Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Síða 3
FJARÐBOGVIN
SfÐA 3
beinasta nýársaftan vóru 265
ár liðin, siðan skipið hjá
danska eystindiska handils-
felagnum , "Norska Løva",
legði beinini á Lambavík.
Skipið fekk sjópass í Keyp-
mannahavn 26/9-1707 til
Frankebar. Skipari var Ro-
iuf Meincke eila Mencke. Við
skipinurn vóru stórt hundrað
mans.
Sjóforhoyr
Tann 28. febr., 29. febr. (leyjr-
ár) og 1. mars 1708 varðsjó-
forhoýr hildið suðuri í Havn,
har skiparin, yvirstýrmaður
og manning greiddu frá hesi
óeydnisferðini.
Tað verður ov drúgført at
endurgeva hesa^ áhugaverdu
frágreiðingina úr tingbókini
her.
Vit loyva okkum heldur at
endurprenta forvitnisliga
samandrátt og "metingar"
hesum viðv. úr bókini hjá
Louis Zachariaseny "Brot ur
Føroya søgu um ár 1700.":
So nógv henda stranding
hevur verið umrødd manna
millum, er tað merkiligt at
hugsa, so litið er eftir av heil-
skapaðum søgnum nú á døgum
um hesa hending, einans ein-
stakir sagnstubbar, sum si£a
lítið um hendingina f sini
heild. Hesir stubbar hjálpa
okkum einki til at fáa greiðu
á teim einstøku fløktu spurn-
ingum í sjóforhoyrinum. Vi-
san "Norska Løva", sum eftir
mannasøgn er yrkt av einum
av . manningini, gevur okkum
frægari leiðbeining. Vfsan er
samsvarandi sjóforhoyrið,
men hevur okkurt við, sum
ikki kem ur fram í tingbókini.
Tingbókin sigur, at seinra-
partin 18. des. 1707, tá ið
skipið hevði hæddina, altso
breiddina, 57 gr. 42 min. og
eftir ætlan longdina 3 gr. 12
min., kom "Norska Løva" út
í harðveður. Visan sigur, at
skipið fór út úr Keypmanna-
havn 4. des., og at ferðin
byrjaði væl. Skipið setti kós
úr Lindisnesi í Hetland. Tað
hevur óivað hildið leiðina, út
í viðan sjógv millum Het-
lands og Orknoya, ti ætlanin
var at fara til Eysturindiu.
Tann longd, skiparin nevn-
ir, tá ið odnarveorið kom á
skipið, man vera eysturlongd
frá Ferro, tá varð Ferrome-
ridianurin nýttur sum meri-
dianur; hann er um 17 gr.
39' 46” vestari enn Green-
wich-meridianurin og gekk
gjøgnum oynna Ferros, vest-
asta av Kanariskuoyggjunum.
"Norska Løva" hevur táverið
beint vestur úr Hebridunum, á
um leið 14 gr. 28'vesturlongd
frá Grennwich. Vísan um
"Norsku Løvu" sigur, teir
vóru komnir út íspanskahav-
t.v.s. Atlantshavio. Tá toran
sló 1 skipið^ um kvøldið 18.
des., var lágætt. Urn nátt-
ina fekk hann vesturá 1 út-
synning vestan. Tá fóru segl-
ini í lepar. Um dagin var
nógvur siógvur komin í skip-
ið_, og_ tao tykist at hava ligið
nógv á liðini.
Avgjørt varð tá at kubba
stórm astrina, og hon tók tá
messanmastrina við sær.
Skipið varð tikið undan, og
tá bar til at pumpa skipio
upp aftur. Tá um m iddags-
leitið 19.des. 1707 kom ein
sjógvur og breyt alt oman av
skipinum; fjúrtan menn fóru
við sjónum umframt nógv
góðs. Móti kvøldi fór fokku-
nyasturin við og nakað av
bógsprýtinum. Roynt var at
seta neyðsegl á skipið, sum
nú rak fyri vág og vind.
Vtsan um "Norsku Løvu",
sum annars samsvarar væl
við sjóforhoyrið, sigur, at
jóladag rak skipið millum
oyggjarnar Boro og Rona í
"de skotske ejlande." Tað er
einki at ivast í, at hetta er
søguliga rætt, tf oyggjar-
nar Rona og Bara liggja norð-
anfyri Hebridurnar og beint
tann vegin vildi skipio rikið,
tá hann var útsynnin^ur vest-
an. Eisini síggjast baðar
væl, tá siglt er ímillum teir-
ra. Tríggjar dagar fyri nýár
sóu teir Føroyar, og dagin
eftir, altso 30. des. 1707,
komu teir tætt undir land. Tá
sær tað út, sum skipið ersett
inn millum Mjóvanes og
Borðoyanes eftir vestfalli-
num og undan lágætt ella Eyst-
urætt.
Sjóforhoyrið sigur, at
skipið kom á Kallsoyarfjørð
og kastaði akker á eini vík
har. Tvey akker slitu teir
burtur og róku so út aft;ur av
víkini. Um hetta veruligá hev-
ur verið Kallsoyarfjørour,
man tað, sum nevnt er vík,
vera millum Klakk og Kunoy-
argalv.
Tingmál
Fleiri tingmál spurdust burt-
urúr strandingini av "Norsku
Løvu." Hin 21.mars 1708 var
m.a. rættarfundur hildin á
~Eysturoyar vártingi^ á Sela-
trað um ymist, ið fór fram í
Lamba í samb. við bjarging-
ina av "Norsku Løvu."
Um hetta^ tingmálið skriv-
ar L. Z. í áournevndu bók
sini:
Hetta málið um^bjargingina
av Norsku Løvu á Selatraðar
vártingi gevur okkum eitt inn-
lit í tær hendingar, sum fóru
fram í Lamba nýársaftan
kvøld í 1707. Har hevur ver-
ið fult av fólki komið til stað-
ar {landsynningsódnini, tá ið
Norska Løva fór á land. Menn
vistu um skipið, sum varrikið
eftir vestfallinum norður
Hovini av Norsku Løvu í brimódnini á Lambavík.
■
Model av "Norsku Løvu" afturgjørt 1916.
gjøgnum Kallsoyarfjørð, hvar
tað hevur roynt at ankra, men
sleit. Síðan tykist eystfallið
at hava tikio skipið suður
gjøgnum Lorvíksfjørð. Innar-
laga roan tað tá vera farið
suour um Mjóvanes, tí lands-
ynningur _ koyrdi tað inn av
streymi á Lambavík^
Samanhalda vit sjóforhoyr-
ið við henda tingfundin, sæst
eingin maður at vera deyður
undir bjargingini. Vit síggja,
at peningurin, sum óivað, tá
skipið for úr Keypmannahavn
4. des. 1707, hevur verið
goymdur í smáum kistum, her
verður stjóraður í land í
^ospm. Hol man vera komið
á onkun í briminum, so pen-
ingur kann hava sløðst f fjør-
uni. f ódnarveðrinum nýars-
aftan 1707 m an óivað mangur
Førojingur hava havt kenn-
ing í Lamba. Kanska løgur
var komin av skipinum eis-
ini. Vit síggja, at JákupNiel-
sen av Glyvrum hevur verið
drukkin.
í stovuni hjá Peder Samu-
elsen bónda síggja vit skip-
aran Mencke halda til og har
verður hin bjargaði pening-
urin lagdur inn. Vit siggja
skiparan halda bøn eftir
bjarginglna, og valamenn eru
bodnir at roykja einapípuaft-
aná í stovuni. Lítil friður
man hava verið,^ ti fult mundi
vera av fólki f bygdini, og
veðrið var ringt. Tá var pen-
ingur í Lamba, um ikki^á tf-
líkan hátt, so høvdu bónda-
húsini har vist av peningi áð-
ur.
Mannasøgn sigur, at pen-
ingur úr "Norsku Løvu" var
fyltur f ein ketil, ið var griv-
in niður á Lyngryggi um 60
rn frá sjóvarmalanum, og at
bóndakonan í Lamba hevði
fingið so nógvan pening upp í
svintuna, at svintubandið
slitnaði, tá ið hon skuldi be-
ra hann upp á loftið. Hesar
sagnir kunna visa, at Føroy-
ingar ikki sørt í loynd hava
roynt at fáa sær burtur av
hesum nógva peningi.
Hvør var Jákup Nielsen á
Glyvrum, sum var fyri ákæru
á tingi? Hann var bróður at
Eysturoyar sýslumanni, Han-
us'Nilsson heima í Stovu á
Glyvrum, og báðir vóru teir
synir av Nils J ákupssyni sor-
inskrivara.
f næsta blaði skulu vit nev-
na, hvat ið er funnið av"Nor-
sku Løvu", síðan hon fórst í
brimirtum á Lambavík - sum
oman fyri er gitið.