Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Síða 4
'hÓSDAGUR, 8. NOVEMBER 1973
SÍÐA 4
NYGGI BARNASKÚLIN
I KLAKSVIK VIGDUR
Onnur skúlavígslan innan fyri
sama ár fór fram sunnuđagin
í Klaksvík.
Tað eru nógv ár síðani, at
plásstrotið for at gera vart
við seg í Klaksvðcar skúla.
Roynt hevur verið at bøta
um 'hesi viðurskifti, men
striltið hevur gingið, ti upp-
gávan hevur verið stór, og ikki
hava penin&avánirnar altíð
verið so góðar.
Sjálv vígslan fór fram í
høllini í nýggja skúlanum.
Skúlin er bygdur soleiðis, at
stovurnar liggja uttan um
høllina, sum er í miðjuni.
Tað er ti komandi úr øllum
stovunum, 10 í tali, inn í
høllina. Lítið og einki pláss
er ti farið til gongdir. Bygn-
ingurin liggur vestan fyri
stóra skúlan.
Varabiskupurin vígdi skúl-
an og tosaoi annars út frá
orðum úr fjallataluni. Røður
vóru hildnar av umboðum fyri
býráðið, skúla, skúlamyndug-
leikar, landstýri og einstakl-
ingum.
Upplýst varð, at skúlin er
teknaður av Trónda Fuglø,
arkitekti úr Klaksvík. Byggi-
felagið Kanjon hevur gjørt
arbeiðið eftir umleio 8
mánaðum, har bæðiðkostanð-
arætlan og avhendingardagur
vóru yvirhildin. Allir vóru á
einum máli um, at hetta ar-
beiði helst er eindøm i, hvat
dygd og skjótleika viðvíkur.
Byggikostnaðurin er 1,8 mill.
kr í alt.
Innbúgvið, borð, stólar,-og-
tílíkt, er gjørt í Klaksvík av
Andrassi Joensen og Ólavi
Samson. Hetta arbeiði ereis-
ini sera snotuligt, og visir
tað, at her er eitt øki, sum
vit her á landi hava gjørt ov
lítið við fyrr.
Støddin á skúlanum er
annars um leið 33m x 26 m,
sum gevur pláss fyri 330
næmingum í 1. til 3 flokki.
Hesir næmingar koma nú at
ganga fyri seg í nýggja skúl-
anum, og er tað til gleði fyri
allar partar, ti tað eru tey
yngstu. sum hava ringastu
trivnaðarmøguleikar í teim-
um stóru skúlunum, sum vit
hava í dag.
Sum viðmerking kann sigast,
at vit gera alt ov lítið við
okkara skúlagarðar íFøroy-
um. Okkum tørvar skúlagaro-
ar við hóskandi spæliamboð-
um til tey yngru. Ti, er tað
ikki løgið, tá ein hugsar um
tað, at vit koyra kanska eini
809 - 1000 næmingar út í
ein garð, har ikki eitt spæli-
amboð er av nøkrum slag.
Hvat verður úrslitið? Ju,
gartan og gangur, har tey
yngru verða skúgvað ymsar
vegir. Hetta er als ikki løgið,
tx" okkurt skulu næmingarnir
gera, teir hava sitið stillir
ut ímóti einum tíma.
Nei, her má okkurt gerast.
Vit mugu royna at finna fram
©
V iku-tilboð!
Súreplir:
INGRID MARIE
COX ORANGE
Ks. á 5 kg..BERT
95
Ks. á 10 kg .. BERT
11
2300
©
FUGLAFJØRÐUR
Tlf. 95
til hóskandi spæliamboð til
allar okkara skúlagarðar, so
vit kunnu koma burtur frá
hesum tómu køldu betong -
asfaltfyritøkunum.
Nýggi skúliniKlaksvíkhev-
ur skúlagarð av tí’ vanliga
slagnum, og tað erokkum ikki
kunnugt, antin býráðið hevur
nakra ætlan um at gera nakað
við skúlagarðin viðvíkjandi
spæliamboðum, men her
hevði Klaksvíkar býráð havt
møguleika fyri at verið slóð-
brotgri eisini á hesum øki, tí
teir hava ein skúla við hósk-
andi barnatali og hóskandi
aldursstigi, so herhevurver-
ið lagamanni at gjørt royndir
við spæliamboðum, sum kundu
verið fyrimynd fyriframtíðar
skúlabygging í’^Føroyum á .
hesum øki við, tí” tað er einki ^
at ivast um, at hesin skúlin,
sum nú er bygdur, fer at
vekja stóran áhuga millum
byggikønar í Føroyum viðsín-
um sermerkta og nýggja
byggihátti, súm arkitek.turin
hevur verið sera heppin við.
ksvíkir
Vit ynskja^ Klaksvíkini^ til
lukku við skúlanum og vóna,
at hann fer at vera til gleðis
og gagns fyri tey børn og
lærarar, sum fara at hava
dagliga gongd 1 honum.
UM AT FARA
í HUNDARNAR
Hetta, sum her verður nevnt,
fer fram í Amerika, menkann
helst eisini samanberast við
umstøðurnar hjá okkum.
Blaðið "Science and_ Public
Affairs" skrivar, at nú fólka-
talið í USA sýnist at verða
fallið í fasta legu, er tað ein
heilt ^ onnur íbúgvaraeks-
plosión, ið skapar trupul-
leikar. Fyri teir 415 ameri-
kanarar, sum verða føddir
hvønn tíma árið runt, koma
2000 - 3500 hundar og kettur
til verðina. Tað vil siga, at
tað um ár 1985 verða o. u.
2000 milliónir ketturoghund-
ar í statunum.
Tað kostar ti almenna um-
leið 215 mill. dollars árliga-
at taka sær av - og drepa -
óynskt alskdýr, meðan tað
samstundis fara minst 50
mill. til eftiransing avhunda-
galskapi og til viðgerð av
fólki, ið eru bitin av hundum.
Men heilsutrygdin í samband
við djórini er ikkitann minsta
útreioslan, ti mann hava
rokna út, at hundarnir geva
frá sær 3500 tons av skarni
og 36 mill. litrar av vatni.1
Um dagin.”
Hunda- og kettuánarar
gjalda í teirra part 4,5 mill.
dollars til vaccinu, loyvir,
dýralaeknar og hunda- og
kettufóður.
Hann, ið skrivar hesa frá-
greiðing, heldur tað verðaj
neyðugt at skerpa hunda- og*
kettutilvøksturin og heldur
fyri, at fleiri dýr eiga at
verða geld og strangari regl-
ur um "hund í bandi" settar.
Fyri at fáa pening til hetta,
heldur blaðið fyri, at skatt-
ur eigur at verða lagdur á
hunda- og kettufóður.
F-f.
Tað var ein húsbóndi, ið plant-
aði ein víngarð, og hann laðaði
garð uttan um hann og gróv
eina vínpersu í honum og bygdi
eitt torn; og hann læt vín-
garðsmenn fáa hann til leigu
og fór út av landinum.
Matt: 21,33.
Eisini vit havafingiðeinurta-
garð at røkja.
Vit fingu hann tilgávus, tá
vit vóru fødd. Eitt sunt likam
og andalig evnir og kreftir.
Eina kærleiksfulla móðir og
ein góðan faðir; og flestøill
fingu vit systkin og gtíðar
vinir. Og eitt gott heim; eina
góða uppaling og lærdómi-
nyttigum og neyðugum m__ál-
um bæði heima og í skúla.
Og mitt í henda vakra urta-
garð plantaði Gud hitt heilaga
livsins træ. Beinan vegin sum
vit vóru fødd, møtti Gud okk-
um í hinum heilaga dópi. Sál
okkara var litil tá;menkort-
ini fekk hin trýeinigi Gud
pláss har. Henda fagra vár-
dag í lívi okkara varð mangt
himmalfræið gróðursett í’lítla
hjartaurtagarði okkara.
Og so lagaðiGudgarðuttan-
um. Ein undarligan garð. I
mong ár - hvussu mong veit
eg ikki - men f mong ár -
hvussu mong veit eg ikki,
men í mong ár kundi ongin
gera hesum urtagarði nakað
mein. Sjálvur kundi tú ikki,
tú vart ov lítil enn. Heldur
ikki nakað annað menniskja
kundi - ja ikki eingang illl—
maður.
Og tað untist okkum at liva
nøkur eydnurík ár í urtagarði
okkara. Og Gud fekk tann
ávøkst io var. Vit bóðu
okkara barnabønir, sum
frøddu Guds hjarta. Og vit
stríddust við barnasyndir
okkara^ - og ofta fullu vit.
Men tá vit so vendu um o§
bóðu Gud um fyrigeving, ta
fekk Gud aftur tann ávøkst
hann væntaði av okkum. Og
sjálvi fingu vit mest- tí^at
vit fingu megi til at ríya
mangt íllgresi upp við rot.
angt íllgr
__ Men seinri, hvussu gekst
tá? Jú, seinri gekst t.að hja
mongum soleiðis, at illgresið
fekk loyvi til at vaksa og
nørast. Og tornur og tistlax”
køvdu alt tað, sum Gud hevði
plantað. \ /
Men tað gekst okkum ikki
væl, ta urtagarðurin varð
qyðilagdur. Mongerutey, sum
a stillum løtum sita og leingj-
ast sálarliga eftir teirri
barnatrúgv og eftir urta-
garðinum, sum varð plant-
aður í hjarta teirra á lívs-
ins várdegi.
M.