Fjarðbúgvin - 28.11.1973, Síða 11
FJARÐBOGVIN
SÍSA II
Hendan sjón er ikki vanlig í Føroyum.
Nú byrjar manningin hjá
FOCUS eisini at skifta mynd,
sum so nógvi aðrir bólkar.
Trummusláarin Pierre van
der Linden er farin úr bólk-
inum, men vil tað ikki siga,
at hann ætlar at halda uppat
við at leika. Hanngongur aftur
til tað leið har hann kom frá,
nevniliga jazzleiðini.
fstaðin fyri hann skal
trummuspælarin í Stone The
Crows, Colin Allen yvirtaka
pláss hansara. Hann hevur
m. a. eisini leikt saman við
John Mayall, og fara vitlong-
ur aftur í tíðina, finna vit
hann 1 Zoot Money.
DAVID ESSEX ( kendur fyri
Rock On ) hevur fyri stuttum
útgivið eina nýggja single -
platu: Lamplight. D. E. hevur
sjálvur skrivað bæði tekst og
tonleik.
Stórfingna scenushowið hjá
OSMONDS, við sangiog dansi,
sigst varða lagt nógv beturtil
rættis og verða meira
professionelt enn hjá flestu
bólkunum í dag. Og teir bera
seg ikki sum teeny-bo^bbar
sum á teimum flestu plátun-
um ( Donny-Jimmy). Menheilt
vanđaleyst er tað tó ikki.
Innlagt í showið er eittkaratu
nummar- har brdðurnir
kempa 1 korrektum karatu-
draktum sum aðrir meistarar
{ hesi adelbornu ítróttagrein.
Higartil hevur tað verði at-
voldin 1 brotnum næsum og
ørmum og dðrum skramm-
um. Men utfrá teimum sjálv-
um halda teir nógv av júst
haesu tátti, og hava teir ikki
í umbúna at strúka tað av
skránni.
Undir síðstu Osmonds
turneeini 1 Onglandi gingu-
tveir- av brdðrunum, Jay og
Allan, ein dagin líka róliga
inn á Buckingham palacefyri
at skilva í^estabókina.
Klædnabuni: t-shirts, cow-
boybuksur og leðurjakkar.
JOHN LENNON selur viðgitna
flygil sítt. Peningurin fer til
eína innsamling til at fáa
Black Panter leiðar;
colm frælsan. Hann er á-
kærdur fyri morð.
Tann amerikanska vónin á
country - vígvdllinum hevur
svenskar forfedrar. Ein old-
urabbi var yvirmaður 1 tí
svenska herinum, - og so
bleiv restin av familjuni frá
harrasíðini, av teimum hdgu
í tí amerikanska herinum.
Faðir Kris Kristofferson var
yvirherstjóri í US Army -
sjálvur var hann í uniformi
á 4 1/2 ár og náddi major-
tignarstig bert 26 ára gamal,
sum yngsti maður í herinum.
- Men tað er ein heima-
bryggja publicity-sciga, at eg
skal hava undirvist á hern-
aðarfróðskaparsetrinum,
West Point. Eyðkent fyri
starvsgreinina. Egvarongan-
tíð í teimum stóru samvitsku-
kampunum fyri at náða tíð
mina í herinum - eg tók tað
heilt nátf' "~,t við forfedr-
unum í hugy.
Aftaná at hava sæð Kris
Kristofferson í filminum
"^isco Pike" í Glyvra Bio,
vona vit at vit eisini fáa
høvi til at síggja hann í
filminum "Pat Garret & Billy
the Kid", saman við Bob Dyl-
an.
sjálvur í "Cisco Pike" ( og
sum ikki merkjur nakað sum
"Cirkus gentan" sum Út-
varp Føroya fekk tað til frá
Glyvra Bio!." ) er vorðin
til idolið fyri túsund. Film-
ummælarar kalla hann ein
nýggja James Dean.
Tey mest umbiðnu nøvnini
í tónleikinum flokkast rundan
um hann fyri at frælsa hann
fyri ti vónsvikna mjørka av
sjálvsrannsøknum sum hevur
sett seg fastanísanghansara.
- Eg erieinginJames Dean.
g eri ikki nakar sum helst.
veruleikanum havi eg ilt
við at finna meg sjálvan í
hesum gonguverkinum.
Kris Kristoffersen vil ikki
út við, hvussu nógv hann hevur
tjent uppá eina kompositión
sum "Me_ & Bobby McGee"v
- Eg áni tað ikki, men í
aðrar mátar dámar mær
versiónina hjá Janis Joplin
fantastiska gott. Tað varsynd
at hon reisti so skjótt frá
okkum. Eg f^li at hon fekk
sagt nakao í ti sanginum.
Tað er sjálvdan at mær
dámar best mfnar egnu versi-
ónir av mínum sangum.
Satt at siga hati eg meg
sjálvan sum sangara.
RITA, EG OG GONGU-
VERKIÐ
Eingin kann skuldseta Kris
Kristofferson fyri at verða
ein av teimum almindiligu
idiotunum, sum eru lyftir upn
úr eini burturkoyrsluflati í
einum rakbýlingi og gjørdur
til stjørnu - virkandi sum ein
hundur í leinkju fyri nakrar
blóðsúgvandi managers_.
Standandi undir liðini á
amerikanska' umboðsmanni
hansara, sær hann høvi til at
hella sítt illsinni út yvir
starvsgreina-fólk sini:
- Tær flestu konsertinar
eru nakað lort. Eg eri
troyttur, og kann ikki geva
nakað publikum merkjur. Tað
er ein niðurferð, og tað er
yVirhøvur onki kjøtuppiá. Tað
er ikki nakað stuttligt fyri
publicum - tað er hvørki so
fyri meg. Men tað er yva-
leyst onkur stavnur, sum hev-
ur fingið nøkur prosentir og
er glaður fyri tað.
- Tað verður ikki longur,
.áðrenn Rita Coolidge og eg
taka nakrar sterkar fríggja-
dagar í Nashville. Júst nú
eri eg við at fara upn í
ein ocld, og treingi eg ti til
feriu fyri at koma til yvir-
flatuna aftur.
Rita Coolidge er, fyriuttan
at verða veninda hjá Kris
Kristofferson, ein frálik
sangarinna, sum^ hevur sungið
í kor, bæði hjá Joe Cooker
og Leon Russel. Men nu er
hon sjálv komin fram í eld-
linjuna, millum annað við
nøkrum LP-plátum á A&M.
EG ERI EINGIN NÝGGJUR
JAMES DEAN, EG ERI
LONGU ÚTBRENDUR OG
LIÐUGUR.
KrisKristoffersen ertroyttur
av nógvum, men mest av sær
sjálvum og popn-starvsgrein-
ini.
Hann sær út sum at hvør
millión hann hevur tjenthevur
grópað andlitið upp við plógv-
foyrum, og sjálvt í hvíldar-
løtum kann tað koma fyri at
ikki smíl sæst koma til sjónd-
ar.
Kris Kristofferson ásann-
ar sjálvur, at hann er illa
turðaður. Útteipaður, á
tromini til eina nervasjúku,
møddur av at siga ja, mist
sjálvræðið av einum følskum
poppsystemið.illneitutur av at
verða viðfarin sum hundur.
Henda skel av einum menn-
iskja er hóast alt eitt sindur
av eini idealmynd, ti Kris
Kristofferson, sum verður á-
kærdur fyri at leika seg-
ÁSKOÐAN MIN,
HVÍ HASH?
Hví verður tað roykt hash?
Vita tit tað ikki? Okay, so
. skal’eg fortelja tað fyri tykk-
um. Tað er tí man vil visa
seg, man følir seg in, tá man
ger tað. Tað eru ikki nógv
ung í dag sum vilja verðaout.
Men man nýtist ikki at roykja
hash fyri at verða in, man
kan hava eitt vakurt verilsi,
lekkurt tøj, hár o.s.fr. Við
at roykja hashoyðileggur man
bara seg sjálvan, og tað kann
ikki betala seg.
Bibsen.