Fjarðbúgvin - 05.07.1974, Qupperneq 5

Fjarðbúgvin - 05.07.1974, Qupperneq 5
FJARÐBÚGVIN SÍÐA5 Skúiaðrlð loklð... 1 góðveðrínum seinasta sunnu- dag. Mong vóru tey, ið næstseinasta sunnudag leitaðu burtur frá hús- um fyri at nýta tað góða summ- arveðri i haganum. Inni Millum fjarða var so tætt við fólki, at tað minti um eitt campingpláss. Fólk høvdu mat við, reistu lesegl og tjøld og stuttleikaðu sær í ánni ella á lendinum framvið. Vit tóku hesar báðar myndir- nar, onnur úr Skálafirði og hin inni Millum Fjarða. ÚmmMÍ ♦ Nú skúlaárið er lokið, hava skúlamir kring oyggjamar víst fram næmingaarbeiðir. Hetta em lutir, ið næmingarnir hava gjørt gjøgnum alt skúlaárið. Ymiskt er hvussu evnini og áhugin hjá næmingunum hevur verið, men tá ið saman um kemur er altíð væl fingið burtur úr. Myndirnar eru frá einari av mongu framsýningunum. Tá ið skúlaárið er farið at hallaO og tað líður móti summarfrítíð- ini, er tað við børnunum eins og við flytifuglinum — tey órógvast, vilja út í náttúruna at spáka, og soleiðis er tað vorið, at næmm allir skúlarnir í landinum hava gjørt útferðir. Teir smærm flokkarnir helst ikki so langt burtur frá heimbygdini, meðan teir eldru næmingarnir hava ferðast longri, og í fleiri fømm i einar tveir dagar heimanífrá. Vit hava fingið hesar smáu myndirnar frá einum barni, ið hevur tikið tær uppi á Stóra- fjalli. Føroyar mítt land o havborgin fríða Hetta er listarverk gjørt úr leiri, og er eisini at síggja í skúlanum á Glyvram. Tað em næmingar úr einum av teimum smáu flokk- unum, sum saman við Símun Nónklett, lærara, evnaðu leirin til tað sum sæst á myndini. Leirmyndin er o.u. 2 X 5 m stór, og hongur uppi yvir einari av trappunum. Ein og hvør, ið gongur gjøgnum hesar trappur steðgar á fyri at hyggja eftir hesum skreytbúgna verki.

x

Fjarðbúgvin

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.