Fjarðbúgvin - 05.07.1974, Blaðsíða 6

Fjarðbúgvin - 05.07.1974, Blaðsíða 6
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 1974 SÍÐA 6 (framhald) Bert ein mesanmastur stóð eftir... Og so tosaðu vit eitt lítið sindur okkara millum, vit tríggir yvir- menninir og hildu, at best var at royna at pumpa skipið. Ja, vita fara so eftir pumpulyklunum. Hann stóð niðri undir har frammi, sum hann altíð stóð, — hann var ongantið á dekkinum. Vit fara so eftir honum og skulu so at pumpa; men tá var hjartað farið úr pumpuni, so har gjørdist einki. Eg veit ikki — eg fekk eitt innskot og leyp fram í lugarið, tí eg visti, at ein kunoyingur sum æt Jógvan Syderbø, hevði eina lummalykt í koyggjuni .hjá sær. Eg taki hana og fari so upp aftur og fari at lýsa á dekkinum. Tá síggi' eg at hjartað á pumpuni liggur úti við lynningina, men er ikki farið út um og eingin skansaklædningur er fyri. Teir, ið glaðir vórðu, tað vóru vit, tí nú kundi pumpan nýtast. Ja, so varð roynt at pumpa, men tað var illa verandi á dekkinum, tí tað var so ringur sjógvur. Men frammi í lugarinum har var ringur standur, tí ketan hon var slongd upp úr ketukjallari- num og upp í yvirkoyggjuna, sum var í læ, beint yvir av lemminum. Og innan fyri í undirkoyggjuni lá ein ungur drongur, sum var fyrsta túrin til skips. Hann slapp ongan vegin úr koyggjuni fyri ketuni. Tað var held, at hon ikki var komin inn í koyggjuna hjá honum, ella hevði hann fingið skaða av tí, og í ovaru koyggju var eingin. Men myrkt var í lugarinum, so tað var ógvuliga óhugnaligt har. Ja, nú kunnu vit ætlað, at tað var ringur standur innanborða • —-, skipið var eitt fullkomið vrak! Eitt tað fyrsta vit máttu hugsa um, var at sleppa okkum frá stórmastrini og stórsegli- num, ti vit vistu tað, at um tað fór aftur undir loringina á skipinum, so skuldu vit rokna við tí, at tað soraði skipið sundur aftan, um hon lá og bardi niður á mastrina. Men, til alt Harrans held, sum tíðin leið, nú byrjaðu hesar greiðimar, sum lógu har, at fara alt meira og meira framvið í læ. Tað fyrsta vit gjørdu var at kappa vantini. Einki var slitnað, hvørki vant ella skjøt, alt var heilt. Eg kappaði so sjálvur vantini við øksu. Men eg haldi barastini tað, at hon reisti seg upp aftur, komst av tí, at lastin var so full, at hon fekk ikki skotið seg. Ja, so varð arbeitt so frægt, sum vit dugdu, og vit byrjaðu eisini at negla segldúk út yvir, har sum hol var komið á. Esini fóru vit alt fyri eitt at oysa olju út fyri at slætna sjógvin eitt sindur. Tað er oftani ein góður redningur i tí hjá einum sjó- manni. Men nú var so at royna at sleppa okkum frá seglinum og mastrini, tá ið vit høvdu kappað Steffan Kunoy alt leyst. Til alt held fór tað alt fram um; men nú liggur hon sum fyri teymi, segl og mastur frammanfyri, ti stakið tað var ikki slitnað. So var at royna at fáa stakið av, fyri at sleppa av við hesar greiðimar. Eg minnist so grúuliga væl til tað. Tað gekk so strævi at fáa stakið av, tí tað var so tjúkt, tað vita allir menn, og so var tað eisini so ringt at arbeiða á dekk- inum, tí tað vóm so oftani brot; men tíbetur, einki skeddi. Ja, klokkan mundi vera um fýra ella fimm morgunin eftir, sum vit høvdu fingið sjógvin, tá fingu vit stakið av. Og so lá hon har sum eitt satt vrak! Veðrið var líka ringt, ja. Men hin bestimaðurin sum hevði vakt, hann segði fyri mær, at hettar var triðja brot á sjónum — á hesum sjónum, sum vit komu undir. Hann hevði brotið tvey brot fyrst, tað hevði hann sæð; men so óheldugt var tað, at vit komu undir sjálva hvølving- ina á triðja broti, ið tók alt sum var á dekkinum uttan ein eyka gaffil, ið var surraður í bakborð. Hann var ikki sligin leysur. Alt annað var farið, sum fara kundi. Ketan leyp eisini av kabulár- hjølinum; men hana fingu vit upp á aftur. Vit oystu og pumpaðu og koyrdu olju á, ja, vit oystu so í meir enn tvey samdøgur í eitt koyr. Men vit kundu ongan drekka- munnin fáa, ongna flógvan munnin fáa, tí har frammi var alt fárið hurl um burl, ringar — tað vitið Guð — einki sást aftur, og roykhanus, tey kalla, alt var vekk. Men tað var ein lítil kabyssa har afturi, og hon var so dánt heil. Har fingu vit heita okkum ein drekkamunn, tá ið tvey samdøgur vóru gingin, okkurt sovorðið. Hettar her var sunnukvøld, vit fingu sjógvin; men týsmorg- unin tá var veðrið eitt sindur batnað aftur, og vit tosaðu um, hvat ið frægast var at gera. Men vit hildu tað, at tað var so lítið at gera, tí ikki fingu vit motorin í gongd, og tað var so nógvur sjógvur í henni. Motorurin steðgaði, tá ið vit fingu sjógvin. Ja, men týsdagin aftur tá var veðrið, sum sagt, linkað eitt sindur og vit høvdu oyst nokkso nógv. Tá var minkað eitt sindur, so vit hildu væl javnt, reiðuliga tað. Men vit fingu bara oyst upp gjøgnum kappan har afturi, einki annað, tí hinar kappamar báðar, máttu vit negla fyri, tí teir vóru javnt við dekkið. Vit oystu við byttum og vit pump- aðu eisini, tá ið tað var veður at fara út á dekkið. Eg minnist væl til tað — tað kann vera undarligt at koma við tí aftaná aftur — at fyrstani vit høvdu fingið sjógvin, og eg fór niður undir har afturi. T'á kom tað fram fyri meg, at vit høvdu ein karbiddunk standandi í afturfallinum, sum vit høvdu havt til at brúka av um summarið. Vit høvdu eina so góða hettu niður yvir hann og tað varð okkum til held. Eg taki so karbiddunkin í hondina, fari upp gjøgnum leydarin við honum og blaki hann fyri borð, tí kom sjógvur á karbidið, kom eldur í og so varð galið. Men tað sluppu vit so væl frá. Vit hildu tað, at tað kanska var frægast, at vit fingu hana undan. Jú, vit fingu hana at fella við ongum nakað, bara við eini naknari mesanmastur uppi, og so hildu vit henni undan allan seinnapartin týsdagin. Róðrið var í ordan nú. Ketan var lopin av kabulárhjólinum, men hana høvdu vit fingið upp á aftur. Mikumorgunin nú versnar sjógvurin aftur, og verðrið versnar eisini; men vit blivu við at halda henni undan, og tað gekk. Men tá fingu vit aftur- aftur ein ógvuliga stóran sjógv og vit væntaðu okkum at fara. Eg minnist væl til tað, hin stýrimaðurin stýrdi, og hann kemur leypandi niður undir, vit vóru flest allir har afturi staddir, tí har frammi var so óhugnaligt, f. ; ..'-T. . -.ri..; mm. og hann sigur soleiðis: »Nú fara vit. »Ja, ja, so var bara at befala seg í Harrans hendur. Har var einki annað at gera! Eg minnist, sjógvurin kom beint aftaná, og hann tekur og sorar húsið sundur og brýtur rættin av um helvt. Bara fram- síðan av stýrihúsinum og hálvur rætturin stóðu eftir, tá ið av tomaði. Men kappin var ikki farin og var tað held, ti kum- passin hon stóð so har, og hon var heldur ikki farin. Eftir tað fingu vit ongan rættuliga stóran sjógv, og tá ið mikudagurin linkaði, byrjaði veðrið at batna. Tá vóra vit eisini komnir nakað langt frá Kappanum; men eg veit ikki hvussu langt. Vit fingu ongantíð tikið positiónina, so vit vistu ikki, hvar vit vóra, akkurát. Aftur aftur hósdagin nú er veðrið vorðið betri, nú er hampuliga gott; men tá var mjørki, og mennimir vóra komnir upp á dekkið og vit høvdu fingið hana so nøkulunda lens. Men motorin høvdu vit ikki fingið í gongd, so mikið av sjógvi var í henni. Eg minnist væl til, at fleiri standa har frammi og teir skera í róp, at vit síggja eina føroyska slupp framman fyri okkum. Vit leypa allir fram, og vit vórðu so himmals glaðir. Vit síggja mennimar á dekkinum á skip- inum og vit gera øll tey tekin, sum vit kundu gera, tí høvdu teir sæð okkum, so høvdu teir....men hon var sum levitt- urin, hon sigldi framvið, og mjørki var. — Tá varð ringt lag, tá ið hon var hvorvin í mjørka- num, men tað gjørdist so ikki við, og tað var ein føroysk slupp, sum var á veg heim eisini.... Ja, hettar her var so hósđagurin og veðrið batnar, og fríggjadagin, tá var hampuliga gott veður. Men hvat hjálpir tað, vit. eiga bara eina nakna mesanmastur eftir, einki annað! Jú, vit eiga ein eykagaffil; hann er ikki farin. Eg minnist væl til tað, ein maður sum var við okkum, uttan úr Heiðunum — Heini æt hann og var so ógvuliga hegniður maður — hann sigur við okkum: »Ja, tað er best, at vit fara at rigga okkum gaffilin upp sum eina neyðmastur«. Jú og togverk høvdu vit nógv umborð. Tað var niðri undir. Vit byrjaðu so at rigga henda gaffilin upp har frammi í gron, heilt frammi í gron. Vit fingu hann at standa, og vit fingu okkum ein klyvara, og heysaðu hann upp, sum segl. Men, tað vita allir menn, vit máttu bara sigla undan lotinum. Ja, vit fóra so at sigla undan tí lotinum, sum var, men tá var gott veður. Vit riggaðu okkum eisini eitt neyð- segl upp á hesa naknu mesan- mastrina, sum eftir stóð. Men nú er aftur aftur eitt. Skipið er so tungt, ti tað er so fult av fiski. — Hvat finna vit uppá at gera? Vit hildu, at tað frægasta, ið vit kundu gera, var at fara at blaka fisk út, fyri at lætta um skipið. Vit sóu jú tað, at um so varð, at vit fingu nakra hjálp frá øðram skipi, so varð farið umborð, tí okkara skip var vrak í allar mátar. Hon lak bæði um dekkið og um skrokkin. Ja, so fóra vit at blaka fisk út úr lastini fyri at lætta um hana. Tað var ógvuliga hugstoytt at hava roynt at fiska alt summarið at hava fingið sær upp í skipið, og so at blaka tað út aftur; men har var einki við at gera. So varð gjørt, og vit fingu nokkso nógv úr henni, og hon lætnaði heilt fitt. Tað varð so arbeitt upp á i

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.