Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Qupperneq 5
fjarðbOgvin
SfÐA 5
TEAK- HJALLUR
í ELDUVÍK
Vanligt er enn at síggja fjal-
ir 1 gomlum húsi óvanliga
breiðar, og kanska óvanligum
træ. Hetta man óiva vera
rekaviður, sum tá var van-
ligur, stórur og smáur, sum
sagaður er sunđur til fjalir.
Eftir fjalunum at døma,
munnu nogvir plankar ella
stokkar hava verið ógvuliga
stórir og ofta ótilvirkaðir.
Hvaðani hesir miklu bular og
mangan stóru kløtur koma,
veit vist eingin, vit mugu
bert gita.
f Elduvík hevur ein stórur
træbulur leingi ligið drigin
nakað niðan frá. Nú um dag-
arnar varð hann sagaður
tvørtur av í tvey. Til stutt-
leikar taldu teir árringarnar*
ein ring fyri hvørt arið, og
vóru teir 93 í tali, elia^ 93
ára gamal viðabulur. Sjálv-
sagt er nakað slitið burtur av,
so hann man tátta móti teim-
um eitthundrað.
Tá nú tosað varð um reka-
við, var mær fortalt um eii
hjall har if bygdini, sum var
úr teak. Mær var vistur hjall-
in, og var hann einki øðrvísi
enn^ ein vanligur gamal hjall-
ur á at líta. Men tá telgt varð
í rimarnar var eingin ivi
longur, ^úra frisk teak. Rim-
arnar vóru bara so mikið ó-
falnar at tær ikki skiltust frá
vanligum gomlum viði,
Tað var fyri umleið hundr-
að árum síoani, at áttamanna-
far úr Elduvík var á útróðri,
og fann ein so sera stóran
planka úr teak, sum varðfing-
in til lands. Hvussu stórur
hann kann hava verið, veit eg
ikki. Eyðvita er hann býttur'i
átta partar og hesin sami
hjallur er fingin burtur úr
einum parti, og har aftur at
partar í klædninginum á royk-
stovu.
^Vanligt hevur verið at sæð
nógv bruksting úr teaksosum
sipari, treskitræ, eisini borð
og stólar.
UM DJÓRA
PÍNSLU
Det er kun de færreste
tmg, der er af Zoo's »egen
avl«. forsikrer direktor
Arne Dyhrberg En undta
gelse er dog den flotte
walliserged. Efter at have
gjort en indsats i videnska
bens tjeneste pa landbo
hojskolen. er dens rester
nu vendt tilbage til zoolo
yisk Have
Omanfyri hava vit avtikið
tveir lítlar stubbar úr danska
vikublaðnum Ude og Hjemme.
Stubbarnir eru brot úr grein
í blaðnum um, at Djóragarð-
urin í Keypmannahavn erfar-
in at selja "lutir" av djórum.
Hetta ljoðar kanska løgið og
ótrúligt, men satt er tao
kortini.
Lutir av djórum! Er menn-
iskjan ikki við at fara út um
markið? Hvør er munurin á
at selja djóralutir og at selja
fólkalutir? Hvør er lfvs-
munurin ímillum okkum og
djórini? Heili okkara er mei-
ra útviklaður enn djóraheilin,
og eru vit tf før fyri at síggja
niður á djórini. Vit eru før
fyri at gera alskyns hent-
leikar, bæði til gagns og ó-
gagns. Vit eru før fyriatgera
vápn, ið kunnu drepa og oyða
okkum sjálvi og aðrar skapn-
ingar. Hvussu útviklað eru
vit, nú saman um kemur!
Fyri stuttum las eg, at
at nakrir heimskendir
læknaserfrøðingar nú halda
seg vera førar fyri aP'gera
eina nýggja menniskjaætt.
Ein
teirra_ hevur longu gjørt eina
gularót, ein annar ein frosk,
og allir eru teir nú á einum
m áli um, at teir eisini kunnu
gera fólk. Ein teirra var vfs-
ur f, at fyrsta fólkið kann
Verðamgjørt longu f 1975, ella
Um tvey ár. Hendan nýggja
menniskjan hevur eisini fing-
ið havn. Hon skal eita "klon",
("Klon" er grikskt orð og
merkir kvistur (á træi).
Tað, ið ætlanin var viðhesi
stuttu grein, kann nú kannast
Um
inn á.
Lesa vit tann niðara stubb-
an omanvert greinina, sfggja
vit, at geitin, sum talan har
er um, hevur verið á land-
búnaðarháskúlanum og gjørt
'indsats f videnskabens tje-
heste." Hvat halda tit, geitin
bian hava gjørt? Hon hevur
verið nýtt til ymiskar kann-
jngar til frama fyri vfsind-
ina, til "dens rester nu er
vendt tilbage. . . " Rester!
Hugsa tær! Hon fór úr Djó-
ragarðinum, tf hon skuldi nyt-
ast til kanningar, og einans
leivdir komu aftur.
Á donsku vfsindamiðstøð-
unum fyri læknafrøði verða
fleiri djór dripin spakuliga um
árið, ja um mánaðin kanska.
Djórini verða viðgjørt á
ymiskar hættir. Eitt bein
verður skorið av einum hundi
(hundurin hevur fingið inn-
sprænt doyvingarevni), og
síðan skal hann læra seg at
ganga á trimum. Hann hevur
ongar krykkur ella stav, sum
ein menniskjansligur sjúk-
lingur vildi fingið. Hann er
jú eitt djór, ikki so? Fleiri
slfkar "ómenniskjansligar" ^
viðgerðir verða framdar ár
um ár. Djorini skulu pfnast,
fyri at menniskjan skal slep-
pa undan at pínast. Tað eru
væl lærdir læknar, ið fremja
hesar gerðir. Ein kann tf
siga, at teir læra til djóra-
pínarar.
Ovari stubbin sigur okk-
um , at Djóragarðurin selur
lutir av djórum, og at t. d.
kleyvarnar á kjørti eru "yd-
erst populære blandt drenge
i alle aldre.” Onki verður
nevnt um, antin kleyvarnar
eru skornar av livandi hjørt-
um ella deyðum. Taðverður
bert sagt, at tær eru fluttar
inn ígjøgnum týskar heilsølu-
menn. Tað er ikki óhugsandi,
at tær eru skornar ella høgd-
ar av livandi djórum, men her
skal tó eingin skuldseting
verða sett fram.
Vit vita, at fólk kunnu fin-
na upp á tað mest óhugsandi
við djórunum. Fyri u.l. fýra
árum sfðan hevði eg ein stub-
ba f Barnablaðnum um, hvus-
su nósir (kópaungin) yviri f'
Canada verður fangaður og
viðfarin. Hann verður slig-
in f høvdið, so hann doyvist,
skinnið verður sfðan flett utt-
anav, og ungin (nakin) verð-
ur sfðan latin liggjandi eftir
á fsinum. Hann er jú liv-
andi enn. Aftan á nakrar
ræðuligar pfnufullar tímar
doyr hann spakuliga. Ungin
Størsteparten af varerne, som udby-
des i Zoo's souvenirbutik, kommer via
grossister i Tyskland. Det gælder ogsá
de afhuggede hjortefødder, der nok kan
forekomme lidt barske, men som er
yderst popuiære blandt drenge i alle
aldre. Det aftvinger stadig en vis re-
spekt, hvis en dreng kan præsentere
sádan en hjortefod i spisefrikvarteret.
kann ikki drepast, áðrenn
skinnið verður flett uttan av
honum, siga "serfrøðingar-
nir" jtí so hevur skinnið ikki
so góða góðsku á marknaði-
num og ikki nóg høgan prís.
Aftaná hava veioimenninir
ikki tfð at drepa hann, tf
"næsti ungin bfðar."
Er slíkt ikki ræðuligt? Um
ikki, hvat er tá ræðuligt.
Kanadiska^ stjórnirr og tann
danska mótmæla viðferðini
av politiskum fangum f Suð-
urvietnam. Teir verða pfnd-
ir, verður sagt. Hvat viðkan-
adisku og donsku djórunum?
Hvør stjornin er tann verra,
tá saman um kemur, tann í
Saigon, tann f Ottawa ella
tann f Keypmannahavn? Hvør
er munurin fmillum at fletta
skinnið av einum kópaunga
og at gera nakað tað sama
við ein fanga? Ein munur:
kópaungin er djór, fan^in
menniskja. Danska stjornin
krevur uttan iva fangavørðar-
nar hjá Saigon-stjórnini revs-
aðar - hvat við at revsa don-
sku serfrøðingarnar innan
læknafrøði, ið fáast við
"royndir við djórum."
FJARÐBtJGVIN
KEMUR UT
ANNAN HVØNN
HOSDAG 1 ANNAÐ-
HVØRT 10 ELLA
12 Sffi)UM
60 ÁR
lO.aprfl fylti Jógvan Sofus
Ferjá við Gjógv seksti. Ja,
eg vildi satt at siga ikkitrúg-
va tf, támærvarðsagt, athann
nú rundaði tey seksti, tf av
lyndi kundi Jógvan Sofus ver-
ið væl yngri.
Jógvan Sofus er føddur við
Gjógv 10. apríl f 1913, sonur
Johan og Ginu f Blásastovu.
Hann fór ungur til skips og
sigldi t.d. mong ár við trol-
aranum "Jóannes Patursson"
ella "Bóndanum", sum hann
eisini varð kallaður. Hann er
giftur við Kristinu, dóttir
Sjúrð og Katrinu undir Heyg-
num, Tey eiga fimm børn.
Av bygdafólkinum er Jðgv-
an Sofus nógv avhildin og sera
væl kendur. Tað er serliga
hansara frfa lyndi, sum eror-
søkin til hetta. At koma á tal
við hann er næstan eins og at
standa framman fyri Dirch
Passer "i egen person."Hann
er sera skemtiligur og hevur
sera lætt við at fáa fólk at
flenna. At øllum. Taðmanve-
ra fáur, ið hevur slík eVni at
skerpta.
Sína egnu politisku hugsan
hevur Jogvan Sofus eisini.
Hann hevur veriðuppstillaður
til løgtingsval fyri javnaðar-
flokkin í Eysturoynni. Tað
var f 1962. Hann eravgjørdur
javnaðarmaður.
Seinnu árini hevur Jógvan
Sofus ikki verið nógv til skips-
Kortini hevur hann verið
nakrar túrar, t.d. undir fs-
landi. Seinastu sumrini hevur
hann siglt sum frftiðaravloys-
ari við "Smyrli." Hetta ar-
beiðið eigur at hóska honum
væl, tf væl dámar honum at
vera fmillum nógv fólk. Og
skemtari er hann jú.
Seksti ár er eingin høgur
aldur nú á døgum. Lyndisliga
er Jógvan Sofus einki broyttur
ta tfo, eg havi kent hann. Tað
skal vera ynski og vón mfn,
at hann má eiga mong ár
framyvir sum bygdamaður og
menniskja.
Tillukku við degnum, gub-
bi!
Guðsonur
I morgun hitt fyrsta tjaldur eg sá,
kavin alt fjaldi, og luftin var grá.
Og vindurin kaldr í leggin tað neit,
tá birtist f barmi mær kensla so heit!
Tá ynskti eg - tjaldur - at lýggjari var,
at kavi og kuldi var langt burt frá tær.
At sólin av lofti tær vælkomnum beyð,
tí enn kann tær møta kuldi og deyð.
Tó - kemur tú tjalđtir hvørt einasta ár
og minnir oss um, at nú byrjar vár.
At aftur tað ber móti ljósari tíð
tá lívið upp vaknar á fjall og í líð.
pø