Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Page 5

Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Page 5
fjarðbOgvin SfÐA 5 TEAK- HJALLUR í ELDUVÍK Vanligt er enn at síggja fjal- ir 1 gomlum húsi óvanliga breiðar, og kanska óvanligum træ. Hetta man óiva vera rekaviður, sum tá var van- ligur, stórur og smáur, sum sagaður er sunđur til fjalir. Eftir fjalunum at døma, munnu nogvir plankar ella stokkar hava verið ógvuliga stórir og ofta ótilvirkaðir. Hvaðani hesir miklu bular og mangan stóru kløtur koma, veit vist eingin, vit mugu bert gita. f Elduvík hevur ein stórur træbulur leingi ligið drigin nakað niðan frá. Nú um dag- arnar varð hann sagaður tvørtur av í tvey. Til stutt- leikar taldu teir árringarnar* ein ring fyri hvørt arið, og vóru teir 93 í tali, elia^ 93 ára gamal viðabulur. Sjálv- sagt er nakað slitið burtur av, so hann man tátta móti teim- um eitthundrað. Tá nú tosað varð um reka- við, var mær fortalt um eii hjall har if bygdini, sum var úr teak. Mær var vistur hjall- in, og var hann einki øðrvísi enn^ ein vanligur gamal hjall- ur á at líta. Men tá telgt varð í rimarnar var eingin ivi longur, ^úra frisk teak. Rim- arnar vóru bara so mikið ó- falnar at tær ikki skiltust frá vanligum gomlum viði, Tað var fyri umleið hundr- að árum síoani, at áttamanna- far úr Elduvík var á útróðri, og fann ein so sera stóran planka úr teak, sum varðfing- in til lands. Hvussu stórur hann kann hava verið, veit eg ikki. Eyðvita er hann býttur'i átta partar og hesin sami hjallur er fingin burtur úr einum parti, og har aftur at partar í klædninginum á royk- stovu. ^Vanligt hevur verið at sæð nógv bruksting úr teaksosum sipari, treskitræ, eisini borð og stólar. UM DJÓRA PÍNSLU Det er kun de færreste tmg, der er af Zoo's »egen avl«. forsikrer direktor Arne Dyhrberg En undta gelse er dog den flotte walliserged. Efter at have gjort en indsats i videnska bens tjeneste pa landbo hojskolen. er dens rester nu vendt tilbage til zoolo yisk Have Omanfyri hava vit avtikið tveir lítlar stubbar úr danska vikublaðnum Ude og Hjemme. Stubbarnir eru brot úr grein í blaðnum um, at Djóragarð- urin í Keypmannahavn erfar- in at selja "lutir" av djórum. Hetta ljoðar kanska løgið og ótrúligt, men satt er tao kortini. Lutir av djórum! Er menn- iskjan ikki við at fara út um markið? Hvør er munurin á at selja djóralutir og at selja fólkalutir? Hvør er lfvs- munurin ímillum okkum og djórini? Heili okkara er mei- ra útviklaður enn djóraheilin, og eru vit tf før fyri at síggja niður á djórini. Vit eru før fyri at gera alskyns hent- leikar, bæði til gagns og ó- gagns. Vit eru før fyriatgera vápn, ið kunnu drepa og oyða okkum sjálvi og aðrar skapn- ingar. Hvussu útviklað eru vit, nú saman um kemur! Fyri stuttum las eg, at at nakrir heimskendir læknaserfrøðingar nú halda seg vera førar fyri aP'gera eina nýggja menniskjaætt. Ein teirra_ hevur longu gjørt eina gularót, ein annar ein frosk, og allir eru teir nú á einum m áli um, at teir eisini kunnu gera fólk. Ein teirra var vfs- ur f, at fyrsta fólkið kann Verðamgjørt longu f 1975, ella Um tvey ár. Hendan nýggja menniskjan hevur eisini fing- ið havn. Hon skal eita "klon", ("Klon" er grikskt orð og merkir kvistur (á træi). Tað, ið ætlanin var viðhesi stuttu grein, kann nú kannast Um inn á. Lesa vit tann niðara stubb- an omanvert greinina, sfggja vit, at geitin, sum talan har er um, hevur verið á land- búnaðarháskúlanum og gjørt 'indsats f videnskabens tje- heste." Hvat halda tit, geitin bian hava gjørt? Hon hevur verið nýtt til ymiskar kann- jngar til frama fyri vfsind- ina, til "dens rester nu er vendt tilbage. . . " Rester! Hugsa tær! Hon fór úr Djó- ragarðinum, tf hon skuldi nyt- ast til kanningar, og einans leivdir komu aftur. Á donsku vfsindamiðstøð- unum fyri læknafrøði verða fleiri djór dripin spakuliga um árið, ja um mánaðin kanska. Djórini verða viðgjørt á ymiskar hættir. Eitt bein verður skorið av einum hundi (hundurin hevur fingið inn- sprænt doyvingarevni), og síðan skal hann læra seg at ganga á trimum. Hann hevur ongar krykkur ella stav, sum ein menniskjansligur sjúk- lingur vildi fingið. Hann er jú eitt djór, ikki so? Fleiri slfkar "ómenniskjansligar" ^ viðgerðir verða framdar ár um ár. Djorini skulu pfnast, fyri at menniskjan skal slep- pa undan at pínast. Tað eru væl lærdir læknar, ið fremja hesar gerðir. Ein kann tf siga, at teir læra til djóra- pínarar. Ovari stubbin sigur okk- um , at Djóragarðurin selur lutir av djórum, og at t. d. kleyvarnar á kjørti eru "yd- erst populære blandt drenge i alle aldre.” Onki verður nevnt um, antin kleyvarnar eru skornar av livandi hjørt- um ella deyðum. Taðverður bert sagt, at tær eru fluttar inn ígjøgnum týskar heilsølu- menn. Tað er ikki óhugsandi, at tær eru skornar ella høgd- ar av livandi djórum, men her skal tó eingin skuldseting verða sett fram. Vit vita, at fólk kunnu fin- na upp á tað mest óhugsandi við djórunum. Fyri u.l. fýra árum sfðan hevði eg ein stub- ba f Barnablaðnum um, hvus- su nósir (kópaungin) yviri f' Canada verður fangaður og viðfarin. Hann verður slig- in f høvdið, so hann doyvist, skinnið verður sfðan flett utt- anav, og ungin (nakin) verð- ur sfðan latin liggjandi eftir á fsinum. Hann er jú liv- andi enn. Aftan á nakrar ræðuligar pfnufullar tímar doyr hann spakuliga. Ungin Størsteparten af varerne, som udby- des i Zoo's souvenirbutik, kommer via grossister i Tyskland. Det gælder ogsá de afhuggede hjortefødder, der nok kan forekomme lidt barske, men som er yderst popuiære blandt drenge i alle aldre. Det aftvinger stadig en vis re- spekt, hvis en dreng kan præsentere sádan en hjortefod i spisefrikvarteret. kann ikki drepast, áðrenn skinnið verður flett uttan av honum, siga "serfrøðingar- nir" jtí so hevur skinnið ikki so góða góðsku á marknaði- num og ikki nóg høgan prís. Aftaná hava veioimenninir ikki tfð at drepa hann, tf "næsti ungin bfðar." Er slíkt ikki ræðuligt? Um ikki, hvat er tá ræðuligt. Kanadiska^ stjórnirr og tann danska mótmæla viðferðini av politiskum fangum f Suð- urvietnam. Teir verða pfnd- ir, verður sagt. Hvat viðkan- adisku og donsku djórunum? Hvør stjornin er tann verra, tá saman um kemur, tann í Saigon, tann f Ottawa ella tann f Keypmannahavn? Hvør er munurin fmillum at fletta skinnið av einum kópaunga og at gera nakað tað sama við ein fanga? Ein munur: kópaungin er djór, fan^in menniskja. Danska stjornin krevur uttan iva fangavørðar- nar hjá Saigon-stjórnini revs- aðar - hvat við at revsa don- sku serfrøðingarnar innan læknafrøði, ið fáast við "royndir við djórum." FJARÐBtJGVIN KEMUR UT ANNAN HVØNN HOSDAG 1 ANNAÐ- HVØRT 10 ELLA 12 Sffi)UM 60 ÁR lO.aprfl fylti Jógvan Sofus Ferjá við Gjógv seksti. Ja, eg vildi satt at siga ikkitrúg- va tf, támærvarðsagt, athann nú rundaði tey seksti, tf av lyndi kundi Jógvan Sofus ver- ið væl yngri. Jógvan Sofus er føddur við Gjógv 10. apríl f 1913, sonur Johan og Ginu f Blásastovu. Hann fór ungur til skips og sigldi t.d. mong ár við trol- aranum "Jóannes Patursson" ella "Bóndanum", sum hann eisini varð kallaður. Hann er giftur við Kristinu, dóttir Sjúrð og Katrinu undir Heyg- num, Tey eiga fimm børn. Av bygdafólkinum er Jðgv- an Sofus nógv avhildin og sera væl kendur. Tað er serliga hansara frfa lyndi, sum eror- søkin til hetta. At koma á tal við hann er næstan eins og at standa framman fyri Dirch Passer "i egen person."Hann er sera skemtiligur og hevur sera lætt við at fáa fólk at flenna. At øllum. Taðmanve- ra fáur, ið hevur slík eVni at skerpta. Sína egnu politisku hugsan hevur Jogvan Sofus eisini. Hann hevur veriðuppstillaður til løgtingsval fyri javnaðar- flokkin í Eysturoynni. Tað var f 1962. Hann eravgjørdur javnaðarmaður. Seinnu árini hevur Jógvan Sofus ikki verið nógv til skips- Kortini hevur hann verið nakrar túrar, t.d. undir fs- landi. Seinastu sumrini hevur hann siglt sum frftiðaravloys- ari við "Smyrli." Hetta ar- beiðið eigur at hóska honum væl, tf væl dámar honum at vera fmillum nógv fólk. Og skemtari er hann jú. Seksti ár er eingin høgur aldur nú á døgum. Lyndisliga er Jógvan Sofus einki broyttur ta tfo, eg havi kent hann. Tað skal vera ynski og vón mfn, at hann má eiga mong ár framyvir sum bygdamaður og menniskja. Tillukku við degnum, gub- bi! Guðsonur I morgun hitt fyrsta tjaldur eg sá, kavin alt fjaldi, og luftin var grá. Og vindurin kaldr í leggin tað neit, tá birtist f barmi mær kensla so heit! Tá ynskti eg - tjaldur - at lýggjari var, at kavi og kuldi var langt burt frá tær. At sólin av lofti tær vælkomnum beyð, tí enn kann tær møta kuldi og deyð. Tó - kemur tú tjalđtir hvørt einasta ár og minnir oss um, at nú byrjar vár. At aftur tað ber móti ljósari tíð tá lívið upp vaknar á fjall og í líð. pø

x

Fjarðbúgvin

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.