Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Qupperneq 3

Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Qupperneq 3
FJARÐBOGVIN SfÐA 3 beinasta nýársaftan vóru 265 ár liðin, siðan skipið hjá danska eystindiska handils- felagnum , "Norska Løva", legði beinini á Lambavík. Skipið fekk sjópass í Keyp- mannahavn 26/9-1707 til Frankebar. Skipari var Ro- iuf Meincke eila Mencke. Við skipinurn vóru stórt hundrað mans. Sjóforhoyr Tann 28. febr., 29. febr. (leyjr- ár) og 1. mars 1708 varðsjó- forhoýr hildið suðuri í Havn, har skiparin, yvirstýrmaður og manning greiddu frá hesi óeydnisferðini. Tað verður ov drúgført at endurgeva hesa^ áhugaverdu frágreiðingina úr tingbókini her. Vit loyva okkum heldur at endurprenta forvitnisliga samandrátt og "metingar" hesum viðv. úr bókini hjá Louis Zachariaseny "Brot ur Føroya søgu um ár 1700.": So nógv henda stranding hevur verið umrødd manna millum, er tað merkiligt at hugsa, so litið er eftir av heil- skapaðum søgnum nú á døgum um hesa hending, einans ein- stakir sagnstubbar, sum si£a lítið um hendingina f sini heild. Hesir stubbar hjálpa okkum einki til at fáa greiðu á teim einstøku fløktu spurn- ingum í sjóforhoyrinum. Vi- san "Norska Løva", sum eftir mannasøgn er yrkt av einum av . manningini, gevur okkum frægari leiðbeining. Vfsan er samsvarandi sjóforhoyrið, men hevur okkurt við, sum ikki kem ur fram í tingbókini. Tingbókin sigur, at seinra- partin 18. des. 1707, tá ið skipið hevði hæddina, altso breiddina, 57 gr. 42 min. og eftir ætlan longdina 3 gr. 12 min., kom "Norska Løva" út í harðveður. Visan sigur, at skipið fór út úr Keypmanna- havn 4. des., og at ferðin byrjaði væl. Skipið setti kós úr Lindisnesi í Hetland. Tað hevur óivað hildið leiðina, út í viðan sjógv millum Het- lands og Orknoya, ti ætlanin var at fara til Eysturindiu. Tann longd, skiparin nevn- ir, tá ið odnarveorið kom á skipið, man vera eysturlongd frá Ferro, tá varð Ferrome- ridianurin nýttur sum meri- dianur; hann er um 17 gr. 39' 46” vestari enn Green- wich-meridianurin og gekk gjøgnum oynna Ferros, vest- asta av Kanariskuoyggjunum. "Norska Løva" hevur táverið beint vestur úr Hebridunum, á um leið 14 gr. 28'vesturlongd frá Grennwich. Vísan um "Norsku Løvu" sigur, teir vóru komnir út íspanskahav- t.v.s. Atlantshavio. Tá toran sló 1 skipið^ um kvøldið 18. des., var lágætt. Urn nátt- ina fekk hann vesturá 1 út- synning vestan. Tá fóru segl- ini í lepar. Um dagin var nógvur siógvur komin í skip- ið_, og_ tao tykist at hava ligið nógv á liðini. Avgjørt varð tá at kubba stórm astrina, og hon tók tá messanmastrina við sær. Skipið varð tikið undan, og tá bar til at pumpa skipio upp aftur. Tá um m iddags- leitið 19.des. 1707 kom ein sjógvur og breyt alt oman av skipinum; fjúrtan menn fóru við sjónum umframt nógv góðs. Móti kvøldi fór fokku- nyasturin við og nakað av bógsprýtinum. Roynt var at seta neyðsegl á skipið, sum nú rak fyri vág og vind. Vtsan um "Norsku Løvu", sum annars samsvarar væl við sjóforhoyrið, sigur, at jóladag rak skipið millum oyggjarnar Boro og Rona í "de skotske ejlande." Tað er einki at ivast í, at hetta er søguliga rætt, tf oyggjar- nar Rona og Bara liggja norð- anfyri Hebridurnar og beint tann vegin vildi skipio rikið, tá hann var útsynnin^ur vest- an. Eisini síggjast baðar væl, tá siglt er ímillum teir- ra. Tríggjar dagar fyri nýár sóu teir Føroyar, og dagin eftir, altso 30. des. 1707, komu teir tætt undir land. Tá sær tað út, sum skipið ersett inn millum Mjóvanes og Borðoyanes eftir vestfalli- num og undan lágætt ella Eyst- urætt. Sjóforhoyrið sigur, at skipið kom á Kallsoyarfjørð og kastaði akker á eini vík har. Tvey akker slitu teir burtur og róku so út aft;ur av víkini. Um hetta veruligá hev- ur verið Kallsoyarfjørour, man tað, sum nevnt er vík, vera millum Klakk og Kunoy- argalv. Tingmál Fleiri tingmál spurdust burt- urúr strandingini av "Norsku Løvu." Hin 21.mars 1708 var m.a. rættarfundur hildin á ~Eysturoyar vártingi^ á Sela- trað um ymist, ið fór fram í Lamba í samb. við bjarging- ina av "Norsku Løvu." Um hetta^ tingmálið skriv- ar L. Z. í áournevndu bók sini: Hetta málið um^bjargingina av Norsku Løvu á Selatraðar vártingi gevur okkum eitt inn- lit í tær hendingar, sum fóru fram í Lamba nýársaftan kvøld í 1707. Har hevur ver- ið fult av fólki komið til stað- ar {landsynningsódnini, tá ið Norska Løva fór á land. Menn vistu um skipið, sum varrikið eftir vestfallinum norður Hovini av Norsku Løvu í brimódnini á Lambavík. ■ Model av "Norsku Løvu" afturgjørt 1916. gjøgnum Kallsoyarfjørð, hvar tað hevur roynt at ankra, men sleit. Síðan tykist eystfallið at hava tikio skipið suður gjøgnum Lorvíksfjørð. Innar- laga roan tað tá vera farið suour um Mjóvanes, tí lands- ynningur _ koyrdi tað inn av streymi á Lambavík^ Samanhalda vit sjóforhoyr- ið við henda tingfundin, sæst eingin maður at vera deyður undir bjargingini. Vit síggja, at peningurin, sum óivað, tá skipið for úr Keypmannahavn 4. des. 1707, hevur verið goymdur í smáum kistum, her verður stjóraður í land í ^ospm. Hol man vera komið á onkun í briminum, so pen- ingur kann hava sløðst f fjør- uni. f ódnarveðrinum nýars- aftan 1707 m an óivað mangur Førojingur hava havt kenn- ing í Lamba. Kanska løgur var komin av skipinum eis- ini. Vit síggja, at JákupNiel- sen av Glyvrum hevur verið drukkin. í stovuni hjá Peder Samu- elsen bónda síggja vit skip- aran Mencke halda til og har verður hin bjargaði pening- urin lagdur inn. Vit siggja skiparan halda bøn eftir bjarginglna, og valamenn eru bodnir at roykja einapípuaft- aná í stovuni. Lítil friður man hava verið,^ ti fult mundi vera av fólki f bygdini, og veðrið var ringt. Tá var pen- ingur í Lamba, um ikki^á tf- líkan hátt, so høvdu bónda- húsini har vist av peningi áð- ur. Mannasøgn sigur, at pen- ingur úr "Norsku Løvu" var fyltur f ein ketil, ið var griv- in niður á Lyngryggi um 60 rn frá sjóvarmalanum, og at bóndakonan í Lamba hevði fingið so nógvan pening upp í svintuna, at svintubandið slitnaði, tá ið hon skuldi be- ra hann upp á loftið. Hesar sagnir kunna visa, at Føroy- ingar ikki sørt í loynd hava roynt at fáa sær burtur av hesum nógva peningi. Hvør var Jákup Nielsen á Glyvrum, sum var fyri ákæru á tingi? Hann var bróður at Eysturoyar sýslumanni, Han- us'Nilsson heima í Stovu á Glyvrum, og báðir vóru teir synir av Nils J ákupssyni sor- inskrivara. f næsta blaði skulu vit nev- na, hvat ið er funnið av"Nor- sku Løvu", síðan hon fórst í brimirtum á Lambavík - sum oman fyri er gitið.

x

Fjarðbúgvin

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.