda okk- ara, okkara óreina anda. Ikki eru tað øll, ið vita, at tey hava ein óreinan anda. Men mong eru tey, ið vita tað, og sum hava trega av t(, meira enn nakar veit. Jesus er mentur at hjálpa tær. Hannhevur júlonguhjálpt tær, hann hevur víst tær o- reinsku tina, og gjørt hana til ein trega fyri teg. Men einastu ráo móti ó- reina anda tínum eru hesi: "Jesu Krists, ^Guds Sonar, blóð reinsar frá allari synd." KRAMBOÐIN VIÐ Tí STORA ORVALINUM Fuglafjarðaí Ke>rpssamtøka tlf. 95 Har peningurin røkkur longst. FØROYA LÆRARASKÚLI Nýggjur fyrireikingarflokkur byrjar mána- dagin 20. aug. í ár. Umsóknarbløð og gjøllari frágreiðing fæst við at venda sær til skúlan. Umsóknin má verða send skúlanum áðr- enn 15. apríl. FØROYA LÆRARASKULI Framhald frá bls. 4 Uttanlandaferðin..... at húsini á garðinum, sum vóru ógvuliga smá, høvdu ongan køk, og tá ið vit spurdu leioara okkara, hvussu hetta bar til, svaraði hann, at tá ið tey her høvdu 320 sólskins- dagar um árið, var tað ikki neyðugt við einum køki^ og gjørdu tey allanmatúti. Bónd- in var serliga stoltur av ein- um træi, sum tað var eydnast honum at fáa 7 ymisk sløg av fruktum at vaksa á. 'Áðrenn vit fóru avstað, keyptu vit okkum eitt sindur av frukt- um, sum tey framleiddu. Eitt annað kvøldið var far- ið á grfsafest, har vit sóu, hvussu teir slaktaðu j?ris og steiktu hann heilan a einum pinni uppiyvir einum báli, aftaná var hann etin, og so var dansur.hervar eitt sindur trupult at halda skil á gent- unum, men vit komuøll væltil hús. Nøkur av okkum vóru eitt kvøldið til Flamjngo Dans, og onnur fóru ein innkeypstúr til Malaga. Olle var eisini ein túr f Tunis, har hann upplivdi mangt og hvat. 23. juliforu vit til tarvafektan, og var taðeitt upplivilsi fyri okkum av^tf, at hetta hevur verið so nógv samanlrknað við grindadrap, men hildu vit, at hetta hevði onki við hvørt annað at gera^ Tá ið vit høvdu verið her 1 17 dagar og upplivað nógv, var aftur farið í flúgvara til Danmarkar, her steðgaðu vit nú. stutt, bert 3 dagar, og so aftur við Prinsinum til Før- oya. Ein ógloymandi túrur var lokin, og vit vilja hervið tak- ka øllum, ið hjálptu okkum og veittu okkum stuðul. 3. real A Ibúðir í Spania Hámarksgjøld fyri kóyring við lastvogni Prísráðið hevur ásett hesi hámarksgjølđ fyri last- vognar at galda frá ídag av: Fyri lastvognar við ella uttan vippu, sum lasta: pr. tíma: 2 tons ........ 3 tons ........ 4 tons ........ 5 tons ........ 6 tons ........ 7 tons ........ 8 tons ........ 9 tons ........ 10 tons og meira kr. 36.00 kr. 40,00 kr. 44.00 kr. 48.00 kr. 54.00 kr. 60.00 kr. 66.00 kr. 72.00 kr. 78.00 Um krani verður nýttur er loyvt at taka kr. 6.C0 pr. tíma afturat omanfyrinevndu tímaprísum. Um arbeitt verður yvirtíð kann leggjast afturat tann yvirtíðarløn, sum bilførarin skal hava sambæx't galdandi sáttmála. Møgulig yvirtíðarløn skal framganga serskilt av rokningini. Tað er altíð loyvt at taka fyri minst M> tíma. Tað eir loyvt at taka tímaløn fyri koyritíðina til og frá arbeiði um arbeiðið varir minni enn 8 tímar. Fyri koyring við sandi, gróti og skervi kann takast: Um koyrt verðu frá staðnum: kr. pr. m» 0,5 km ................................... 4.00 1 km ..................................... 6.00 2 km....................................... 8.00 3 km....................................... 9.00 og herafturat kr. 1.00 pr. m3 fyri hvønn'fylgjandi km. Tórshavn, tann 15.3. 1973. PRISRÁÐ FØROYA

x

Fjarðbúgvin

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.